1. Corinth

1:2

Unto the church of God which is at Corinth, to them that are sanctified in Christ Jesus, called to be saints, with all that in every place call upon the name of Jesus Christ our Lord, both theirs and ours: (KJB)

Til kirkju Guðs hvørja er í Corinth, til teirra sum eru halgaðir í Christi Jesusi, kallaðir at vera heilagir, við øllum sum á hvørjum staði kalla á navn Jesu Christs Harra várs, bæði teirra og okkara: (F)

til samkomu Guds, sum í Korint er, tey, sum halgað eru í Kristi Jesusi, kallað, heiløg, saman við øllum, sum á einum og hvørjum staði ákalla navn Harra okkara Jesu Krists - teirra og okkara. (VD)

senda heilsan til Guðs kirkjulið, sum er í Korint, tey sum eru halgað í Kristi Jesusi, sum eru kallað, sum eru heilag, saman við øllum teimum, sum ákalla navn várs harra Jesu Krists á einum og hvørjum staði, bæði hjá teimum og hjá okkum. (JD)

1. Corinth

1:8

Who shall also confirm you unto the end, that ye may be blameless in the day of our Lord Jesus Christ. (KJB)

Hvør skal eisini støðufesta tykkum fram at endanum, at tit mega vera ólastandi á degi várs Harra Jesu Christs. (F)

- Hansara, sum eisini skal staðfesta tykkum líka til endan - ólastandi á degi Harra okkara Jesu Krists. (VD)

hann sum eisini skal staðfesta tykkum til endans, so at tit mega vera ólastandi á degi várs harra Jesu Krists. (JD)

1. Corinth

1:10

Now I beseech you, brethren, by the name of our Lord Jesus Christ, that ye all speak the same thing, and that there be no divisions among you; but that ye be perfectly joined together in the same mind and in the same judgment. (KJB)

Nú, eg trábiði tykkum, brøður, við navn várs Harra Jesu Christs, at tit allir tali hin sama lut, og at tað verði ongar sundurdeilingar tykkara millum; men at tit verði fullkomiliga sameinaðir í hinum sama huga og í hini somu døming. (F)

Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan. (VD)

Men eg áminni tykkum, brøður, fyri navns várs harra Jesu Krists skuld, at tit allir mega vera á einum máli, og at ikki má vera tvídráttur tykkara millum, men at tit mega vera fullkomiliga sameindir í sama huga og í somu hugsan. (JD)

1. Corinth

1:15

Lest any should say that I had baptized in mine own name. (KJB)

At ikki nakar skuldi siga at eg hevði doypt í mínum egna navni. (F)

so eingin kann siga, at tit vórðu doypt til navn mítt! (VD)

fyri at eingin skal kunna siga, at tað var til mítt navn, tit vórðu doyptir. (JD)

1. Corinth

1:18

For the preaching of the cross is to them that perish foolishness; but unto us which are saved it is the power of God. (KJB)

prædikanin av krossinum er fyri teim sum glatast fávitska; men okkum sum eru frelstir er hon kraft Guðs. (F)

orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds. (VD)

Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft. (JD)

1. Corinth

1:23

But we preach Christ crucified, unto the Jews a stumblingblock, and unto the Greeks foolishness; (KJB)

Men vit prædika Christ kross-festan, Jødunum snávingarsteinur, og Grikkunum fávitska; (F)

men vit prædika Kristus krossfestan - Jødum ástoyt og heidningum dárskap, (VD)

men vit boða Krist krossfestan, Jødum meinboga, men heidningum dárskap, (JD)

1. Corinth

1:29

That no flesh should glory in his presence. (KJB)

At einkið kjøt skuldi rósa sær í nærveru hansara. (F)

so einki hold skal rósa sær fyri Gudi. (VD)

til tess at ikki skal nakað hold rósa sær fyri Guði. (JD)

1. Corinth

1:30

But of him are ye in Christ Jesus, who of God is made unto us wisdom, and righteousness, and sanctification, and redemption: (KJB)

Men av honum eru tit í Christi Jesusi, hvør av Guði er gjørdur okkum vísdómur, og rættvísi, og halgan, og endurloysing: (F)

Men av Honum eru tit, í Kristi Jesusi - sum er vorðin okkum vísdómur frá Gudi, rættvísi, heilaggering og endurloysing, (VD)

Men honum er tað at takka, at tit eru í Kristi Jesusi, sum er vorðin okkum vísdómur frá Guði og rættvísi og halgan og endurloysing, (JD)

1. Corinth

2:4

And my speech and my preaching was not with enticing words of man's wisdom, but in demonstration of the Spirit and of power: (KJB)

Og tala mín og prædikan mín var ikki við tølandi orðum av vísdómi mans, men í sannvísing av Andanum og av kraft: (F)

Tala mín og prædika mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft, (VD)

Og tala mín og boðan mín var ikki við sannførandi vísdómsorðum, men við ásannan av anda og kraft, (JD)

1. Corinth

2:7

But we speak the wisdom of God in a mystery, even the hidden wisdom, which God ordained before the world unto our glory: (KJB)

Men vit tala vísdóm Guðs í einum loyndardómi, enntá hin fjalda vísdóm, hvønn Guð fyriskipaði áðrenn verøldina okkum til dýrdar: (F)

Nei, vit tala vísdóm Guds, hin loynda, sum duldur var, og sum Gud frammanundan, frá ævigum tíðum, hevði ætlað okkum til dýrd. (VD)

men vit tala Guðs vísdóm í einum loyndarmáli, hin dulda, sum Guð frá ævigum tíðum hevur fyriskipað okkum til dýrdar, (JD)

1. Corinth

2:10

But God hath revealed them unto us by his Spirit: for the Spirit searcheth all things, yea, the deep things of God. (KJB)

Men Guð hevur opinberað okkum teir við Anda sínum: tí Andin kannar allar lutir, ja, hinar djúpu lutir Guðs. (F)

Men okkum hevur Gud opinberað tað við Anda Sínum. Andin rannsakar jú alt, eisini dýpdir Guds. (VD)

Men okkum hevur Guð opinberað tað við andanum; tí at andin rannsakar alt, eisini dýpdir Guðs. (JD)

1. Corinth

2:12

Now we have received, not the spirit of the world, but the spirit which is of God; that we might know the things that are freely given to us of God. (KJB)

Nú, vit hava móttikið, ikki anda heimsins, men andan sum er av Guði; at vit máttu kenna teir lutir sum eru frítt givnir til okkara av Guði. (F)

Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men Andan, ið er frá Gudi, fyri at vit skulu vita, hvat okkum er givið av Gudi. (VD)

Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men andan, sum er frá Guði, fyri at vit skulu vita, hvat ið okkum er givið av Guði, (JD)

1. Corinth

2:13

Which things also we speak, not in the words which man's wisdom teacheth, but which the Holy Ghost teacheth; comparing spiritual things with spiritual. (KJB)

Hvørjar lutir vit eisini tala, ikki í orðunum sum vísdómur mans lærir, men sum Heilagi Andin lærir; berandi saman andaligar lutir við andaligar. (F)

Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum. (VD)

og tað tala vit um, ikki við orðum, sum eru lærd av menniskjuligum vísdómi, men við orðum, sum eru lærd av andanum, við tað at vit týða andlig evni við andligum orðum*. (JD)


*ella: fyri andligum menniskjum.

