Matthæus

17:21

Howbeit this kind goeth not out but by prayer and fasting. (KJB)

Hvussu enn er, hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu. (FKJ)

Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu.« (VD)

[Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu«].* (JD)


*Hetta versið stendur ikki í summum av teimum elstu handskriftunum; lænt frá Mark. 9,29.

Markus

9:29

And he said unto them, This kind can come forth by nothing, but by prayer and fasting. (KJB)

Og hann segði við teir, Hetta slagið kann koma út við ongum, uttan við bøn og føstu. (FKJ)

Hann svaraði teimum: »Hetta slagið rekst ikki út við nøkrum uttan við bøn og føstu.« (VD)

Og hann segði við teir: »Hetta slagið fer ikki út við nøkrum, uttan við bøn [og føstu].« (JD)


*Hesi bæði orðini eru ikki í summum av teimum elstu handskriftunum.

Gerningar

Apostlanna

10:30

And Cornelius said, Four days ago I was fasting until this hour; and at the ninth hour I prayed in my house, and, behold, a man stood before me in bright clothing, (KJB)

Og Cornelius segði, Fyri fýra døgum síðani fastaði eg inntil henda tíma; og við hin níggjunda tíma bað eg í húsi mínum, og sí, ein maður stóð frammanfyri mær í bjørtum klædnaði, (FKJ)

Tá svaraði Kornelius: »Fyri fýra døgum síðani bað eg í húsi mínum; tað var júst um hesa tíðina, um níggjunda tíman. Og tá stóð maður í skínandi klæðum framman fyri mær. (VD)

Og Kornelius segði: »Fyri fýra døgum síðan, okkurt um nóntíð líkasum nú, helt eg bøn í húsi mínum; og sí, ein maður stóð framman fyri mær í skínandi klæðum; (JD)

Fyrra

Corinthbræv

7:5

Defraud ye not one the other, except it be with consent for a time, that ye may give yourselves to fasting and prayer; and come together again, that Satan tempt you not for your incontinency. (KJB)

Svíkið tit ikki hvørt annað, uttan tað veri við samtykki í eina tíð, at tit mega geva tykkum sjálv til føstu og bønar; og komið saman aftur, at Satan freisti tykkum ikki fyri tykkara ófráhaldni. (FKJ)

Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum - eina tíð, so tit fáa givið tykkum til bøn - og komið so saman aftur, fyri at Satan skal ikki freista tykkum, av tí at tit eru ikki ment at vera fráhaldandi! (VD)

Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum, uttan at tað so er í samráði fyri eina tíð, fyri at tit kunnu hava náðir til bønahalds, og komið so saman aftur, fyri at Sátan ikki skal freista tykkum, við tað at tit ikki kunnu vera fráhaldandi. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen
Skriftin.com