Galatarar

1:14


And profited in the Jews' religion above many my equals in mine own nation, being more exceedingly zealous of the traditions of my fathers. (KJB)

Og gagnaði í átrúnaði Jødanna uppum mangar mínar javningar í míni egnu tjóð, verandi meiri ovurhondsligani vandlátur um siðir fedra mína. (FKJ1)

Eg fór longur í jødadóminum enn mangir javnaldrar í fólki mínum; eg var enn ídnari fyri lærdómum fedra mína. (VD)

Og eg fór longur í Jødadóminum enn mangir javnaldrar mínir í fólki mínum, í tí at eg var nógv meira vandin um lærdómarnar frá fedrum mínum. (JD)

Galatarar

1:18


Then after three years I went up to Jerusalem to see Peter, and abode with him fifteen days. (KJB)

So, eftir trý ár, fór eg niðan til Jerusalem at hitta Pætur, og varð hjá honum fimtan dagar. (FKJ1)

Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerúsalem at læra Kefas at kenna, og eg steðgaði hjá honum fimtan dagar. (VD)

Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerúsalem fyri at verða kendur við Kefas, og varð verandi hjá honum fimtan dagar. (JD)

Galatarar

1:24

And they glorified God in me. (KJB)

Og tey dýrðmettu Guð í mær. (FKJ1)

Og tey prísaðu Gudi fyri meg.(VD)

Og tey lovaðu Guði fyri meg. (JD)

Galatarar

2:6

But of these who seemed to be somewhat, (whatsoever they were, it maketh no matter to me: God accepteth no man's person:) for they who seemed to be somewhat in conference added nothing to me: (KJB)

Men av hesum sum tóktust at vera eitthvørt, (hvatso teir vóru, tað ger mær ikki mun: Guð góðtekur ongan mans persón:) tí at teir, sum tóktust at vera eitthvørt í ráðførslu, løgdu einkið afturat mær: (FKJ1)

Men teir, ið vóru hildnir at vera nakað - hvat teir nú vóru, er mær tað sama, Gud ger ikki mannamun - eg sigi, hinir mest umhildnu áløgdu mær einki meir; (VD)

Men av teimum, sum vóru hildnir at vera nakað, - hvat teir áður vóru, ger mær ikki mun; Guð ger ongan mannamun - viðvíkjandi mær, ið hvussu var, løgdu hinir gitnu einki aftrat. (JD)

Galatarar

2:11

But when Peter was come to Antioch, I withstood him to the face, because he was to be blamed. (KJB)

Men tá ið Pætur var komin til Antiochiu, mótstóð eg honum upp í andlitið, av tí at hann var at verða lastaður. (FKJ1)

Men táið Kefas kom til Antiokia, steig eg upp móti honum beint upp í eyguni - tí hann var at lasta. (VD)

Men tá ið Kefas kom til Antiokíu, mótmælti eg honum, og tað beint upp í eyguni á honum, tí at hann var sekur. (JD)

Galatarar

2:14

But when I saw that they walked not uprightly according to the truth of the gospel, I said unto Peter before them all, If thou, being a Jew, livest after the manner of Gentiles, and not as do the Jews, why compellest thou the Gentiles to live as do the Jews? (KJB)

Men tá eg sá, at teir gingu ikki reiðiligani samsvarandi við sannleika gleðiboðskaparins, segði eg við Pætur frammi fyri teim øllum, Um tú, verandi Jødi, livirt eftir háttarlagi Heidninga, og ikki sum Jødarnir gera, hví noyðirt tú Heidningarnar at liva sum Jødarnir gera? (FKJ1)

Men táið eg sá, at teir gingu ikki beint fram eftir sannleikanum í evangeliinum, segði eg við Kefas, so allir hoyrdu: »Táið tú, sum Jødi ert, livir sum heidningur og ikki sum Jødi, hvussu kanst tú tá tvinga heidningarnar at liva sum Jødar!« (VD)

Men tá ið eg sá, at teir ikki gingu beina leið eftir sannleika gleðiboðskaparins, segði eg við Kefas, so øll hoyrdu: »Tá ið tú, sum ert Jødi, livir eftir heidnum og ikki eftir jødiskum siðum, hvussu kanst tú tá noyða heidningarnar til at liva sum Jødar?« (JD)

Galatarar

2:17


But if, while we seek to be justified by Christ, we ourselves also are found sinners, is therefore Christ the minister of sin? God forbid. (KJB)