1. Corinth

2:15

But he that is spiritual judgeth all things, yet he himself is judged of no man. (KJB)

Men hann sum er andaligur dømir allar lutir, tó verður sjálvur hann dømdur av ongum manni. (F)

Men hin andaligi dømir um alt; sjálvur verður hann dømdur av ongum. (VD)

Men hin andligi dømir um alt, men sjálvur verður hann ikki dømdur av nøkrum. (JD)

1. Corinth

3:3

For ye are yet carnal: for whereas there is among you envying, and strife, and divisions, are ye not carnal, and walk as men? (KJB)

Tí tit eru enn kjøtligir: tí hvar ið tað er ímillum tykkara øvundan, og stríð, og sundurdeilingar, eru tit ikki kjøtligir, og ganga eins og menn? (F)

tí tit eru holdlig enn. Tí táið øvund og træta er tykkara millum, eru tit tá ikki holdlig og bera tykkum at, sum menniskju eru von! (VD)

Tí at tit eru enn holdligir. Tí at tá ið øvund og trætnaður er tykkara millum, eru tit tá ikki holdligir og fara at á manna vísi? (JD)

1. Corinth

3:4

For while one saith, I am of Paul; and another, I am of Apollos; are ye not carnal? (KJB)

Tí meðan ein sigur, Eg eri av Paulusi; og ein annar, Eg eri av A-pol´-los-i; eru tit ikki kjøtligir? (F)

Táið ein sigur: »Eg eri Paulusarmaður!« ein annar: »Eg eri Apollosarmaður!« - eru tit tá ikki »menniskju«! (VD)

Tí at tá ið ein sigur: »Eg eri í parti Paulusar,« og annar: »Eg eri í parti Ápollosar,« eru tit tá ikki menniskjur? (JD)

1. Corinth

3:5

Who then is Paul, and who is Apollos, but ministers by whom ye believed, even as the Lord gave to every man? (KJB)

Hvør er tá Paulus, og hvør er A-pol´-los, uttan tænarar av hvørjum tit trúðu, enntá sum Harrin gav til hvørs mans? (F)

Hvat er tá Apollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum tit komu til trúgv við - og tað, eftir sum Harrin gav einum og hvørjum. (VD)

Hvat er tá Ápollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum fingu tykkum til at taka við trúgv, og tað eftir sum Harrin gav hvørjum fyri seg. (JD)

1. Corinth

3:15

If any man's work shall be burned, he shall suffer loss: but he himself shall be saved; yet so as by fire. (KJB)

Um verk nakars mans skal verða brent, hann skal líða tap: men sjálvur hann skal verða frelstur; tó sum við eldi. (F)

men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld. (VD)

Um verkið hjá einumhvørjum brennur upp, tá skal hann missa hana; men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum úr eldi. (JD)

1. Corinth

3:17

If any man defile the temple of God, him shall God destroy; for the temple of God is holy, which temple ye are. (KJB)

Um nakar maður dálki tempul Guðs, hann skal Guð oyðileggja; tí tempul Guðs er heilagt, hvørt tempul tit eru. (F)

Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit. (VD)

Um einhvør oyðir Guðs tempul, tá skal Guð oyða hann; tí at heilagt er Guðs tempul, og tað eru tit. (JD)

1. Corinth

3:18

Let no man deceive himself. If any man among you seemeth to be wise in this world, let him become a fool, that he may be wise. (KJB)

Lat ongan mann villleiða seg sjálvan. Um nakar maður tykkara millum tykist at vera vísur í hesi verøld, lat hann gerast ein dári, at hann má verða vísur. (F)

Eingin dári seg sjálvan! Tykist nakar millum tykkara at vera vísur í hesum heimi - hann verði dári, fyri at hann kann verða vísur! (VD)

Eingin svíki seg sjálvan! Um einhvør tykist vera vísur tykkara millum í hesum heimi, hann verði ein dári, fyri at hann kann verða vísur! (JD)

1. Corinth

4:1

Let a man so account of us, as of the ministers of Christ, and stewards of the mysteries of God. (KJB)

Latið mann soleiðis rokna um okkum, sum um tænarar Christs, og umsjónarmenn yvir loyndardómum Guðs. (F)

Soleiðis skulu vit vera roknaðir: Sum tænarar Kristusar og húshaldarar yvir loyndarmálum Guds. (VD)

Soleiðis haldi menn okkum fyri tænarar Krists og húshaldarar yvir loyndardómum Guðs. (JD)

1. Corinth

4:2

Moreover it is required in stewards, that a man be found faithful. (KJB)

Harafturat verður tað kravt av umsjónarmonnum, at ein maður verði funnin trúfastur. (F)

- Annars krevst av húshaldarum, at teir skulu finnast at vera trúgvir. (VD)

Annars verður her kravt av húshaldarum, at ein og hvør má roynast trúgvur. (JD)

1. Corinth

4:6

And these things, brethren, I have in a figure transferred to myself and to Apollos for your sakes; that ye might learn in us not to think of men above that which is written, that no one of you be puffed up for one against another. (KJB)

Og hesar lutir, brøður, havi eg í eini mynd ført yvir á meg sjálvan og á A-pol´-los fyri tykkara sakir; at tit máttu læra í okkum ikki at hugsa um menn omanfyri tað sum stendur skrivað, at eingin av tykkum verði blásin upp fyri einum ímóti øðrum. (F)

Hetta, brøður, havi eg fyri tykkara skuld heimført til mín sjálvs og Apollos, so tit á okkum kunnu læra hetta: »Ikki út um tað, sum skrivað stendur!« - fyri at eingin av tykkum skal blásast upp, fyri einum og móti øðrum. (VD)

Men hetta, brøður, havi eg nýtt um meg sjálvan og Ápollos fyri tykkara skuld, fyri at tit, við at hava okkum sum dømi, mega læra hetta: ikki at fara longur enn skrivað stendur, til tess at eingin tykkara skal blása seg upp fyri einum móti øðrum. (JD)

1. Corinth

4:8

Now ye are full, now ye are rich, ye have reigned as kings without us: and I would to God ye did reign, that we also might reign with you. (KJB)

Nú eru tit mettir, nú eru tit ríkir, tit hava rátt sum kongar uttan okkum: og eg vildi til Guðs tit ráddu, at vit eisini máttu ráða við tykkum. (F)

Tit eru longu vorðnir mettir, tit eru longu vorðnir ríkir, tit eru vorðnir kongar uttan okkum! Ja, høvdu tit verið vorðnir kongar! So kundu eisini vit verðið kongar saman við tykkum! (VD)

Tit eru longu vorðnir mettir; tit eru longu vorðnir ríkir; uttan okkum eru tit vorðnir kongar; ja, gævi satt, at tit vóru vorðnir kongar, so at vit eisini kundu vera kongar saman við tykkum! (JD)

1. Corinth

4:16

Wherefore I beseech you, be ye followers of me. (KJB)

Hvørsvegna eg trábiði tykkum, verið tit eftirfylgjarar av mær. (F)

Eg áminni tykkum tí: Verið eftirfylgjarar mínir! (VD)

Eg áminni tykkum tí: verðið eftirfylgjarar mínir! (JD)

1. Corinth

4:20

For the kingdom of God is not in word, but in power. (KJB)

kongadømi Guðs er ikki í orði, men í kraft. (F)

Ríki Guds er jú ikki orð, men kraft. (VD)

Tí at Guðs ríki er ikki í orðum, men í kraft. (JD)

1. Corinth

5:1

It is reported commonly that there is fornication among you, and such fornication as is not so much as named among the Gentiles, that one should have his father's wife. (KJB)

Tað verður javnan fráboðað at tað er hordómur tykkara millum, og slíkur hordómur sum verður ikki so mikið sum nevndur Heidninganna millum, at ein skuldi havt ektakonu faðirs síns. (F)

Yvirhøvur hoyrist um siðloysi tykkara millum, og tað slíkt siðloysi, sum enntá ikki finst millum heidningarnar - at ein livir saman við konu faðirs síns. (VD)

Yvirhøvur frættist um hor tykkara millum, og tað slíkt hor, sum enntá ikki er at finna hjá heidningunum, at maður heldur saman við konu faðirs síns. (JD)

1. Corinth

5:4

In the name of our Lord Jesus Christ, when ye are gathered together, and my spirit, with the power of our Lord Jesus Christ, (KJB)

Í navni várs Harra Jesu Christs, tá ið tit eru savnaðir saman, og andi mín, við kraft várs Harra Jesu Christs, (FKJ1)

at táið tit og andi mín koma saman, skal hann, í navni Harra okkara Jesusar og við kraft Harra okkara Jesusar, (VD)

hann skal í navni várs harra Jesu, við tað at andi mín og andi tykkara eru saman komnir við kraft várs harra Jesu, (JD)

1. Corinth

5:7


1Pe 4:1


Purge out therefore the old leaven, that ye may be a new lump, as ye are unleavened. For even Christ our passover is sacrificed for us: (KJB)

Reinskið út, tessvegna, tað gamla súrdeiggið, at tit mega verða nýggjur klumpur, eins og tit eru ósúrgaðir. Tí at enntá Christus - umleyp okkara - er sláturofraður fyri okkum: (FKJ1)

Reinsið tí burt hitt gamla súrdeiggið, so tit kunnu vera nýtt deiggj! Tit eru jú ósúrgaðir - tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus. (VD)

Reinskið burtur hitt gamla súrdeiggið, fyri at tit mega vera nýtt deiggj, eins og tit eru ósúrgaðir; tí at eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus. (JD)

1. Corinth

5:8

Therefore let us keep the feast, not with old leaven, neither with the leaven of malice and wickedness; but with the unleavened bread of sincerity and truth. (KJB)

Tessvegna latum okkum halda hátíðina, ikki við gomlum súrdeiggi, eiheldur við súrdeiggi illvilja og vondsku; men við hinum ósúrgaða breyði ærligleiks og sannleiks. (F)

Latið okkum tí halda høgtíð, ikki við gomlum súrdeiggi, ei heldur við súrdeiggi óndskapar og gudloysis, men við ósúrgaða breyði reinleiks og sannleiks! (VD)

Latum okkum tí halda hátíð, ikki við gomlum súrdeiggi ella við ilsku og óargaskapar súrdeiggi, men við reinleiks og sannleiks ósúrgaðu breyðum! (JD)

1. Corinth

6:7

Now therefore there is utterly a fault among you, because ye go to law one with another. Why do ye not rather take wrong? why do ye not rather suffer yourselves to be defrauded? (KJB)

Nú, tessvegna er tað aldeilis ein feilur tykkara millum, av tí at tit fara í rættin hvør við øðrum. Hví taka tit ikki heldur órætt? hví loyva tit ikki heldur tykkum sjálvar at verða sviknar? (F)

Nú er at siga, at tað er longu skeivt hjá tykkum, at tit hava sakir hvør við annan. Hví líða tit ikki fyrr órætt! Hví tola tit ikki fyrr skaða! (VD)

Annars er tað nú longu ein minkan fyri tykkum, at tit hava sakarmál hvør við annan. Hví líða tit ikki heldur órætt? Hví lata tit ikki heldur verða tikið frá tykkum? (JD)

1. Corinth

6:9

Know ye not that the unrighteous shall not inherit the kingdom of God? Be not deceived: neither fornicators, nor idolaters, nor adulterers, nor effeminate, nor abusers of themselves with mankind, (KJB)

Vita tit ikki at hinir órættvísu skulu ikki arva kongadømi Guðs? verðið ikki villleiddir: hvørki leyslivarar, ella avgudadýrkarar, ella hordómsfremjarar, ella kvinnu-látugir, ella misbrúkarar av sær sjálvum við mannkyni, (F)

Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd, (VD)

Ella vita tit ikki, at órættvísir ikki skulu arva Guðs ríki. Villist ikki! Hvørki siðloysingar ella avgudadýrkarar ella horkallar ella teir, sum lata seg brúka til ónáttúrligt ólevnað, ella teir, sum fremja slíkt ólevnað, (JD)

1. Corinth

6:10

Nor thieves, nor covetous, nor drunkards, nor revilers, nor extortioners, shall inherit the kingdom of God. (KJB)

Ella tjóvar, ella gírigir, ella drykkjumenn, ella illmælismenn, ella peninganoyðarar, skulu arva kongadømi Guðs. (F)

hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds! (VD)

ella tjóvar ella gírugir ella drykkjumenn ella illmælismenn ella ránsmenn skulu arva Guðs ríki. (JD)

1. Corinth

6:11

And such were some of you: but ye are washed, but ye are sanctified, but ye are justified in the name of the Lord Jesus, and by the Spirit of our God. (KJB)

Og slíkir vóru summir av tykkum: men tit eru tváaðir, men tit eru halgaðir, men tit eru rættvísgjørdir í navni Harrans Jesu, og við Anda Guðs várs. (F)

Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara. (VD)

Og hetta vóru tit, summir av tykkum. Men tit vórðu tváaðir, ja, tit vórðu halgaðir, tit vórðu rættvísgjørdir í navni Harrans Jesu Krists og í anda Guðs várs. (JD)

1. Corinth

6:12

All things are lawful unto me, but all things are not expedient: all things are lawful for me, but I will not be brought under the power of any. (KJB)

Allir lutir eru lógligir mær, men allir lutir eru ikki gagnligir: allir lutir eru lógligir hjá mær, men eg vil ikki verða førdur undir máttin av nøkrum. (F)

Eg havi loyvi til alt - men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt - men eg má einki lata fáa vald á mær! (VD)

Alt er mær loyvt; men ikki alt er gagnligt. Alt er mær loyvt, men eg skal ikki lata nakað fáa vald á mær. (JD)

1. Corinth

6:15

Know ye not that your bodies are the members of Christ? shall I then take the members of Christ, and make them the members of an harlot? God forbid. (KJB)

Vita tit ikki at likam tykkara eru limir Christs? skal eg tá taka limir Christs, og gera teir limirnar hjá eini skøkju? Guð sýti fyri. (F)

Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Kristusar? Skal eg tá taka limir Kristusar og gera teir til skøkjulimir! Minni enn so! (VD)

Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Krists? Skal eg tá taka limir Krists og gera teir til skøkju-limir? Á ongum sinni! (JD)

1. Corinth

6:20

For ye are bought with a price: therefore glorify God in your body, and in your spirit, which are God's. (KJB)

Tí at tit eru keyptir við einum virði: tessvegna dýrðmetið Guð í tykkara likami, og í tykkara anda, sum eru Guðs. (FKJ1)

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara! (VD)

Tí at tit eru keyptir dýrt. Ærið tí Guð í likami tykkara! (JD)

1. Corinth

7:1

Now concerning the things whereof ye wrote unto me: It is good for a man not to touch a woman. (KJB)

Nú, viðvíkjandi lutunum um hvørjar tit skrivaðu til mín: Tað er gott fyri ein mann ikki at nema við eina kvinnu.

Nú, viðvíkjandi tí, sum tit skrivaðu um, so er tað manni gott, ikki at nema kvinnu. (VD)

Men viðvíkjandi tí, sum tit skrivaðu um, tá er tað gott fyri mann ikki at nema kvinnu. (JD)

1. Corinth

7:3

Let the husband render unto the wife due benevolence: and likewise also the wife unto the husband. (KJB)

Ektamaðurin rindi ektakonuni skyldiga góðvild: og líkaleiðis eisini ektakonan ekta-manninum. (F)

Maðurin geri konuni skyldu sína, somuleiðis eisini konan manninum! (VD)

Maðurin geri konuni skyldu sína, og somuleiðis eisini konan manninum. (JD)

1. Corinth

7:5

Defraud ye not one the other, except it be with consent for a time, that ye may give yourselves to fasting and prayer; and come together again, that Satan tempt you not for your incontinency. (KJB)

Svíkið tit ikki hvørt annað, uttan tað veri við samtykki í eina tíð, at tit mega geva tykkum sjálv til føstu og bønar; og komið saman aftur, at Satan freisti tykkum ikki fyri tykkara ófráhaldni. (FKJ1)

Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum - eina tíð, so tit fáa givið tykkum til bøn - og komið so saman aftur, fyri at Satan skal ikki freista tykkum, av tí at tit eru ikki ment at vera fráhaldandi! (VD)

Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum, uttan at tað so er í samráði fyri eina tíð, fyri at tit kunnu hava náðir til bønahalds, og komið so saman aftur, fyri at Sátan ikki skal freista tykkum, við tað at tit ikki kunnu vera fráhaldandi. (JD)

1. Corinth

7:9

But if they cannot contain, let them marry: for it is better to marry than to burn. (KJB)

Men um tey kunnu ikki halda sær, lat tey giftast: tí tað er betri at giftast enn at brenna. (F)

Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, so giftist tey! Betri er at giftast enn at brenna av girnd. (VD)

Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, tá gifti tey seg; tí at betri er at gifta seg enn at brenna av girnd. (JD)

1. Corinth

7:17

But as God hath distributed to every man, as the Lord hath called every one, so let him walk. And so ordain I in all churches. (KJB)

Men sum Guð hevur deilt út til hvørs mans, sum Harrin hevur kallað hvønn og ein, soleiðis lat hann ganga. Og soleiðis fyriskipi eg í øllum kirkjum. (F)

Tó skal ein og hvør gera, so sum Harrin hevur givið honum, sum Gud hevur kallað hann. Soleiðis skipi eg fyri í øllum samkomunum. (VD)

Bert at ein og hvør má gera soleiðis, sum Harrin hevur givið honum í lut, sum Guð hevur kallað hann. Og soleiðis skipi eg fyri í øllum kirkjuliðunum. (JD)

1. Corinth

7:21

Art thou called being a servant? care not for it: but if thou mayest be made free, use it rather. (KJB)

Ert tú kallaður verandi tænari? legg ei í tað: men um tú kanst verða gjørdur fríur, brúka tað heldur. (F)

Vart tú kallaður sum trælur, so ger tær onga sorg av tí! Men kanst tú eisini verða frælsur, so tak fyrr tað! (VD)

Ert tú kallaður sum trælur? Ber ikki sút um tað! Men um enn tú eisini kanst verða frælsur, tá ger tær tess meira gott úr tí*. (JD)


Ella: Men kanst tú eisini verða frelstur, tá vel tað heldur

1. Corinth

7:22

For he that is called in the Lord, being a servant, is the Lord's freeman: likewise also he that is called, being free, is Christ's servant. (KJB)

Tí hann sum er kallaður í Harranum, verandi tænari, er frímaður Harrans: líkaleiðis eisini hann sum er kallaður, verandi fríur, er tænari Christs. (F)

Tí tann, sum kallaður er í Harranum sum trælur, er hin frígivni Harrans; á sama hátt er eisini tann, ið kallaður er sum frælsur, trælur Kristusar. (VD)

Tí at tann trælur, sum er kallaður í Harranum, er frímaður Harrans; á sama hátt er tann, sum kallaður er sum frælsur maður, trælur Krists. (JD)

1. Corinth

7:25

Now concerning virgins I have no commandment of the Lord: yet I give my judgment, as one that hath obtained mercy of the Lord to be faithful. (KJB)

Nú, viðvíkjandi jomfrúm havi eg einkið boð av Harranum: tó gevi eg døming mína, sum ein ið hevur lutast miskunn av Harranum at vera trúfastur. (F)

Nú, viðvíkjandi hinum ógiftu - tá havi eg einki boð frá Harranum; men eg sigi tað, ið eg haldi - sum tann, ið Harrin av náði hevur givið at vera trúverdur. (VD)

Men viðvíkjandi moyggjunum havi eg einki boð frá Harranum; men eg seti fram mína meining sum tann, ið fingið hevur ta náði av Harranum at vera trúsagdur. (JD)

1. Corinth

7:27

 Art thou bound unto a wife? seek not to be loosed. Art thou loosed from a wife? seek not a wife. (KJB)

Ert tú bundin at ektakonu? søk ikki at verða loystur. Ert tú loystur frá ektakonu? søk ikki ektakonu. (F)

Ert tú bundin til konu, so royn ikki at verða loystur! Ert tú ikki bundin til konu, so søk ikki konu! (VD)

Ert tú bundin til konu? Royn tá ikki at verða leysur. Ert tú leysur av konu? Søk tær tá ikki konu. (JD)

1. Corinth

7:28

But and if thou marry, thou hast not sinned; and if a virgin marry, she hath not sinned. Nevertheless such shall have trouble in the flesh: but I spare you. (KJB)

Men og um tú gifti teg, tú hevurt ikki syndað; og um ein jomfrú gifti seg, hon hevur ikki syndað. Hóast hetta, slík skulu hava trongslu í kjøtinum: men eg spari tykkum. (F)

Men um so er, at tú giftist, syndar tú ikki, og um hin ógifta kvinnan giftist, syndar hon ikki; tó koma slík at fáa trongd í holdinum - men eg vildi spart tykkum. (VD)

Men um tú eisini giftist, syndar tú ikki; og um ein moyggj giftist, syndar hon ikki; men trongd vilja slík fáa fyri hold sítt, men eg vil spara tykkum. (JD)

1. Corinth

7:31

And they that use this world, as not abusing it: for the fashion of this world passeth away. (KJB)

Og teir ið brúka henda heim, sum ei misbrúkandi hann: tí skap hesa heims gongur undir. (F)

og tey, ið nýta heimin, sum tey høvdu ikki nýtt hann; tí hesin heimur - soleiðis sum hann nú sær út - forgongur; (VD)

og teir, sum nýta heimin, sum nýttu teir hann ikki. Tí at skapilsið á hesum heimi forferst. (JD)

1. Corinth

7:34

There is difference also between a wife and a virgin. The unmarried woman careth for the things of the Lord, that she may be holy both in body and in spirit: but she that is married careth for the things of the world, how she may please her husband. (KJB)

Tað er munur eisini ímillum ektakonu og jomfrúar. Hin ógifta kvinnan hevur umsorgan fyri lutum Harrans, at hon má vera heilag bæði í likami og í anda: men hon sum er gift hevur umsorgan fyri lutum heimsins, hvussu hon má toknast ektamanni sínum. (F)

Eisini er munur á konu og ógiftari kvinnu. Hin ógifta hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hon kann vera heiløg, bæði í likami og anda; men hin gifta hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hon kann toknast manninum. (VD)

Og tað er eisini munur á konuni og moynni. Hin ógifta moyggin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir Harranum til, fyri at hon má vera heilag bæði viðvíkjandi likami og anda; men hin gifta konan hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir heiminum til, hvussu hon kann toknast manninum. (JD)

1. Corinth

7:39

The wife is bound by the law as long as her husband liveth; but if her husband be dead, she is at liberty to be married to whom she will; only in the Lord. (KJB)

Ektakonan er bundin við lógini so leingi sum ektamaður hennara livir; men um ektamaður hennara veri deyður, hon er við frælsi at verða gift við hvørjum hon vilji; einans í Harranum. (F)

Konan er bundin, so leingi sum maður hennara livir; men er maður hennara deyður, er henni frítt at giftast við hvørjum, hon vil - bert tað verður gjørt í Harranum. (VD)

Konan er bundin, so leingi sum maður hennara er á lívi; men doyr maðurin, er hon leys, so at hon kann gifta seg við hvørjum, hon vil; bert at tað verður gjørt í Harranum. (JD)

1. Corinth

8:1

Now as touching things offered unto idols, we know that we all have knowledge. Knowledge puffeth up, but charity edifieth. (KJB)

Nú, hvat nertir lutum ofraðum skurðgudum, vit vita at vit allir hava kunnleika. Kunnleiki blæsur upp, men vælvild byggir upp. (F)

Viðvíkjandi kjøtinum av avgudaofrum, so vita vit, at vit øll hava kunnskap - kunnskapurin blæsur upp, kærleikin byggir upp; (VD)

Men viðvíkjandi kjøtinum frá skurðgudaofrunum, vita vit, at vit allir hava kunnugleika. Kunnugleikin blæsur upp, men kærleikin byggir upp. (JD)

1. Corinth

8:9

But take heed lest by any means this liberty of yours become a stumblingblock to them that are weak. (KJB)

Men verið varnir at ikki við nøkrum háttalagi hetta frælsi tykkara gerist ein snávingarsteinur hjá teimum sum eru veikir. (F)

Síggið tó til, at hetta frælsi tykkara verður ikki hinum veiku til ástoyt! (VD)

Men gevið gætur, at hetta frælsi tykkara ikki verður hinum veiku ein meinbogi! (JD)

1. Corinth

9:1

Am I not an apostle? am I not free? have I not seen Jesus Christ our Lord? are not ye my work in the Lord? (KJB)

Eri eg ikki ein apostul? eri eg ikki fríur? havi eg ikki sæð Jesus Christ váran Harra? eru tit ikki verk mítt í Harranum? (F)

Eri eg ikki frælsur! Eri eg ikki ápostul! Havi eg ikki sæð Jesus, Harra okkara! Eru tit ikki verk mítt í Harranum! (VD)

Eri eg ikki fríur? Eri eg ikki ápostul? Havi eg ikki sæð Jesus, harra okkara? Eru tit ikki verk mítt í Harranum? (JD)

1. Corinth

9:3

Mine answer to them that do examine me is this, (KJB)

Aftursvar mítt til teirra sum rannsaka meg er hetta, (F)

Hetta er verja mín móti teimum, ið døma meg. (VD)

Hetta er vørn mín móti teimum, sum døma um meg. (JD)

1. Corinth

9:17

For if I do this thing willingly, I have a reward: but if against my will, a dispensation of the gospel is committed unto me. (KJB)

Tí um eg geri henda lut viljugliga, havi eg eitt endurgjald: men um ímóti vilja mínum, eitt trúarhúshald gleðiboðskaparins er mær litið til. (F)

Geri eg tað av fríum vilja, eigi eg løn, og geri eg tað av noyðslu, so er tað húshald, ið mær er litið upp í hendur. (VD)

Tí at geri eg hetta av fríum vilja, tá fái eg løn; men geri eg tað ikki av fríum vilja, tá er tað eitt húshald, sum mær er litið til. (JD)

1. Corinth

9:18

What is my reward then? Verily that, when I preach the gospel, I may make the gospel of Christ without charge, that I abuse not my power in the gospel. (KJB)

Hvat er tá mítt endurgjald? Sanniliga, at tá ið eg prædiki gleðiboðskapin, kann eg fremja gleðiboðskap Christs uttan kostnað, at eg misbrúki ikki mín mátt í gleðiboðskapinum. (FKJ1)

Hvat er tá løn mín? At eg, táið eg kunngeri evangeliið, geri tað fyri einki og soleiðis ikki geri nýtslu av rætti mínum í evangeliinum. (VD)

Hvør er tá løn mín? At eg, tá ið eg boði gleðiboðskapin, geri tað fyri einki, so at eg ikki geri nýtslu av rætti mínum í gleðiboðskapinum. (JD)

1. Corinth

9:20

And unto the Jews I became as a Jew, that I might gain the Jews; to them that are under the law, as under the law, that I might gain them that are under the law; (KJB)

Og Jødunum gjørdist eg sum Jødi, at eg mátti vinna Jødarnar; fyri teimum sum eru undir lógini, sum undir lógini, at eg mátti vinna teir sum eru undir lógini; (F)

Eg eri vorðin Jødunum sum Jødi - fyri at vinna Jødar; teimum, ið undir lógini eru, eri eg vorðin sum ein, ið undir lógini er - tóat eg sjálvur eri ikki undir lóg - fyri at vinna tey, sum undir lógini eru; (VD)

Og eg eri vorðin Jødum sum Jødi, til tess at eg kann vinna Jødar; teimum, sum eru undir lóg, eins og tann, sum er undir lóg, tó at eg sjálvur ikki eri undir lóg, til tess at vinna teir, sum eru undir lóg; (JD)

1. Corinth

9:22

To the weak became I as weak, that I might gain the weak: I am made all things to all men, that I might by all means save some. (KJB)

Fyri hinum veiku gjørdist eg sum veikur, at eg mátti vinna hinar veiku: eg eri gjørdur allar lutir fyri øllum monnum, at eg mátti við øllum midlum frelsa summar. (F)

Hinum veiku eri eg vorðin veikur - fyri at vinna hini veiku; eg eri vorðin øllum alt, fyri, ið hvussu er, at frelsa nøkur! (VD)

Hinum veiku eri eg vorðin veikur, til tess at eg kann vinna hinar veiku. Øllum eri eg vorðin alt, til tess at eg, ið hvussu er, má kunna frelsa nakrar. (JD)

1. Corinth

9:23

And this I do for the gospel's sake, that I might be partaker thereof with you. (KJB)

Og hetta eg geri fyri gleðiboð-skaparins søk, at eg mátti verða luthavari í honum við tykkum. (F)

Alt geri eg fyri evangeliums skuld, fyri at eg kann fáa part saman við tí. (VD)

Men alt geri eg fyri gleðiboðskaparins skuld, til tess at eg má fáa lut við honum. (JD)

1. Corinth

10:9

Neither let us tempt Christ, as some of them also tempted, and were destroyed of serpents. (KJB)

Eiheldur latum okkum freista Christ, sum summir av teimum eisini freistaðu, og vórðu  oyddir av høggormum. (F)

Latið okkum heldur ikki freista Harran, eins og nakrir av teimum freistaðu Hann - og vórðu dripnir av ormum! (VD)

Latum okkum ikki heldur freista Guð, eins og nakrir av teimum freistaðu hann og vórðu týndir av slangum. (JD)

1. Corinth

10:10

Neither murmur ye, as some of them also murmured, and were destroyed of the destroyer. (KJB)

Eiheldur knarri tit, sum summir av teimum eisini knarraðu, og vórðu oyddir av oyðaranum. (F)

Knarrið heldur ikki, eins og nakrir av teimum knarraðu - og vórðu oyddir av oyðaranum! (VD)

Metist ikki heldur, eins og nakrir av teimum mettust, og vórðu oyðilagdir av oyðileggjaranum! (JD)

1. Corinth

10:11

Now all these things happened unto them for ensamples: and they are written for our admonition, upon whom the ends of the world are come. (KJB)

Nú, allir hesir lutir hendu teimum til fyridømir: og teir eru skrivaðir fyri okkara formaning, uppá hvørjar endar veraldarinnar eru komnir. (F)

Hetta hendi teir sum fyridømi, men tað er skrivað okkum til ávaring, sum hinar síðstu tíðir eru komnar til. (VD)

Men alt hetta hendi tey sum fyridømi; men tað er skrivað okkum til ávaringar, sum endin á øldunum er komin til. (JD)

1. Corinth

10:23

All things are lawful for me, but all things are not expedient: all things are lawful for me, but all things edify not. (KJB)

Allir lutir eru loyviligir hjá mær, men allir lutir eru ikki gagnligir; allir lutir eru loyviligir hjá mær,  men allir lutir byggja ikki upp. (F)

Alt er loyviligt - men ikki alt er gagnligt! Alt er loyviligt - men ikki alt byggir upp! (VD)

Alt er loyvt, men ikki er alt gagnligt. Alt er loyvt, men ikki alt byggir upp. (JD)

1. Corinth

10:24

Let no man seek his own, but every man another's wealth. (KJB)

Eingin maður søki sítt egna, men hvør maður eins annars uppríking. (F)

Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans! (VD)

Eingin søki sín egna bata, men tað sum er bati hjá øðrum! (JD)

1. Corinth

10:28


But if any man say unto you, This is offered in sacrifice unto idols, eat not for his sake that shewed it, and for conscience sake: for the earth is the Lord's, and the fulness thereof: (KJB)

Men um nakar maður sigi við tykkum, Hetta er ofrað skurðgudum í sláturofri, etið ikki hansara vegna sum sýndi tað, og samvitskunnar  vegna: at jørðin er Harrans, og fylling hennar: (F)

Men sigur onkur við tykkum: »Hetta er offurkjøt!« so latið vera at eta tað - fyri hansara skuld, sum segði tykkum tað, og fyri samvitskunnar skuld! (VD)

Men um einhvør sigur við tykkum: »Hetta er offurkjøt,« tá etið ikki, fyri hansarar skuld, sum varaði tykkum við, og fyri samvitskunnar skuld. (JD)

1. Corinth

11:2

Now I praise you, brethren, that ye remember me in all things, and keep the ordinances, as I delivered them to you. (KJB)

Nú, eg prísi tykkum, brøður, at tit minnast mín í øllum lutum, og halda fyriskipanirnar, sum eg handaði tykkum tær. (F)

Eg rósi tykkum fyri, at tit í øllum minnast meg og halda fast við lærdómarnar, soleiðis sum eg gav tykkum teir. (VD)

Eg rósi tykkum fyri tað, at tit í øllum lutum minnast til mín, og at tit halda fast við fyriskipanir mínar, soleiðis sum eg skipaði tykkum fyri. (JD)

1. Corinth

11:24

And when he had given thanks, he brake it, and said, Take, eat: this is my body, which is broken for you: this do in remembrance of me. (KJB)

Og tá ið hann hevði veitt tøkkir, breyt hann tað, og segði, Takið, etið: hetta er likam mítt, sum verður brotið fyri tykkum: hetta gerið í endurminning um meg. (F)

takkaði, breyt tað og segði: »Hetta er likam Mítt, sum givið verður fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!« (VD)

og takkaði og breyt tað og segði: »Hetta er likam mítt, sum er fyri tykkum; gerið hetta til mínar áminningar!« (JD)

1. Corinth

11:29

For he that eateth and drinketh unworthily, eateth and drinketh damnation to himself, not discerning the Lord's body. (KJB)

Tí hann sum etur og drekkur óverdugliga, etur og drekkur heldøming til sín sjálvs, ei gerandi mun á likami Harrans. (F)

Tí tann, ið etur og drekkur, etur og drekkur dóm yvir seg, aktar hann ikki eftir likaminum. (VD)

Tí at tann, sum etur og drekkur, hann etur og drekkur sær sjálvum til dóms, tá ið hann ikki ger mun á likaminum. (JD)

1. Corinth

11:30

For this cause many are weak and sickly among you, and many sleep. (KJB)

Fyri hesa grund eru mangir veikir og sjúkligir tykkara millum, og mangir sova. (F)

- Tí eru mong veik og sjúk tykkara millum, og mong sovna burtur. (VD)

Av teirri orsøk eru so mong ússalig og sjúk tykkara millum, og mong sovna burtur. (JD)

1. Corinth

12:3

Wherefore I give you to understand, that no man speaking by the Spirit of God calleth Jesus accursed: and that no man can say that Jesus is the Lord, but by the Holy Ghost. (KJB)

Hvørsvegna eg gevi tykkum at skilja, at eingin maður talandi við Anda Guðs kallar Jesus bannaðan: og at eingin maður kann siga at Jesus er Harrin uttan við Heilaga Andanum. (F)

Tí kunngeri eg tykkum, at eingin, sum talar í Anda Guds, sigur: »Bannaður er Jesus!« og at eingin kann siga: »Jesus er Harri!« uttan í Heilaga Andanum. (VD)

Tí kunngeri eg tykkum, at eingin, sum talar av Guðs anda, sigur: »Bannaður er Jesus!« og eingin kann siga: »Jesus er Harri,« uttan av heilagum anda. (JD)

1. Corinth

12:26

And whether one member suffer, all the members suffer with it; or one member be honoured, all the members rejoice with it. (KJB)

Og hvørt ein limur líði, allir limirnir líða við honum; ella ein limur verði heiðraður, allir limirnir fegnast við honum. (F)

Líður nú ein limur, líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, gleðast allir limirnir við. (VD)

Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við. (JD)

1. Corinth

12:31

But covet earnestly the best gifts: and yet shew I unto you a more excellent way. (KJB)

Men girnist inniliga hinar bestu gávur: og enn sýni eg tykkum ein meiri avbæran veg. (F)

- Men tráið eftir hinum størstu náðigávum! - Og so skal eg vísa tykkum ein mangan betri veg. (VD)

Men tráið eftir hinum størstu náðigávunum! Og eg skal vísa tykkum á ein ólíka betri veg. (JD)

1. Corinth

13:1

Though I speak with the tongues of men and of angels, and have not charity, I am become as sounding brass, or a tinkling cymbal. (KJB)

Tó eg tali við tungum manna og eingla, og havi ikki vælvild, eg eri vorðin eins og ljómandi messing, ella klingandi ljóðskál. (F)

Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla. (VD)

Um eg talaði við tungum manna og eingla, men hevði ikki kærleika, tá var eg ljómandi málmur ella klingandi bjølla. (JD)

1. Corinth

13:2

And though I have the gift of prophecy, and understand all mysteries, and all knowledge; and though I have all faith, so that I could remove mountains, and have not charity, I am nothing. (KJB)

Og tó eg havi gávuna av prophetïi, og skilji allar loyndardómar, og allan kunnleika; og tó eg havi alla trúgv, so at eg kundi burtflutt fjøll, og havi ikki vælvild, eg eri einkið. (F)

Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki. (VD)

Og um eg hevði profetagávu og kendi øll loyndarmál og átti allan kunnleika, og um eg hevði alla trúgv, so at eg kundi flyta fjøll, men hevði ikki kærleika, tá var eg einki. (JD)

1. Corinth

13:3

And though I bestow all my goods to feed the poor, and though I give my body to be burned, and have not charity, it profiteth me nothing. (KJB)

Og tó eg lati út alt góðs mítt at føða tey fátæku, og tó eg gevi likam mítt at verða brent, og havi ikki vælvild, tað gagnar mær einkið. (F)

Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki. (VD)

Og um eg býtti út allar ognir mínar, og um eg læt likam mítt, so at eg varð brendur, men hevði ikki kærleika, tá gagnaði tað mær einki. (JD)

1. Corinth

13:4

Charity suffereth long, and is kind; charity envieth not; charity vaunteth not itself, is not puffed up, (KJB)

Vælvild ber leingi yvir, og er blíð; vælvild øvundar ikki; vælvild breggjar ikki sær sjálvari, er ikki uppblásin, (F)

Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; (VD)

Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; (JD)

1. Corinth

13:6

Rejoiceth not in iniquity, but rejoiceth in the truth; (KJB)

Fegnast ikki í misgerð, men fegnast í sannleikanum; (F)

hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; (VD)

hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; (JD)

1. Corinth

13:7

Beareth all things, believeth all things, hopeth all things, endureth all things. (KJB)

Ber allar lutir, trýr øllum lutum, vónar allar lutir, heldur út allar lutir. (F)

hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt. (VD)

hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt. (JD)

1. Corinth

13:8

Charity never faileth: but whether there be prophecies, they shall fail; whether there be tongues, they shall cease; whether there be knowledge, it shall vanish away. (KJB)

Vælvild svíkur aldri: men hvørt tað veri seg prophetïir, tey skulu svíkja; hvørt tað veri tungur, tær skulu halda uppat; hvørt tað veri seg kunnleiki, hann skal hvørva burt. (F)

Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur - tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala - hon skal halda uppat; og kunnskapur - hann skal fáa enda. (VD)

Kærleikin fellur onga tíð burtur; men hvørt tað so eru profetagávur, so skulu tær fáa enda, ella tungur, so skulu tær tagna, ella kunnleiki, so skal hann fáa enda. (JD)

1. Corinth

13:12

For now we see through a glass, darkly; but then face to face: now I know in part; but then shall I know even as also I am known. (KJB)

Tí nú síggja vit gjøgnum eitt glar, skýmliga; men tá andlit til andlits: nú kenni eg partvís; men tá skal eg kenna enntá sum eisini eg eri kendur. (F)

Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur. (VD)

Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur. (JD)

1. Corinth

13:13

And now abideth faith, hope, charity, these three; but the greatest of these is charity. (KJB)

Og nú verður verandi trúgv, vón, vælvild, hesi trý; men hin størsta av hesum er vælvild. (F)

So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý - men størstur av teimum er kærleikin. (VD)

Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin. (JD)

1. Corinth

14:1

Follow after charity, and desire spiritual gifts, but rather that ye may prophesy. (KJB)

Stundið á vælvild, og tráið andaligar gávur, men helst at tit mega prophetera. (F)

Stevnið eftir kærleikanum! Tráið eftir hinum andaligu gávum, helst eftir at profetera! (VD)

Stundið á kærleikan, tráið eftir hinum andligu gávunum, men helst eftir at profetera! (JD)

1. Corinth

14:6

Now, brethren, if I come unto you speaking with tongues, what shall I profit you, except I shall speak to you either by revelation, or by knowledge, or by prophesying, or by doctrine? (KJB)

Nú, brøður, um eg komi til tykkara talandi við tungum, hvat skal eg gagna tykkum, uttan eg skal tala til tykkara annaðhvørt við opinbering, ella við kunnleika, ella við prophetering, ella við Guðslæru? (F)

Nú, brøður! Um eg komi til tykkara og tali í tungum, hvat gagni eg tykkum tá - uttan so er, at eg eisini tali til tykkara, annaðhvørt við opinbering, við kunnskapi, við profetiskum orðum ella við læru! (VD)

Men um eg nú, brøður, komi til tykkara og tali í tungum, hvat gagn man eg tá gera tykkum, um eg ikki tali til tykkara annaðhvørt við opinbering ella við kunnleika ella við profetagávum ella við læru? (JD)

1. Corinth

14:18

I thank my God, I speak with tongues more than ye all: (KJB)

Eg takki Guði mínum, eg tali við tungum meir enn tit allir: (F)

Eg takki Gudi - eg tali meiri í tungum enn tit allir. (VD)

Eg takki Guði, at eg tali í tungum fram um tykkum allar. (JD)

1. Corinth

14:26

How is it then, brethren? when ye come together, every one of you hath a psalm, hath a doctrine, hath a tongue, hath a revelation, hath an interpretation. Let all things be done unto edifying. (KJB)

Hvussu er tað tá, brøður? tá ið tit koma saman, hvør og ein av tykkum hevur ein psálm, hevur eina Guðslæru, hevur eina tungu, hevur eina opinbering, hevur eina týðing. Latið allar lutir verða gjørdar til uppbyggingar. (F)

Hvussu er tá, brøður? - Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging - latið alt vera til uppbygging! (VD)

Hvussu er tað tá, brøður? Tá ið tit koma saman, tá hevur hvør sítt: ein hevur ein sálm, ein læru, ein opinbering, ein tungutalu, ein týðing. Alt veri til uppbyggingar! (JD)

1. Corinth

14:34

Let your women keep silence in the churches: for it is not permitted unto them to speak; but they are commanded to be under obedience, as also saith the law. (KJB)

Latið kvinnur tykkara halda tøgn í kirkjunum: tí tað er ikki loyvt teimum at tala; men teimum er boðið at vera undir lýdni, sum eisini lógin sigur. (F)

Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; nei, tær skulu vera undirgivnar - sum eisini lógin sigur. (VD)

Eins og í øllum kirkjuliðunum hjá hinum heilagu, skulu konur tykkara tiga í kirkjusamkomunum; tí at tað er ikki teimum loyvt at tala, men tær skulu vera undirbrotligar, soleiðis sum eisini lógin sigur. (JD)

1. Corinth

14:35

And if they will learn any thing, let them ask their husbands at home: for it is a shame for women to speak in the church. (KJB)

Og um tær vilji læra nakran lut, lat tær spyrja sínar ektamenn heima: tí tað er ein skomm hjá kvinnum at tala í kirkjuni. (F)

Er nakað, sum tær vilja fáa at vita, so spyrji tær sínar egnu menn heima! Tí tað er kvinnu ósømiligt at tala á fundi samkomunnar. (VD)

Men vilja tær læra okkurt, tá skulu tær spyrja sínar egnu menn heima; tí at tað er ósømd fyri konu at tala í kirkjusamkomu. (JD)

1. Corinth

15:2

By which also ye are saved, if ye keep in memory what I preached unto you, unless ye have believed in vain. (KJB)

Við hvørjum eisini tit verða frelstir, um tit haldi í minni hvat eg prædikaði tykkum, uttan so tit havi trúð til einkiðs. (FKJ1)

sum tit eisini verða frelstir við - so satt sum tit halda fast við orðini, ið eg kunngjørdi tykkum tað í - annars trúðu tit til einkis! (VD)

sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, - uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis. (JD)

1. Corinth

15:21

For since by man came death, by man came also the resurrection of the dead. (KJB)

Tí eftir sum við manni kom deyði, við manni kom eisini uppreisnin av hinum deyðu. (F)

Við tað at deyðin kom við einum menniskja, er eisini uppreisn hinna deyðu komin við einum menniskja. (VD)

Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju. (JD)

1. Corinth

15:28

And when all things shall be subdued unto him, then shall the Son also himself be subject unto him that put all things under him, that God may be all in all. (KJB)

Og tá ið allir lutir skulu verða undirlagdir hann, tá skal Sonurin eisini sjálvur verða undirgivin hann sum legði allar lutir undir hann, at Guð má vera alt í øllum. (F)

Táið tá alt er lagt undir Hann, skal Sonurin sjálvur eisini leggja Seg undir tann, ið legði alt undir Hann, fyri at Gud skal vera alt í øllum. (VD)

Men tá ið alt er lagt undir hann, tá skal eisini sonurin sjálvur leggja seg undir tann, sum legði allar lutir undir hann, til tess at Guð má vera alt í øllum. (JD)

1. Corinth

15:45

And so it is written, The first man Adam was made a living soul; the last Adam was made a quickening spirit. (KJB)

Og soleiðis stendur tað skrivað, Hin fyrsti maður Adam varð gjørdur ein livandi sál; hin síðsti Adam varð gjørdur ein lívgandi andi. (F)

So er eisini skrivað: »Hitt fyrsta menniskja, Ádam, varð livandi sál.« - Hin seinni Ádam er vorðin livandigerandi Andi. (VD)

Soleiðis stendur eisini skrivað: »Hin fyrsti maðurin, Ádam, varð livandi sál,« hin seinni Ádam lívgandi andi. (JD)

1. Corinth

15:47

The first man is of the earth, earthy: the second man is the Lord from heaven. (KJB)

Hin fyrsti maðurin er av jørðini, jarðiskur: hin annar maðurin er Harrin frá himni. (FKJ1)

Hitt fyrsta menniskjað var av jørðini, jørðiskt; hitt annað menniskjað er av Himli. (VD)

Hin fyrsti maðurin var frá jørð, av mold, hin annar maðurin er frá himni. (JD)

1. Corinth

15:52

In a moment, in the twinkling of an eye, at the last trump: for the trumpet shall sound, and the dead shall be raised incorruptible, and we shall be changed. (KJB)

Í einum viðbragdi, í einum eygnablunki, við hina síðstu basúning: tí basúnan skal ljóða, og hinir deyðu skulu verða reistir óforgongiligir, og vit skulu verða umbroyttir. (F)

og tað í einum nú, í einum eygnabragdi, við hin seinasta lúður. Lúðurin skal ljóða, og hini deyðu skulu rísa upp óforgeingilig, og vit skulu umbroytast. (VD)

í bræði, í einum eygnabragdi, við hin síðsta lúðurin; tí at lúðurin skal gella, og hini deyðu skulu rísa upp, óforgongilig, og vit skulu verða umbroyttir. (JD)

1. Corinth

15:55

O death, where is thy sting? O grave, where is thy victory? (KJB)

O deyði, hvar er broddur tín? O grøv, hvar er sigur tín? (F)

Deyði, hvar er sigur tín! Deyði, hvar er broddur tín! (VD)

»Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?« (JD)

1. Corinth

16:2

Upon the first day of the week let every one of you lay by him in store, as God hath prospered him, that there be no gatherings when I come. (KJB)

Uppá hin fyrsta dag vikunnar lat hvønn og ein av tykkum leggja niðurfyri hjá sær í goymslu, sum Guð hevur blómað hann, at tað verði ongar innsavningar tá ið eg komi. (F)

Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør tykkara heima hjá sær sjálvum leggja nakað burturav - sum honum nú ber til - so samanskotið ikki tá fyrsta skal verða, táið eg komi. (VD)

Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør av tykkum heima hjá sær sjálvum leggja eitt sindur burturav og hava tað niðurfyri, sum tað kann bera til hjá honum eftir førimuni, so at tað ikki tá fyrsta verður farið undir samanskotið, tá ið eg komi. (JD)

1. Corinth

16:22

If any man love not the Lord Jesus Christ, let him be Anathema Maranatha. (KJB)

Um nakar maður elski ikki Harran Jesus Christ, hann veri Anathema Maranatha. (FKJ1)

Um onkur elskar ikki Harran, hann veri bannaður! Marana, ta! (VD)

Um einhvør ikki elskar Harran, hann veri bannaður! Maran ata! (JD)

1. Corinth

16:23

The grace of our Lord Jesus Christ be with you. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum. (FKJ1)

Náði Harrans Jesusar veri við tykkum! (VD)

Harrans Jesu náði veri við tykkum! (JD)

1. Corinth

16:24

My love be with you all in Christ Jesus. Amen. (KJB)

Kærleiki mín veri við tykkum øllum í Christi Jesusi. Amen. (FKJ1)

Kærleiki mín er við tykkum øllum í Kristi Jesusi. (VD)

Kærleiki mín er við tykkum øllum í Kristi Jesusi! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen