1. Jóhannes

1:7

But if we walk in the light, as he is in the light, we have fellowship one with another, and the blood of Jesus Christ his Son cleanseth us from all sin. (KJB)

Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er í ljósinum, so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu Christs, Sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. (FKJ1)

Men liva vit í ljósinum - eins og Hann er í ljósinum - so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd. (VD)

Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. (JD)

1. Jóhannes

1:8

If we say that we have no sin, we deceive ourselves, and the truth is not in us. (KJB)

Um vit siga, at vit onga synd hava, so svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. (FKJ1)

Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum.  (VD)

Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. (VD)

1. Jóhannes

1:9

If we confess our sins, he is faithful and just to forgive us our sins, and to cleanse us from all unrighteousness. (KJB)

Um vit játta okkara syndir, hann er trúfastur og rættvísur at fyrigeva okkum okkara syndir, og at reinsa okkum frá allari órættvísi. (FKJ1)

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. (VD)

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. (VD)

1. Jóhannes

2:7

Brethren, I write no new commandment unto you, but an old commandment which ye had from the beginning. The old commandment is the word which ye have heard from the beginning. (KJB)

Brøður, eg skrivi tykkum einkið nýtt boð, men eitt gamalt boð sum tit høvdu frá byrjanini. Tað gamla boðið er tað orðið sum tit hava hoyrt frá byrjanini. (FKJ1)

Tit elskaðu! Tað er ikki nýtt boð, eg skrivi tykkum, men gamalt boð, sum tit hava havt frá upphavi. Hitt gamla boðið er orðið, ið tit hava hoyrt. (VD)

Elskaðu tit, tað er ikki eitt nýtt boð, sum eg skrivi til tykkara, men eitt gamalt boð, sum tit hava havt frá upphavi, tað gamla boðið er tað orðið, sum tit hava hoyrt. (JD)

1. Jóhannes

2:8

Again, a new commandment I write unto you, which thing is true in him and in you: because the darkness is past, and the true light now shineth. (KJB)

Aftur, eitt nýtt boð skrivi eg tykkum, hvat ting er satt í honum og í tykkum : tí at myrkrið er umliðið, og tað sanna ljósið nú skínur. (FKJ1)

Og tó er tað nýtt boð, eg skrivi tykkum, og tað er satt, í Honum og í tykkum; tí myrkrið víkur burt, og hitt sanna ljós skínur longu. (VD)

Og kortini er tað eitt nýtt boð, sum eg skrivi til tykkara, sum er satt í honum og í tykkum; tí at myrkrið hvørvur, og hitt sanna ljósið skínur longu. (JD)

1. Jóhannes

2:10

He that loveth his brother abideth in the light, and there is none occasion of stumbling in him. (KJB)

Hann, ið elskar bróður sín, verður verandi í ljósinum, og tað er einkið føri av snáving í honum. (FKJ1)

Tann, ið elskar bróður sín, verður verandi í ljósinum, og í honum er einki ástoyt. (VD)

Tann, ið elskar bróður sín, verður verandi í ljósinum, og í honum er einki ástoyt. (VD)

1. Jóhannes

2:24

Let that therefore abide in you, which ye have heard from the beginning. If that which ye have heard from the beginning shall remain in you, ye also shall continue in the Son, and in the Father. (KJB)

Latið tað tí verða verandi í tykkum, sum tit hava hoyrt frá byrjanini. Um tað, sum tit hava hoyrt frá byrjanini, skal verða verandi í tykkum, skulu tit eisini halda áfram í Syninum, og í Faðirinum. (FKJ1)

Tað, sum tit hoyrdu frá upphavi, verði verandi í tykkum! Verður tað verandi í tykkum, sum tit hoyrdu frá upphavi, so skulu eisini tit verða verandi í Syninum og í Faðirinum. (VD)

Tað, sum tit hava hoyrt frá upphavi, latið tað verða verandi í tykkum. Um tað, sum tit hava hoyrt frá upphavi, verður verandi í tykkum, tá skulu tit eisini verða verandi í soninum og í faðirinum. (JD)

1. Jóhannes

3:1

Behold, what manner of love the Father hath bestowed upon us, that we should be called the sons of God: therefore the world knoweth us not, because it knew him not. (KJB)

Síggið hvørsháttar kærleika Faðirin hevur skonkt uppá okkum, at vit skuldu vera kallaðir synir Guðs : tí kennir heimurin okkum ikki, av tí at hann kendi ikki hann. (FKJ1)

Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! - Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann. (VD)

Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guðs børn; og tað eru vit. Av teirri grund kennir heimurin okkum ikki, at hann ikki hevur kent hann. (JD)

1. Jóhannes

3:5

And ye know that he was manifested to take away our sins; and in him is no sin.  (KJB)

Og tit vita, at hann varð tilkennargivin til at taka burtur okkara syndir; og í honum er eingin synd. (FKJ1)

Tit vita, at Hann er opinberaður, fyri at Hann skuldi taka burt syndirnar, og synd er ikki í Honum. (VD)

Og tit vita, at hann varð opinberaður, fyri at taka burtur syndirnar; og í honum er ikki synd. (JD)

1. Jóhannes

3:14

We know that we have passed from death unto life, because we love the brethren. He that loveth not his brother abideth in death. (KJB)

Vit vita, at vit eru farnir yvir-um frá deyða til lívs, av tí at vit elska brøðurnar. Hann, ið elskar ikki bróður sín, verður verandi í deyða. (FKJ1)

Vit vita, at vit eru farin yvirum frá deyða til lív, tí vit elska brøðurnar; tann, ið elskar ikki, verður verandi í deyðanum. (VD)

Vit vita, at vit eru komnir frá deyðanum yvir til lívið, tí at vit elska brøðurnar; tann, sum ikki elskar, verður verandi í deyðanum. (JD)

1. Jóhannes

3:16

Hereby perceive we the love of God, because he laid down his life for us: and we ought to lay down our lives for the brethren. (KJB)

Herav varnast vit kærleika Guðs, av tí at hann legði niður sítt lív fyri okkum : og vit áttu at leggja niður okkara lívˇ fyri brøðurnar. (FKJ1)

Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar. (VD)


Av hesum kenna vit kærleikan, at hann læt lívið fyri okkum; so eiga vit eisini at lata lívið fyri brøðurnar. (JD)

1. Jóhannes

3:19

And hereby we know that we are of the truth, and shall assure our hearts before him. (KJB)

Og herav vita vit, at vit eru av sannleikanum, og skulu vissa okkara hjørtu frammi fyri honum. (FKJ1)

Av tí skulu vit kenna, at vit eru av sannleikanum, og tá kunnu vit geva hjørtum okkara vissu fyri ásjón Hansara, (VD)

Og av hesum kunnu vit kenna, at vit eru av sannleikanum, og tá skulu vit frammi fyri ásjón hansara fáa hjørtu okkara at verða still, (JD)

1. Jóhannes

4:3

And every spirit that confesseth not that Jesus Christ is come in the flesh is not of God: and this is that spirit of antichrist, whereof ye have heard that it should come; and even now already is it in the world. (KJB)

Og hvør andi, sum játtar ikki, at Jesus Christus er komin í kjøtinum, er ikki av Guði: og hetta er hasin andi antichrists, um hvønn tit hava hoyrt, at hann skuldi koma ; og enntá nú longu er hann í heiminum. (FKJ1)

Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt, kemur - og hann er longu nú í heiminum. (VD)

Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði; og hetta er Antikrists andi, sum tit hava hoyrt um, at hann kemur, og hann er longu nú í heiminum. (JD)

1. Jóhannes

4:9

In this was manifested the love of God toward us, because that God sent his only begotten Son into the world, that we might live through him. (KJB)