Men um, meðan vit søkja at verða rættvísgjørdir við Christi, vit sjálvir eisini verða funnir syndarar, er tessvegna Christus tænarin hjá synd? Guð sýti fyri. (FKJ1)

Men um vit, táið vit royndu at verða rættvísgjørdir í Kristusi, sjálvir eisini funnust at vera syndarar, er Kristus fyri tað tænari syndarinnar! Minni enn so! (VD)

Men um vit, tá ið vit royndu at verða rættvísgjørdir í Kristi, eisini sjálvir royndust at vera syndarar, er tá Kristus vorðin tænari fyri synd? Á ongum sinni! (JD)

Galatarar

3:1


O dársomu Galatarar, hvør hevur trøllbundið tykkum, at tit skuldu ikki lýða sannleikan, frammi fyri hvørs eygum Jesus Christus hevur verðið eyðsýniliga settur fram, krossfestur tykkara millum? (FKJ1)

O dársomu Galatarar, hvør hevur trøllbundið tykkum, at tit skuldu ikki lýða sannleikan, frammi fyri hvørs eygum Jesus Christus hevur verðið eyðsýniliga settur fram, krossfestur tykkara millum? (FKJ1)

Tit skilaleysu Galatar! Hvør hevur gandað tykkum, tit, sum Jesus Kristus varð málaður fyri eygum, sum krossfestur! (VD)

O, tykkara skilaleysu Galatar! Hvør hevur forgjørt tykkum, tit sum tó fingu Jesus Krist uppmálaðan krossfestan fyri eygunum á tykkum? (JD)

Galatarar

3:3


Are ye so foolish? having begun in the Spirit, are ye now made perfect by the flesh? (KJB)

Eru tit so dársamir? havandi byrjað í Andanum, eru tit nú gjørdir fullkomnir av kjøtinum? (FKJ1)

So lítið skilja tit! Tit byrjaðu í Anda - fara tit nú at enda í holdi? (VD)

Eru tit so skilaleysir? Tit, sum byrjaðu í anda, ætla tit nú at enda í holdi? (JD)

Galatarar

3:7


Know ye therefore that they which are of faith, the same are the children of Abraham. (KJB)

Viti tit tessvegna, at teir, sum eru av trúgv, hinir somu eru børn Ábrahams. (FKJ1)

Tí skulu tit vita, at tey, sum eru av trúgv, eru børn Ábrahams. (VD)

Tí skulu tit vita, at tey, sum hava trúgv, tey eru børn Ábrahams. (JD)

Galatarar

3:16


Gen 13:15

Now to Abraham and his seed were the promises made. He saith not, And to seeds, as of many; but as of one, And to thy seed, which is Christ. (KJB)

Nú, til Ábrahams og sáðs hansara vórðu fyrijáttanirnar gjørdar. Hann sigur ikki, Og til sáða, sum um mangar; men sum um ein, Og til sáðs tíns, sum er Christus. (FKJ1)

Nú vórðu lyftini givin Ábrahami og avkomi hansara; ikki stendur »avkomum«, sum um nógvar, men sum um ein: »Og avkomi tínum« - og tað er Kristus. (VD)

Men nú vórðu fyrijáttanirnar givnar Ábrahami og avkomi hansara; - tað stendur ikki »og avkomum«, sum vóru tað fleiri, men »og avkomi tínum,« líkasum tá ið um ein er at tala, og tað er Kristus. (JD)

Galatarar

3:17


And this I say, that the covenant, that was confirmed before of God in Christ, the law, which was four hundred and thirty years after, cannot disannul, that it should make the promise of none effect. (KJB)

Og hetta sigi eg, at sáttmálan, sum varð staðfestur frammanundan av Guði í Christi, kann lógin, sum varð fýra hundrað og tríati ár aftaná, ikki ógilda, at hon skuldi gjørt fyrijáttanina av ongari virkni. (FKJ1)

Tað, sum eg vil siga, er hetta: Sáttmála, ið frammanundan er staðfestur av Gudi, kann lógin, sum kom 430 ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis. (VD)

Tað sum eg vil siga, er hetta: Ein sáttmála, sum frammanundan var staðfestur av Guði, kann lógin, sum kom fýra hundrað og tríati ár seinni, ikki gera ónýtan, so at hon skuldi gera fyrijáttanina til einkis. (JD)

Galatarar

3:21


Is the law then against the promises of God? God forbid: for if there had been a law given which could have given life, verily righteousness should have been by the law. (KJB)

Er lógin tá ímóti Guðs fyrijáttanum? Guð sýti fyri: tí at um tað hevði verið ein lóg givin, sum kundi havt givið lív, sanniliga skuldi rættvísi havt verið við lógini. (FKJ1)

Er tá lógin ímóti lyftum Guds! Minni enn so! - Ja, var lóg givin, sum kundi gjørt livandi, so kom rættvísin veruliga av lóg. (VD)

Er tá lógin ímót fyrijáttanum Guðs? Á ongum sinni! Tí at um ein lóg hevði verið givin, sum hevði kunnað gjørt livandi, tá hevði rættvísin vissuliga fingist av lóg. (JD)

Galatarar

3:29


And if ye be Christ's, then are ye Abraham's seed, and heirs according to the promise. (KJB)

Og um tit veri Christs, tá eru tit sáð Ábrahams, og arvingar samsvarandi við fyrijáttanina. (FKJ1)

Men hoyra tit Kristusi til, so eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir lyfti. (VD)

Men um tit hoyra Kristi til, tá eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir fyrijáttan. (JD)

Galatarar

4:1


Now I say, That the heir, as long as he is a child, differeth nothing from a servant, though he be lord of all; (KJB)

Nú, eg sigi, At arvingin, so leingi sum hann er barn, bregður einkið frá einum tænara, hóast hann veri harri yvir øllum; (FKJ1)

Men eg sigi: So leingi sum arvingin er barn, er eingin munur á honum og træli, tóat hann er harri yvir øllum; (VD)

Men eg sigi: Alla ta tíð, sum arvingin er óviti, er eingin munur á honum og træli, tó at hann er harri yvir øllum; (JD)

Galatarar

4:6


And because ye are sons, God hath sent forth the Spirit of his Son into your hearts, crying, Abba, Father. (KJB)

Og av tí at tit eru synir, hevur Guð sent fram Anda Sonar síns inn í hjørtu tykkara, rópandi, Abba, Faðir. (FKJ1)

Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: »Abba! Faðir!« (VD)

Men av tí at tit eru synir, tá hevur Guð sent anda sonar síns í hjørtu okkara, sum rópar: »Abba, faðir!« (JD)

Galatarar

4:7


Wherefore thou art no more a servant, but a son; and if a son, then an heir of God through Christ. (KJB)

Hvørsvegna tú ert ikki meira tænari, men sonur; og um sonur, tá arvingi Guðs gjøgnum Christ. (FKJ1)

Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi. (VD)

So ert tú tá ikki longur trælur, men sonur; men ert tú sonur, tá ert tú eisini arvingi fyri Guðs sakir. (JD)

Galatarar

4:8


Howbeit then, when ye knew not God, ye did service unto them which by nature are no gods. (KJB)

Hvussu veri tað seg tá, tá ið tit kendu ikki Guð, gjørdu tit teimum tænastu, sum av náttúru eru eingir gudar. (FKJ1)

Ta tíðina tit ikki kendu Gud, trælaðu tit undir gudunum, sum av náttúru eingir gudar eru. (VD)

Men ta tíðina, tá ið tit ikki kendu Guð, trælaðu tit undir teimum gudum, sum í roynd og veru ikki eru gudar. (JD)

Galatarar

4:13


Ye know how through infirmity of the flesh I preached the gospel unto you at the first. (KJB)

Tit vita, hvussu gjøgnum veikleika av kjøtinum eg prædikaði tykkum gleðiboðskapin í fyrstani. (FKJ1)

Men tit vita, at tað var likamligur veikleiki hjá mær, sum gjørdi, at eg fyrstu ferð kom at kunngera tykkum evangeliið. (VD)

Men tit vita, at ein likamligur veikleiki hjá mær var orsøkin til, at eg á fyrsta sinni boðaði tykkum gleðiboðskapin; (JD)

Galatarar

4:15


Where is then the blessedness ye spake of? for I bear you record, that, if it had been possible, ye would have plucked out your own eyes, and have given them to me. (KJB)

Hvar er tá signaðssemin tit talaðu um? tí at eg beri tykkum vitnisburð, at um tað hevði verið gjørligt, vildu tit havt slitið út tykkar egnu eygu, og havt givið tey til mín. (FKJ1)

- Sum tit prísaðu tykkum lukkuligar tá! Tí eg gevi tykkum tann vitnisburð, at hevði tað verið møguligt, so rivu tit eyguni úr tykkum og góvu mær tey. (VD)

Hvar er tá nú sæluprísan tykkara? Tí at tann vitnisburð gevi eg tykkum, at hevði tað verið møguligt, tá høvdu tit stungið eyguni út úr tykkum og givið mær tey. (JD)

Galatarar

4:19


My little children, of whom I travail in birth again until Christ be formed in you, (KJB)

Míni lítlu børn, av hvørjum eg aftur havi føðingarverkir, inntil Christus verði myndaður í tykkum, (FKJ1)

Børn míni, sum eg nú aftur føði við kvølum, inntil Kristus er vorðin sjónskur í tykkum! (VD)

Børn míni, sum eg av nýggjum føði við hørðum verkjum, inntil Kristus er vorðin myndaður í tykkum! (JD)

Galatarar

4:26


But Jerusalem which is above is free, which is the mother of us all. (KJB)

Men Jerusalem, sum er fyri oman, er fræls, sum er móðir okkar alra. (FKJ1)

Men Jerúsalem, ið omanfyri er, tað er frítt, og tað er móðir okkara. (VD)

Men Jerúsalem, sum er fyri oman, er fræls, og hon er móðir okkara. (JD)

Galatarar

5:4


Christ is become of no effect unto you, whosoever of you are justified by the law; ye are fallen from grace. (KJB)

Christus er vorðin tykkum av ongari virkni, hvørjirsumhelst av tykkum eru rættvísgjørdir við lógini; tit eru falnir frá náði. (FKJ1)

Tit eru skildir frá Kristusi, tit, ið vilja verða rættvísgjørdir av lóg; tit eru falnir úr náðini. (VD)

Tit, sum vilja verða rættvísgjørdir við lóg, tit eru skildir frá Kristi, tit eru falnir úr náðini. (JD)

Galatarar

5:8

This persuasion cometh not of him that calleth you. (KJB)

Henda yvirtala kemur ikki av honum sum kallar tykkum. (FKJ1)

Henda yvirtaling kemur ikki frá Honum, ið kallaði tykkum. (VD)

Henda yvirtalan er ikki frá honum, sum kallaði tykkum. (JD)

Galatarar

5:10

I have confidence in you through the Lord, that ye will be none otherwise minded: but he that troubleth you shall bear his judgment, whosoever he be. (KJB)

Eg havi treyst á tykkum gjøgnum Harran, at tit vilja vera ongan øðrvísi hátt sinnaðir: men hann, sum órógvar tykkum, skal bera dóm sín, hvørsumhelst hann veri seg. (FKJ1)

Eg havi tað álit á tykkum í Harranum, at tit onga aðra hugsan vilja hava; men tann, ið villir tykkum, skal bera dóm sín, hvør hann so er. (VD)

Eg havi tað treystið til tykkara í Harranum, at nakað annað ikki verður tykkum í huga. Men tann, sum villir tykkum, skal fáa dóm sín at bera, hvør hann so er. (JD)

Galatarar

5:12


I would they were even cut off which trouble you. (KJB)

Eg vildi, at teir vórðu enntá skornir av, sum órógva tykkum. (FKJ1)

Eg vildi, at teir skuldu skorið seg sjálvar sundur, teir, ið villleiða tykkum. (VD)

Gævi, at teir, sum øsa tykkum upp, høvdu limlestað seg sjálvar! (JD)

Galatarar

5:19


Now the works of the flesh are manifest, which are these; Adultery, fornication, uncleanness, lasciviousness, (KJB)

Nú, kjøtsins verk eru eyðsýnd, hvørji eru hesi; Hordómur, siðloysi, óreinska, skendska, (FKJ1)

Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi, (VD)

Men holdsins verk eru opinlýs, og tey eru: ólevnað, óreinskapur, ólíkligskapur, (JD)

Galatarar

5:20


Idolatry, witchcraft, hatred, variance, emulations, wrath, strife, seditions, heresies, (KJB)

Avgudadýrkan, heksakunstur, hatur, sundurlyndi, kappstríð, vreiði, klandur, tvídráttir, ranglærur, (FKJ1)

avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur, (VD)

skurðgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, meinhugi, vreiði, illfýsni, tvídráttur, ósemja, (JD)

Galatarar

5:21


Envyings, murders, drunkenness, revellings, and such like: of the which I tell you before, as I have also told you in time past, that they which do such things shall not inherit the kingdom of God. (KJB)

Øvundanir, myrðir, fyllskapur, ólátaskapir, og tílíkt: um hvørt eg sigi tykkum frammanundan, eins og eg eisini havi sagt tykkum í farnari tíð, at teir, sum gera slíkar lutir, skulu ikki arva kongadømi Guðs. (FKJ1)

øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan - eins og eg eisini áður havi sagt - at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds. (VD)

øvund, drykkjuskapur, fyllskapur og annað tílíkt; og um hetta sigi eg tykkum frammanundan, líkasum eg áður havi sagt, at teir, sum slíkt gera, skulu ikki arva Guðs ríki. (JD)

Galatarar

5:22


But the fruit of the Spirit is love, joy, peace, longsuffering, gentleness, goodness, faith, (KJB)

Men ávøkstur Andans er kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildsemi, góðsemi, trúgv, (FKJ1)

Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti, (VD)

Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, / spakføri, fráhald. (JD)

Galatarar

5:24


And they that are Christ's have crucified the flesh with the affections and lusts. (KJB)

Og teir, sum eru Christs, hava krossfest kjøtið við lystunum og girndunum. (FKJ1)

Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess. (VD)

Men tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum. (JD)

Galatarar

6:1


Brethren, if a man be overtaken in a fault, ye which are spiritual, restore such an one in the spirit of meekness; considering thyself, lest thou also be tempted. (KJB)

Brøður, um ein maður verði yvirtikin í einum feili, tit, sum eru andligir, upprættið ein slíkan í anda eyðmjúkleikans; havandi teg sjálvan í huga, at ikki tú eisini verði freistaður. (FKJ1)

Brøður! Um nú onkur skuldi verðið tikin av fótum av onkrari synd, so hjálpið honum til rættis, tit andaligu, við spakførisanda, og síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður! (VD)

Brøður! Um ein maður skuldi komið fyri einahvørja misgerð, tá hjálpið tit, sum andligir eru, honum til rættis við spakføris anda; men hygg um teg sjálvan, at ikki tú eisini skalt verða freistaður! (JD)

Galatarar

6:4


But let every man prove his own work, and then shall he have rejoicing in himself alone, and not in another. (KJB)

Men lat hvønn mann royna sítt egna verk, og tá skal hann hava fagnað í sær sjálvum aleina, og ikki í einum øðrum. (FKJ1)

Nei, ein og hvør royni sítt egna verk! Tá skal hann hava rós sítt, bert eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er. (VD)

Men ein og hvør skal rannsaka sítt egna verk, og tá skal hann hava rós eina eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er. (JD)

Galatarar

6:9


And let us not be weary in well doing: for in due season we shall reap, if we faint not. (KJB)

Og latum oss ei troyttast í vælgering: tí at á rættari tíð skulu vit heysta, um vit maktist ei. (FKJ1)

Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat. (VD)

Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast. (JD)

Galatarar

6:11


Ye see how large a letter I have written unto you with mine own hand. (KJB)

Tit síggja, hvussu stórt bræv eg havi skrivað til tykkara við míni egnu hond. (FKJ1)

Hyggið, við hvussu stórum støvum eg havi skrivað til tykkara við míni egnu hond! (VD)

Hyggið, við hvussu stórum bókstøvum eg skrivi til tykkara við míni egnu hond! (JD)

Galatarar

6:14


But God forbid that I should glory, save in the cross of our Lord Jesus Christ, by whom the world is crucified unto me, and I unto the world. (KJB)

Men Guð sýti fyri, at eg skuldi rósað mær, uttan í krossi várs Harra Jesu Christs, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum. (FKJ1)

Men eg - langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum! (VD)

Men tað veri langt frá mær at rósa mær av øðrum enn av krossi várs harra Jesu Krists; tí at fyri hansara skuld er heimurin krossfestur fyri mær og eg fyri heiminum. (JD)

Galatarar

6:15


For in Christ Jesus neither circumcision availeth any thing, nor uncircumcision, but a new creature. (KJB)

Tí at í Christi Jesusi gagnar hvørki umskering nakað, ella óumskering, men ein nýggjur skapningur. (FKJ1)

Tí hvørki tað at vera umskorin ella tað at vera óumskorin er nakað; alt varir um at vera nýggjur skapningur. (VD)

Tí at hvørki er umskering nakað ella yvirhúð, men eina nýggjur skapningur. (JD)

Galatarar

6:17


From henceforth let no man trouble me: for I bear in my body the marks of the Lord Jesus. (KJB)

Hiðanífrá lat ongan mann órógva meg: tí at eg beri í mínum likami merkini Harrans Jesu. (FKJ1)

Hereftir geri eingin mær ófrið! Tí eg beri merki Jesusar á likami mínum. (VD)

Hereftir geri eingin mær ónáðir! tí at eg beri merki Jesu á likami mínum. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen