2. Pætur

 1:11

For so an entrance shall be ministered unto you abundantly into the everlasting kingdom of our Lord and Saviour Jesus Christ. (KJB)

Tí at soleiðis skal inngongd verða tænt til tykkara ríkiligani inn í hitt ævigtvarandi kongadømi várs Harra og Frelsara Jesu Christs. (FKJ1)

tí á henda hátt skal tykkum ríkliga verða givin inngangur í æviga ríki Harra og Frelsara okkara Jesu Krists. (VD)

Tí at soleiðis skal tykkum ríkliga verða veittur inngangur til harra og frelsara várs, Jesu Krists, æviga ríki. (JD)

2. Pætur

1:19

We have also a more sure word of prophecy; whereunto ye do well that ye take heed, as unto a light that shineth in a dark place, until the day dawn, and the day star arise in your hearts: (KJB)

Vit hava eisini eitt meira fast propheti-orð; eftir hvørjum tit gera væl at tit gevi gætur, sum eftir einum ljósi sum skínur í einum myrkum plássi, inntil tað lætti fyri deginum, og dag-stjørnan rísi í hjørtum tykkara: (FKJ1)

So mikið meiri staðfest hava vit hitt profetiska orðið, sum tit gera væl í at akta eftir - eins og eftir ljósi, ið skínur á myrkum staði - inntil lýsir av degi, og morgunstjørnan rísur í hjørtum tykkara. (VD)

Og tess fastari hava vit hitt profetiska orðið, og tit gera rætt í at geva gætur eftir tí sum eftir einum ljósi, sum skínur á einum myrkum staði, inntil tað lýsir av degi, og morgunstjørnan rennur upp í hjørtum tykkara; (JD)

2. Pætur

1:21

For the prophecy came not in old time by the will of man: but holy men of God spake as they were moved by the Holy Ghost. (KJB)

Tí at prophetiið kom ikki í gamlari tíð við vilja mans: men heilagir menn Guðs talaðu, sum teir vórðu drivnir av Halga Andanum. (FKJ1)

Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds. (VD)

tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Guði talaðu, drivnir av heilagum anda. (JD)

2. Pætur

2:1

But there were false prophets also among the people, even as there shall be false teachers among you, who privily shall bring in damnable heresies, even denying the Lord that bought them, and bring upon themselves swift destruction. (KJB)

Men tað vóru eisini falskir prophetar millum fólksins, enntá sum tað skulu verða falskir frálærarar tykkara millum, sum loyniliga skulu føra inn heldømiligar ranglærur, enntá avnoktandi Harran sum keypti teir, og føra uppá seg snara oyðing. (FKJ1)

Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir - og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar. (VD)

Men eisini svikaprofetar komu upp millum fólkið, eins og falslærarar eisini munnu koma tykkara millum, sum skulu smoyggja inn ringum ranglærum, við tað at teir enntá avnokta Harran, sum keypti teir, og føra bráðan undirgang yvir seg sjálvar. (JD)

2. Pætur

2:3

And through covetousness shall they with feigned words make merchandise of you: whose judgment now of a long time lingereth not, and their damnation slumbereth not. (KJB)

Og gjøgnum havisjúku skulu teir við falsaðum orðum gera handilsskap úr tykkum: hvørs dómur nú frá langari tíð drálar ikki, og teirra heldøming durvar ikki. (FKJ1)

Í havisjúku skulu teir - við orðum, sum teir einki meina við - nýta tykkum til at fáa sær vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki. (VD)

Og av havisjúku skulu teir við svikaligum orðum fáa sær vinning av tykkum; men dómurin yvir teir frá gamlari tíð dvølur ikki, og undirgangur teirra blundar ikki. (JD)

2. Pætur

2:4

For if God spared not the angels that sinned, but cast them down to hell, and delivered them into chains of darkness, to be reserved unto judgment; (KJB)

Tí um Guð eirdi ikki einglunum sum syndaðu, men kastaði teir niður til helvitis, og gav teir yvir í myrkurs ketur, at verða goymdar framat dómi; (FKJ1)

Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm. (VD)

Tí at so satt sum Guð ikki eirdi einglunum, tá ið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og setti teir í myrkurs helli at vera í varðhaldi til dóms, (JD)

2. Pætur

2:5

And spared not the old world, but saved Noah the eighth person, a preacher of righteousness, bringing in the flood upon the world of the ungodly; (KJB)

Og eirdi ikki hinum forna heimi, men frelsti Nóah, hin áttanda persón, ein rættvísis-boðara, førandi inn flóðina omanyvir heim hinna ógudiligu; (FKJ1)

Ei heldur eirdi Hann hinum forna heimi, men bjargaði Nóa, prædikara rættvísinnar, sjálvum áttanda, táið Hann læt flóðina koma yvir heim hinna gudleysu. (VD)

og so satt hann ikki eirdi hinum forna heiminum, men varðveitti Nóa, rættferðarboðaran, sjálvan áttanda, tá ið hann læt flóðina koma yvir ein heim av gudleysum, (JD)

2. Pætur

2:17

These are wells without water, clouds that are carried with a tempest; to whom the mist of darkness is reserved for ever. (KJB)

Hesir eru keldur uttan vatn, skýggj sum verða rikin við einum harðveðri; til hvørja myrkurs disið er goymt um ævir. (FKJ1)

Hesi eru vatnleysar keldur, skýggj, ið fúka fyri storminum; niða og nátt eru teimum goymdar. (VD)

Hesir menn eru vatnleysar keldur og toka, sum rekur fyri harðveðri; til teirra er bølamyrkrið goymt. (JD)

2. Pætur

2:18

For when they speak great swelling words of vanity, they allure through the lusts of the flesh, through much wantonness, those that were clean escaped from them who live in error. (KJB)

Tí at tá ið teir tala mikil, uppblásandi fáfongdar-orð, lokka teir, gjøgnum girndir kjøtsins, gjøgnum mikið teymaloysi, teir, sum reint høvdu komist undan teimum sum liva í villu. (FKJ1)

Tey reypa við tómum orðum og lokka soleiðis í holdslystum við siðloysi tey, sum júst høvdu sloppið sær burt frá teimum, sum ganga í villu. (VD)

Tí at við tað at teir tala hástór tómleiks orð, lokka teir í holds girndum við ólíkligum levnaði tey, sum fyri kortum eru sloppin frá teimum, sum ganga í villu; (JD)

2. Pætur

3:2

That ye may be mindful of the words which were spoken before by the holy prophets, and of the commandment of us the apostles of the Lord and Saviour: (KJB)

At tit mega vera minnugir um orðini sum vórðu talaði áður av hinum heilagu prophetum, og um boðið hjá okkum, ápostlum Harrans og Frelsarans: (FKJ1)

til at minnast orðini, ið frammanundan eru talað av hinum heiløgu profetum, og boð Harrans og Frelsarans, sum ápostlar tykkara hava kunngjørt. (VD)

til at minnast tey orðini, sum áður eru talað av hinum heilagu profetunum, og tað boðið frá harranum og frelsaranum, sum ápostlar tykkara hava boðað; (JD)

2. Pætur

3:3

Knowing this first, that there shall come in the last days scoffers, walking after their own lusts, (KJB)

Vitandi hetta fyrst, at tað skulu koma í hinum síðstu døgum spottarar, gangandi eftir sínum egnu lystum, (FKJ1)

Fyrst og fremst skulu tit vita hetta, at á síðstu døgum skulu koma spottarar, sum spotta og ganga eftir sínum egnu lystum (VD)

og hetta skulu tit tá fyrst vita, at í teimum døgunum skulu koma spottarar við spotti, sum ganga eftir sínum egnu lystum (JD)

2. Pætur

3:4

And saying, Where is the promise of his coming? for since the fathers fell asleep, all things continue as they were from the beginning of the creation. (KJB)

Og sigandi, Hvar er fyrijáttanin um hansara komu? tí at síðan fedrarnir sovnaðu, halda øll ting áfram sum tey vóru frá byrjanini av skapanini. (FKJ1)

og siga: »Hvat verður av lyftinum um komu Hansara! Frá tí fedrarnir sovnaðu, er jú alt vorðið verandi, sum tað hevur verið, líka frá byrjan skapningsins(VD)

og siga: »Hvat verður úr fyrijáttanini um komu hansara? Tí at frá tí fedrarnir sovnaðu burtur, stendur alt við sama lag sum frá upphavi veraldarinnar(JD)

2. Pætur

3:9

The Lord is not slack concerning his promise, as some men count slackness; but is longsuffering to us-ward, not willing that any should perish, but that all should come to repentance. (KJB)

Harrin er ikki seinførur viðvíkjandi síni fyrijáttan, sum summir menn telja seinføri; men er langmóðigur mótvegis okkum, ikki villigur at nakar skuldi glatast, men at øll skuldu komið til umvendingar. (FKJ1)

Harrin er ikki seinførur við lyftinum - tóat summi halda tað vera seinføri - nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending. (VD)

Ikki drálar Harrin við fyrijáttanini, soleiðis sum summir halda tað fyri eina drálan; men heldur er hann langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar. (JD)

2. Pætur

3:10

But the day of the Lord will come as a thief in the night; in the which the heavens shall pass away with a great noise, and the elements shall melt with fervent heat, the earth also and the works that are therein shall be burned up. (KJB)

Men dagur Harrans vil koma sum ein tjóvur á nátt; í hvørjum himnarnir skulu ganga undir við einum miklum braki, og frumevnini skulu smelta við brennandi hita, jørðin eisini og tey verkini, sum á henni eru, skulu verða brend upp. (FKJ1)

Men dagur Harrans skal koma - sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp. (VD)

Men Harrans dagur skal koma eins og tjóvur; og tá skulu himnarnir ganga undir við miklum duni, og eldur skal koma í frumevnini, og tey skulu skiljast sundur, og jørðin og øll tey verk, sum á henni eru, skulu brenna upp. (JD)

2. Pætur

3:12

Looking for and hasting unto the coming of the day of God, wherein the heavens being on fire shall be dissolved, and the elements shall melt with fervent heat? (KJV)

Væntandi eftir og skundandi at komuni av degi Guðs, í hvørjum himnarnir, eldur verandi í teimum, skulu verða upploystir, og frumevnini skulu smelta við brennandi hita? (FKJ1)

meðan tit vænta og skunda undir komu Guds dags, sum skal gera, at himlarnir loysast sundur í eldi, og frumevnini bráðna av brennandi hita! (VD)

meðan tit vænta og skunda undir, at Guðs dagur skal koma, sum skal gera, at himnarnir skiljast sundur í eldi, og eldur kemur í frumevnini, so at tey bráðna. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen
Skriftin.com