Í hesum varð eyðsýnaður Guðs kærleiki mótvegis okkum, av tí at Guð sendi sín eingitna Son inn í heimin, at vit máttu liva gjøgnum hann. (FKJ1)

Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum. (VD)

Í hesum varð Guðs kærleiki opinberaður okkara millum, at Guð hevur sent son sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við hann. (JD)

1. Jóhannes

4:15

Whosoever shall confess that Jesus is the Son of God, God dwelleth in him, and he in God. (KJB)

Hvørsumhelst skal játta, at Jesus er Sonur Guðs, Guð býr í honum, og hann í Guði. (FKJ1)

Tann, ið játtar, at Jesus er Sonur Guds - í honum verður Gud verandi, og hann í Gudi. (VD)

Tann, sum viðkennir sær, at Jesus er Guðs sonur, í honum verður Guð verandi, og hann í Guði. (JD)

1. Jóhannes

4:19

We love him, because he first loved us. (KJB)

Vit elska hann, av tí at hann elskaði okkum fyrst. (FKJ1)

Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. (VD)

Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst. (JD)

1. Jóhannes

5:7

For there are three that bear record in heaven, the Father, the Word, and the Holy Ghost: and these three are one. (KJB)

Tí at tað eru tríggir, sum geva frágreiðing í himni, Faðirin, Orðið, og Halgi Andin: og hesir tríggir eru eitt. (FKJ1)

Tey eru trý, sum vitna: (VD)

Tí at trý eru tey, sum vitna: (JD)

1. Jóhannes

5:8

And there are three that bear witness in earth, the Spirit, and the water, and the blood: and these three agree in one. (KJB)

Og tað eru trý, sum bera vitni á jørð, Andin, og vatnið, og blóðið: og hesi trý semjast í eitt. (FKJ1)

Andin, vatnið og blóðið; og hesi trý eru sameind til eitt. (VD)

Andin og vatnið og blóðið, og hesi trý eru sameind til eitt. (JD)

1. Jóhannes

5:13

These things have I written unto you that believe on the name of the Son of God; that ye may know that ye have eternal life, and that ye may believe on the name of the Son of God. (KJB)

Hesi ting havi eg skrivað tykkum, sum trúgva á navn Guðs Sonar; at tit mega vita, at tit hava ævigt lív, og at tit mega trúgva á navn Guðs Sonar. (FKJ1)

Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar. (VD)

Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guðs sonar. (JD)

1. Jóhannes

5:16

If any man see his brother sin a sin which is not unto death, he shall ask, and he shall give him life for them that sin not unto death. There is a sin unto death: I do not say that he shall pray for it. (KJB)

Um nakar maður síggi bróður sín synda eina synd sum er ikki til deyða, hann skal umbiðja, og hann skal geva honum lív fyri teir sum synda ikki til deyða. Til er synd til deyða : eg sigi ikki, at hann skal biðja fyri henni. (FKJ1)

Sær onkur bróður sín gera synd, ið ikki er til deyða, so skal hann biðja; og Hann skal geva honum lív - teimum, ið ikki synda til deyða. Synd er, sum er til deyða; tað er ikki viðvíkjandi henni, eg sigi, at hann skal biðja. (VD)

Um einhvør sær bróður sín gera synd, sum ikki er til deyða, tá skal hann biðja, og hann skal geva honum lív, tað vil siga teimum, sum ikki synda til deyða. Til er synd til deyða; fyri henni sigi eg ikki, at hann skal biðja. (JD)

1. Jóhannes

5:21

Little children, keep yourselves from idols. Amen. (KJB)

Lítlu børn, haldið tykkum frá avgudum. Amen. (FKJ1)

Børn míni! Varðið tykkum fyri avgudunum! (VD)

Børn míni, varið tykkum fyri avgudunum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen
Skriftin.com