Titus

1:1

Paul, a servant of God, and an apostle of Jesus Christ, according to the faith of God's elect, and the acknowledging of the truth which is after godliness; (KJB)

Paulus, ein tænari Guðs, og ein ápostul Jesu Christs, samsvarandi við trúnna hjá Guðs útvaldu, og viðurkenningina av sannleikanum, sum er eftir gudiligleika; (FKJ1)

Paulus, tænari Guds og ápostul Jesu Krists, til at virka trúgv hjá hinum útvaldu Guds og kunnskap um sannleikan, sum hoyrir til gudsótta, (VD)

Paulus, tænari Guðs og ápostul Jesu Krists til at fremja trúgv hjá Guðs útvaldu og kunnskap um sannleikan viðvíkjandi gudsótta, (JD)

Titus

1:2

In hope of eternal life, which God, that cannot lie, promised before the world began; (KJB)

Í vón um ævigt lív, sum Guð, sum kann ikki lúgva, fyrijáttaði áður enn verøldin byrjaði; (FKJ1)

í vón um ævigt lív, sum Gud, ið ikki lýgur, hevur lovað frá ævigum tíðum. (VD)

í vón um ævigt lív, sum Guð, ið ikki lýgur, hevur fyrijáttað frá fyrndartíðum, (JD)

Titus

1:4

To Titus, mine own son after the common faith: Grace, mercy, and peace, from God the Father and the Lord Jesus Christ our Saviour. (KJB)

Til Titusar, míns egna sonar eftir hini felags trúgv: Náði, miskunn, og friður, frá Guði Faðirinum og Harranum Jesusi Christi Frelsara várum. (FKJ1)

- til Titus, ektabarn mítt í felags trúgv. Náði og friður frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Frelsara okkara! (VD)

til Titusar, skilgitna son mín í felags trúgv: Náði og friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, frelsara várum! (JD)

Titus

1:6

If any be blameless, the husband of one wife, having faithful children not accused of riot or unruly. (KJB)

Um nakar veri ólastandi, ektamaðurin hjá einari ektakonu, havandi trúføst børn - ikki ákærd fyri óryggjuskap ella óstýrlig. (FKJ1)

um onkur er, sum er ólastandi, maður einar kvinnu, og hevur trúgvandi børn, sum ikki hava ringt orð á sær fyri óskikkiligt lív ella eru treisk. (VD)

um einhvør er, sum er ólastandi, einar konu maður, og hevur trúgvandi børn, sum ikki eru ásakað fyri óryggjuskap ella tvørskap. (JD)

Titus

1:8

But a lover of hospitality, a lover of good men, sober, just, holy, temperate; (KJB)

Men ein elskari av gestablídni, ein elskari av góðum monnum, edrúiligur, rættvísur, heilagur, fráhaldandi; (FKJ1)

men gestablíður, elskandi hitt góða, høviskur, rættvísur, heilagur, fráhaldandi, (VD)

men gestablíður, elskandi hitt góða, hóvsamur, rættvísur, heilagur, fráhaldandi, (JD)

Titus

1:9

Holding fast the faithful word as he hath been taught, that he may be able by sound doctrine both to exhort and to convince the gainsayers. (KJB)

Haldandi fast hitt trúfasta orðið, so sum hann er vorðin lærdur, at hann má vera førur fyri, við heilnæmari Guðslæru, bæði at áminna og at sannføra andmælararnar. (FKJ1)

ein, ið heldur fast við hitt trúverda orð eftir læruni - fyri at hann kann vera førur fyri bæði at áminna við hini heilnæmu læru og at teppa tey, sum siga ímóti. (VD)

maður, sum heldur fast við hitt álítandi orðið samsvarandi læruni, fyri at hann kann vera dúgligur til bæði at áminna við hini heilnæmu læruni og at reka teir aftur, sum mæla ímót. (JD)

Titus

2:1

But speak thou the things which become sound doctrine: (KJB)

Men tala tú teir lutir sum søma heilnæmari Guðslæru: (FKJ1)

Men tala tú tað, sum sømir hini heilnæmu læru: (VD)

Tú harímót, tala tað, sum hóskar fyri hina heilnæmu læruna: (JD)

Titus

2:2

That the aged men be sober, grave, temperate, sound in faith, in charity, in patience. (KJB)

At hinir aldraðu menn veri edrúiligir, virðiligir, fráhaldandi, heilnæmir í trúgv, í vælvild, í tolmóði. (FKJ1)

At gamlir menn skulu vera fráhaldandi, siðprúðir, høviskir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í tolinum; (VD)

at gamlir menn skulu vera fráhaldandi, virðuligir, hóvsamir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í úthaldninum; (JD)

Titus

2:5

To be discreet, chaste, keepers at home, good, obedient to their own husbands, that the word of God be not blasphemed. (KJB)

At vera hóvsamar, kýskar, passarar við hús, góðar, lýdnar fyri sínum egnu ektamonnum, at Guðs orð verði ikki Guðsspottað. (FKJ1)

at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað! (VD)

at vera hóvsamar, siðiligar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, fyri at Guðs orð ikki skal verða spottað. (JD)

Titus

2:7

In all things shewing thyself a pattern of good works: in doctrine shewing uncorruptness, gravity, sincerity, (KJB)

Í øllum lutum sýnandi teg sjálvan eitt mynstur um góð verk: í Guðslæru sýnandi óspiltleika, sómasemi, ærligleika, (FKJ1)

og vís í øllum teg sjálvan sum fyrimynd í góðum verkum! Ber fram óspilta, siðprúða læru, (VD)

við tað at tú í øllum førum sýnir teg sjálvan sum eina fyrimynd í góðum gerningum, og at tú í læruni sýnir reinleika og virðuleika, (JD)

Titus

2:8

Sound speech, that cannot be condemned; that he that is of the contrary part may be ashamed, having no evil thing to say of you. (KJB)

Heilnæma talu, sum kann ei verða fordømd; at hann, sum er av tí mótsatta partinum, má skammast, havandi einkið ilt at siga um tykkum. (FKJ1)

heilnæma, ólastandi talu, so mótstøðumaðurin verður til skammar, við tað at hann einki ilt hevur at siga um okkum! (VD)

heilnæma, ólastandi talu, fyri at mótstøðumaðurin má verða til skammar, tá ið hann einki ilt hevur at siga um okkum. (JD)

Titus

2:10

Not purloining, but shewing all good fidelity; that they may adorn the doctrine of God our Saviour in all things. (KJB)

Ei drýggjandi, men sýnandi allan góðan trúskap; at teir mega prýða Guðslæru Guðs Frelsara várs í øllum lutum. (FKJ1)

ikki vera ótrúgv, men vísa allan góðan trúskap, so tey á allan hátt kunnu prýða læru Guds, Frelsara okkara! (VD)

ikki svíkja, men sýna allan góðan trúskap, fyri at teir í øllum førum kunnu vera eitt prýði fyri læru Guðs, frelsara várs. (JD)

Titus

3:1

Put them in mind to be subject to principalities and powers, to obey magistrates, to be ready to every good work, (KJB)

Legg teimum í huga at vera undirgivnar fyri fúrstadømum og máttum, at lýða stýrismenn, at vera fúsir til hvørt gott verk, (FKJ1)

Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk, (VD)

Minn teir á at vera stýrisvøldum og yvirráðum undirgivnir, at vera lýdnir, at vera til reiðar til allan góðan gerning, (JD)

Titus

3:5

Not by works of righteousness which we have done, but according to his mercy he saved us, by the washing of regeneration, and renewing of the Holy Ghost; (KJB)

Ikki av rættvísisverkum sum vit hava gjørt, men samsvarandi við sína miskunn hann frelsti okkum, við tváingini av endurføðing, og endurnýggjan av Halga Andanum; (FKJ1)

frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum, (VD)

frelsti hann okkum, ikki fyri rættferðar gerninganna skuld, sum vit høvdu gjørt, men av miskunn síni, við baði endur-føðingar og endurnýggjanar í heilagum anda, (JD)

Titus

3:10

A man that is an heretick after the first and second admonition reject; (KJV)

Ein mann, sum er ein ranglærari, eftir hina fyrstu og aðru ávaring avvís; (FKJ1)

Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat, (VD)

Rangtrúnan mann skalt tú vísa frá tær, tá ið tú hevur givið honum ávaring eina og tvær ferðir, (JD)

Titus

3:15

All that are with me salute thee. Greet them that love us in the faith. Grace be with you all. Amen. (KJB)

Allir, sum eru hjá mær, lata heilsa tær. Heilsa teimum sum elska okkum í trúnni. Náði veri við tykkum øllum. Amen. (FKJ1)

Allir, ið hjá mær eru, lata heilsa tær. Heilsa teimum, sum elska okkum í trúnni! Náðin veri við tykkum øllum! (VD)

Allir, sum eru hjá mær, lata heilsa tær. Heilsa teimum, sum elska okkum í trúnni! Náðin veri við tykkum øllum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen