2. Corinth

1:12


For our rejoicing is this, the testimony of our conscience, that in simplicity and godly sincerity, not with fleshly wisdom, but by the grace of God, we have had our conversation in the world, and more abundantly to you-ward. (KJB)

fagnaður okkara er hesin, vitnisburður samvitsku okkara, at í einfaldni og gudiligum ærligleika, ikki í kjøtligum vísdómi, men við náði Guðs, vit hava havt atferð okkara í heiminum, og meiri ríkiliga mótvegis tykkum. (F)

Tí hetta er rós okkara: Vitnisburðurin, ið samvitska okkara ber okkum um, at atferð okkara í heiminum - og serliga hjá tykkum - hevur verið í heilagleika og reinleika Guds, ikki í holdligum vísdómi, men í náði Guds. (VD)

Tí at hetta er rós okkara, vitnisburðurin í samvitsku okkara, at í heilagleika og reinleika Guðs, ikki í holdligum vísdómi, men í náði Guðs hava vit ferðast um í heiminum, og serstakliga hjá tykkum. (JD)

2. Corinth

1:14


As also ye have acknowledged us in part, that we are your rejoicing, even as ye also are ours in the day of the Lord Jesus. (KJB)

Sum tit eisini hava viðurkent okkum lutvís, at vit eru fagnaður tykkara, enntá sum tit eisini eru okkara á degi Harrans Jesu. (F)

- sum tit eisini fyri ein part hava skilt um okkum - at vit eru rós tykkara, eins og tit eru okkara á degi Harrans Jesusar. (VD)

líkasum tit eisini fyri ein part hava sannað um okkum, at vit eru rós tykkara, eins og tit eru okkara, á degi Jesu, harra várs. (JD)

2. Corinth

2:10


To whom ye forgive any thing, I forgive also: for if I forgave any thing, to whom I forgave it, for your sakes forgave I it in the person of Christ; (KJB)

Hvørjum tit fyrigevi nakað, eg fyrigevi eisini: tí um eg fyrigav nakað, mót hvørjum eg fyrigav tað, fyri tykkara sakir fyrigav eg tað í persóni Christs; (F)

Honum, ið tit fyrigeva nakað, fyrigevi eg við, sum eg eisini - um eg havi havt nakað at fyrigeva - havi fyrigivið tað fyri ásjón Kristusar, fyri tykkara skuld (VD)

Men tí, sum tit fyrigeva nakað, honum fyrigevi eg við. Tí at eisini tað, sum eg havi fyrigivið, - um eg havi havt nakað at fyrigeva, - tað havi eg gjørt fyri tykkara skuld, fyri ásjón Krists, (JD)

2. Corinth

2:15


For we are unto God a sweet savour of Christ, in them that are saved, and in them that perish: (KJB)

Tí vit eru Guði ein søtur angi av Christi, í teimum sum eru frelstir, og í teimum sum glatast: (F)

Tí vit eru góði angi Kristusar fyri Gudi - millum teirra sum frelst verða, og millum teirra, sum fortapast. (VD)

tí at vit eru Krists góði angi fyri Guði millum teirra, sum verða frelst, og millum teirra, sum glatast, (JD)

2. Corinth

2:17


For we are not as many, which corrupt the word of God: but as of sincerity, but as of God, in the sight of God speak we in Christ. (KJB)

Tí vit eru ikki eins og mangir sum spilla orð Guðs: men sum av ærligleika, men sum av Guði, í eygsjón Guðs tala vit í Christi. (F)

Tí vit eru ikki slíkir - sum so mangir - at vit rangsnúgva orð Guds til egnan vinning; nei, sum av reinleika, ja, sum av Gudi, tala vit fyri ásjón Guds í Kristusi. (VD)

Tí at vit eru ikki eins og hinir mongu, sum fara óreiðuliga við Guðs orði, men vit tala sum av reinleika, ja, sum av Guði, fyri ásjón Guðs í Kristi. (JD)

2. Corinth

3:4

And such trust have we through Christ to God-ward: (KJB)

Og slíkt álit hava vit gjøgnum Christ mótvegis Guði: (F)

Slíkt álit hava vit á Gudi við Kristusi (VD)

Men slíkt álit hava vit til Guðs fyri Krists skuld; (JD)

2. Corinth

3:12

Seeing then that we have such hope, we use great plainness of speech: (KJB)

Við tað tá at vit hava slíka vón, nýta vit miklan greiðleika av talu: (F)

Við tað at vit nú hava slíka vón, ganga vit fram við miklum dirvi (VD)

Við tað at vit nú hava slíka vón, tá halda vit fram við miklum treysti, (JD)

2. Corinth

3:18

But we all, with open face beholding as in a glass the glory of the Lord, are changed into the same image from glory to glory, even as by the Spirit of the Lord. (KJB)

Men vit allir, við opnum andliti skoðandi sum í einum glari dýrd Harrans, verða umbroyttir yvir í hina somu mynd frá dýrd til dýrdar, enntá sum av Anda Harrans. (F)

Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin. (VD)

Men vit allir, sum við óskýldum andliti avspegla dýrd Harrans, vit verða ummyndaðir til hina somu mynd frá dýrdleika til dýrdleika, við tað at tað kemur frá harra andans. (JD)

2. Corinth

4:4


In whom the god of this world hath blinded the minds of them which believe not, lest the light of the glorious gospel of Christ, who is the image of God, should shine unto them. (KJB)

Í hvørjum gudur hesa heims hevur blindað hugarnar á teim sum trúgva ei, at ikki ljósið av dýrdarfulla gleðiboðskapi Christs, hvør er mynd Guðs, skuldi skína innat teimum. (F)

- har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum. (VD)

hjá teimum, sum gudurin yvir hesum heimi hevur blindað hin vantrúna hugin á, fyri at ljósið frá gleðiboðskapinum um dýrd Krists, hann sum er Guðs mynd, ikki skuldi skína. (JD)

2. Corinth

4:6


For God, who commanded the light to shine out of darkness, hath shined in our hearts, to give the light of the knowledge of the glory of God in the face of Jesus Christ. (KJB)

Tí Guð, hvør beyð ljósinum at skína út úr myrkri, hevur skinið í hjørtum okkara, at geva ljósið av kunnleikanum til dýrd Guðs í andliti Jesu Christs. (F)

Tí Gud, sum beyð, at ljós skuldi skína fram úr myrkri, er tann, ið hevur latið tað skína í hjørtum okkara, fyri at kunnskapurin um dýrd Guds í ásjón Jesu Krists skuldi lýsa fram. (VD)

Tí at Guð, sum segði: »Úr myrkrinum skal ljós skína fram!« hann læt tað skína í hjørtum okkara, fyri at lata kunnleikan um Guðs dýrd í ásjón Krists lýsa fram. (JD)

2. Corinth

4:10


Always bearing about in the body the dying of the Lord Jesus, that the life also of Jesus might be made manifest in our body. (KJB)

Altíð berandi umkring í likaminum doygging Harrans Jesu, at lív Jesu eisini mátti verða gjørt eyðsýnt í likami okkara. (F)

Altíð bera vit deyða Jesusar við okkum í likaminum, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í likami okkara. (VD)

altíð berandi deyðing Jesu við okkum í likaminum, fyri at eisini Jesu lív má verða opinberað í likami okkara. (JD)

2. Corinth

4:14

Knowing that he which raised up the Lord Jesus shall raise up us also by Jesus, and shall present us with you. (KJB)

Vitandi at hann sum reisti upp Harran Jesus, skal reisa upp okkum eisini av Jesusi, og skal stilla fram okkum við tykkum. (F)

Tí vit vita, at Hann, sum reisti upp Harran Jesus, skal eisini reisa okkum upp við Jesusi og leiða okkum fram saman við tykkum. (VD)

við tað at vit vita, at hann, sum vakti upp Harran Jesus, skal eisini uppvekja okkum saman við Jesusi og leiða okkum fram saman við tykkum. (JD)

2. Corinth

5:11

Knowing therefore the terror of the Lord, we persuade men; but we are made manifest unto God; and I trust also are made manifest in your consciences. (KJB)

Kennandi tessvegna ræðslu Harrans, vit yvirtala menn; men vit eru gjørdir opinlýsir Guði; og eg líti á eisini eru gjørdir opinlýsir í samvitskum tykkara. (F)

Við tað at vit nú vita, hvat tað er at óttast Harran, royna vit at vinna menniskju; men fyri Gudi eru vit opinberir, og eg vóni, at vit eisini eru opinberir fyri samvitskum tykkara. (VD)

Við tað at vit tá kenna Harrans ótta, royna vit at vinna menniskjur, men fyri Guði eru vit opinlýsir; ja, eg vóni, at vit eisini eru opinlýsir fyri samvitskum tykkara. (JD)

2. Corinth

5:12

For we commend not ourselves again unto you, but give you occasion to glory on our behalf, that ye may have somewhat to answer them which glory in appearance, and not in heart. (KJB)

Tí vit geva ikki okkum sjálvum aftur viðmæli yvirfyri tykkum, men geva tykkum høvi at rósa tykkum okkara vegna, at tit mega hava eitthvørt at svara teim sum rósa sær í útsjónd, og ikki í hjarta. (F)

Vit fara nú ikki aftur at geva okkum sjálvum viðmæli til tykkara; men vit geva tykkum høvi at rósa tykkum av okkum, so tit kunnu hava okkurt at svara teimum, ið rósa sær av tí, sum teir eru útvortis, ikki í hjartanum. (VD)

Ikki geva vit aftur okkum sjálvum viðmæli til tykkara; men vit geva tykkum føri til at rósa tykkum av okkum, fyri at tit kunnu hava okkurt at svara teimum, sum rósa sær av hinum ytra og ikki av hjartalaginum. (JD)

2. Corinth

5:18


And all things are of God, who hath reconciled us to himself by Jesus Christ, and hath given to us the ministry of reconciliation; (KJB)

Og allir lutir eru av Guði, hvør hevur endursónað okkum til sín sjálvs við Jesusi Christi, og hevur givið til okkara endursóningar-tænastuna; (F)

Og alt er tað frá Gudi, sum við Kristusi samdi okkum við Seg sjálvan og gav okkum tænastu sáttarinnar. (VD)

Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðar-tænastuna; (JD)

2. Corinth

6:9


As unknown, and yet well known; as dying, and, behold, we live; as chastened, and not killed; (KJB)

Sum ókendir, og væl kendir; sum doyggjandi, og, sí, vit liva; sum agaðir, og ikki dripnir; (F)

sum ókendir og tó vælkendir, sum teir, ið doyggja, og vit liva tó enn, sum teir, ið verða tyktaðir, men tó ikki dripnir, (VD)

sum ókendir og tó alkendir, sum komnir til deyða, og sí, vit liva, sum revsaðir, og tó ikki avlívaðir, (JD)

2. Corinth

8:21


Providing for honest things, not only in the sight of the Lord, but also in the sight of men. (KJB)

Skaffandi fyri ærligar lutir, ikki einans í eygsjón Harrans, men eisini í eygsjón manna. (F)

Tí vit leggja okkum eftir tí, sum gott er, ikki bert í eygum Harrans, men eisini í eygum manna. (VD)

Tí at hugur okkara stendur til tað, sum gott er, ikki bert í Harrans eygum, men eisini í manna eygum. (JD)

2. Corinth

9:10


Now he that ministereth seed to the sower both minister bread for your food, and multiply your seed sown, and increase the fruits of your righteousness;) (KJB)

Nú, hann sum tænir sáð til sáðmansins, tæni bæði breyð til matar tykkara, og margfaldi sáaða sáð tykkara, og nøri um ávøkstirnar av rættvísi tykkara;) (F)

Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til, (VD)

Men tann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð til føðslu, hann skal eisini geva tykkum sáð og gera tað margfalt og geva avgrøðini av góðgerð tykkara vøkst, (JD)

2. Corinth

10:5


Casting down imaginations, and every high thing that exalteth itself against the knowledge of God, and bringing into captivity every thought to the obedience of Christ; (KJB)

Kastandi niður ímyndanir, og hvønn høgan lut sum upphevjar seg sjálvan ímóti kunnleika Guðs, og førandi inn í fangaskap hvørja hugsan til lýdnis Christs; (F)

- táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi, (VD)

við tað at vit bróta niður hugborgir og eitt og hvørt hálæti, sum reisir seg ímót kunnleikanum um Guð, og hertaka eins og hvørja hugsan til lýdni ímót Kristi, (JD)

2. Corinth

10:7


Do ye look on things after the outward appearance? If any man trust to himself that he is Christ's, let him of himself think this again, that, as he is Christ's, even so are we Christ's. (KJB)

Hyggja tit at lutum eftir hini útvortis útsjónd? Um nakar maður líti til sín sjálvs at hann er Christs, lat hann um seg sjálvan hugsa hetta aftur, at, eins og hann er Christs, enntá soleiðis eru vit Christs. (F)

Tit hyggja bert á hitt útvortis? Heldur onkur seg vera vísan í, at hann hoyrir Kristusi til, so dømi hann aftur frá sær sjálvum, at eins og hann hoyrir Kristusi til, hoyra eisini vit Honum til! (VD)

Lítið at tí, sum er beint fyri eygunum! Um einhvør heldur seg vísan í tí, at hann sjálvur hoyrir Kristi til, tá hugsi hann tað aftur frá sær sjálvum, at líkasum hann hoyrir Kristi til, soleiðis eisini vit. (JD)

2. Corinth

11:1


Would to God ye could bear with me a little in my folly: and indeed bear with me. (KJB)

Gævi Guð tit kundu borið yvir við mær eitt sindur í dárskapi mínum: og víst berið yvir við mær. (F)

Høvdu tit viljað tolt mær eitt sindur av dárskapi! Jú, tit skulu tola meg! (VD)

Gævi, at tit vildu tola eitt sindur av fávitsku av mær! Jú, ivaleyst hava tit tol við mær. (JD)

2. Corinth

11:3


But I fear, lest by any means, as the serpent beguiled Eve through his subtilty, so your minds should be corrupted from the simplicity that is in Christ. (KJB)

Men eg kvíði fyri, bara ikki við nøkrum midlum, eins og høgg-ormurin tøldi Evu gjøgnum sniðfundni sína, soleiðis sinni tykkara skuldu verðið spilt frá einfaldleikanum sum er í Christi. (F)

Men eg eri ræddur fyri, at eins og ormurin dáraði Evu við svikum sínum, soleiðis eisini hugsanir tykkara skulu spillast og vendast burt frá hinum einfalda trúskapi móti Kristusi. (VD)

Men eg kvíði fyri, at eins og ormurin sveik Evu við svikum sínum, soleiðis skulu eisini hugsanir tykkara verða spiltar og leiddar burtur frá hinum einfalda trúskapinum móti Kristi. (JD)

2. Corinth

11:6


But though I be rude in speech, yet not in knowledge; but we have been throughly made manifest among you in all things. (KJB)

Men tó eg veri meg ráur í talu, tó ikki í kunnleika; men vit eru vorðnir reiðiliga gjørdir eyðsýndir tykkara millum í øllum lutum. (F)

Um eg so eri ólærdur í talu, eri eg tað tó ikki í kunnskapi; tvørtur ímóti, á allan hátt og í øllum hava vit víst tykkum hann. (VD)

men um eg so eri ólærdur í taluni, eri eg tað tó ikki í kunnleikanum, heldur tvørtur ímót hava vit á allan hátt sýnt tykkum hann í øllum lutum. (JD)

2. Corinth

11:31


The God and Father of our Lord Jesus Christ, which is blessed for evermore, knoweth that I lie not. (KJB)

Guð og Faðir várs Harra Jesu Christs, sum er vælsignaður um ævir meir, veit at eg ljúgvi ikki. (F)

Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum signaður er í allar ævir, veit, at eg lúgvi ikki! (VD)

Guð og faðir Harrans Jesu, hann sum vælsignaður er allar ævir, veit, at eg ikki ljúgvi. (JD)

2. Corinth

12:9


And he said unto me, My grace is sufficient for thee: for my strength is made perfect in weakness. Most gladly therefore will I rather glory in my infirmities, that the power of Christ may rest upon me. (KJB)

Og hann segði við meg, Náði mín er tilstrekkilig hjá tær: tí máttur mín verður gjørdur fullkomin í veikleika. Mest gleðiliga tessvegna vil eg heldur rósa mær í veikleikum mínum, at kraft Christs má hvíla uppiá mær. (F)

Men Hann segði við meg: »Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.« - Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær. (VD)

Og hann hevur svarað mær: »Náði mín er tær nóg mikið; tí at mátturin verður fullkomin í máttloysi.« Nógv heldur vil eg tí fegin rósa mær av máttloysi mínum, fyri at máttur Krists má taka sær búgv hjá mær. (JD)

2. Corinth

12:11


I am become a fool in glorying; ye have compelled me: for I ought to have been commended of you: for in nothing am I behind the very chiefest apostles, though I be nothing. (KJB)

Eg eri vorðin ein dári í rósan; tit hava noytt meg: tí eg átti at havt verðið viðmæltur av tykkum: tí í ongum luti eri eg aftanfyri sjálvastu hinar fremstu apostlar, tó eg veri meg einkið. (F)

Eg eri vorðin dári - tit hava noytt meg til tað. Eg átti jú at fingið rós frá tykkum; tí eg stóð í ongum aftari enn hesir ógvuliga stóru »ápostlar« - um eg so einki eri. (VD)

Eg eri vorðin vitleysur. Tit hava noytt meg til tess; tí at eg átti at hava fingið viðmæli frá tykkum. Tí at í ongum luti stóð eg aftan fyri hinar ovurstóru ápostlarnar, um eg so einki eri. (JD)

2. Corinth

13:2


I told you before, and foretell you, as if I were present, the second time; and being absent now I write to them which heretofore have sinned, and to all other, that, if I come again, I will not spare: (KJB)

Eg segði tykkum áður, og fyrifram sigi tykkum, sum um eg var hjástaddur, í annað skiftið; og verandi frástaddur nú skrivi eg til teirra sum herframmanundan hava syndað, og til alra hinna, sum, um eg komi aftur, eg vil ikki eira: (F)

Eg havi sagt tað frammanundan, og eg sigi tað frammanundan - eins og táið eg aðru ferð var hjá tykkum, so eisini, nú eg ikki eri hjá tykkum - við tey, sum áður hava syndað, og við øll hini, at táið eg nú komi aftur, spari eg ikki! (VD)

Eg havi sagt tað fyrr og sigi tað fyrr, eins og tá ið eg var hjástaddur á øðrum sinni, soleiðis nú tá ið eg eri frástaddur, við teir, sum áður hava syndað, og við allar hinar, at tá ið eg komi aftur, vil eg ikki eira, (JD)

2. Corinth

13:5


Examine yourselves, whether ye be in the faith; prove your own selves. Know ye not your own selves, how that Jesus Christ is in you, except ye be reprobates? (KJB)

Kannið tykkum sjálvar, hvørt tit veri í trúnni; roynið tykkum sjálvar. Kenna tit ikki sjálvastir sjálvir, hvussu ið Jesus Christus er í tykkum, uttan tit veri afturrekingar? (FKJ1)

Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni, roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki tykkum sjálvar, at Kristus Jesus er í tykkum? Annars standa tit ikki royndina! (VD)

Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni; roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki á tykkum sjálvum, at Kristus Jesus er í tykkum? Tað skuldi so verið, at tit ikki standast prógvið. (JD)

2. Corinth

13:14

The grace of the Lord Jesus Christ, and the love of God, and the communion of the Holy Ghost, be with you all. Amen. (KJB)

Náði Harrans Jesu Christs, og kærleiki Guðs, og samfelag Heilaga Andans, veri við tykkum øllum. Amen. (F)

(13:13) Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum! (VD)

(13:13) Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen
Skriftin.com