Philippensarar

1:14

And many of the brethren in the Lord, waxing confident by my bonds, are much more bold to speak the word without fear. (KJB)

Og mangir av brøðrunum í Harranum, vaksandi treystir av mínum bondum, eru nógv meira djarvir at tala orðið uttan ótta. (FKJ1)

og hinir flestu av brøðrunum hava - við leinkjum mínum - í áliti á Harranum fingið enn meiri dirvi at tala orð Guds óttaleysir. (VD)

og teir flestu av brøðrunum fingu í treysti til Harrans av leinkjum mínum enn størri dirvi til at tala Guðs orð uttan ótta. (JD)

Philippensarar

1:26

That your rejoicing may be more abundant in Jesus Christ for me by my coming to you again. (KJB)

At tykkara fagnan má verða meira ríkilig í Jesusi Christi fyri meg við míni komu til tykkara aftur. (FKJ1)

fyri at rós tykkara í Kristi Jesusi kann verða í yvirflóð við mær, táið eg komi til tykkara aftur. (VD)

fyri at rós tykkara kann verða tess størri í Kristi Jesusi fyri mína skuld, við tað at eg komi aftur til tykkara. (JD)

Philippensarar

1:28

And in nothing terrified by your adversaries: which is to them an evident token of perdition, but to you of salvation, and that of God. (KJB)

Og í ongum tingi ræðsluslignir av tykkara mótstandarum: sum er fyri teir eitt týðiligt tekin um undirgang, men fyri tykkum um frelsu, og tað frá Guði. (FKJ1)

og í ongum lata tykkum ræða av mótstøðumonnunum - tað er teimum merki um undirgang, men tykkum um frelsu, og tað frá Gudi. (VD)

og ikki í nøkrum luti lata tykkum ræða av mótstøðumonnunum; tí at hetta er fyri teir eitt merki um undirgang, men fyri tykkum um frelsu, og tað frá Guði. (JD)

Philippensarar

2:12

Wherefore, my beloved, as ye have always obeyed, not as in my presence only, but now much more in my absence, work out your own salvation with fear and trembling. (KJB)

Hvørsvegna, mínir háttelskaðu, eins og tit hava altíð lýtt, ikki sum í míni hjáveru einans, men nú mikið meira í míni fráveru, arbeiðið út tykkar egnu frelsu við ótta og bivan. (FKJ1)

Eins og tit tí, elskaðu míni, altíð hava verið lýðin, so arbeiðið, ikki bert sum táið eg var hjá tykkum, men uppaftur nógv meiri, nú eg ikki eri hjá tykkum, við ótta og bivan uppá frelsu tykkara! (VD)

Tess vegna, elskaðu mínir, líkasum tit altíð hava verið lýdnir, so arbeiðið, ikki bert sum tá ið eg eri hjástaddur, men nú nógv meira, tá ið eg eri frástaddur, upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan; (JD)

Philippensarar

2:16

Holding forth the word of life; that I may rejoice in the day of Christ, that I have not run in vain, neither laboured in vain. (KJV)

Haldandi frammi orði lívsins; at eg má fegnast á degi Christs, at eg havi ikki runnið til einkiðs, eiheldur arbeitt til einkiðs. (FKJ1)

og halda fram orð lívsins, mær til rós á degi Kristusar - at eg havi ikki runnið til einkis, ei heldur arbeitt til einkis. (VD)

við tað at tit halda lívsins orði fram, mær til rós á degi Krists, at eg ikki havi runnið til einkis og ikki heldur arbeitt til einkis. (JD)

Philippensarar

3:3


Joh 4:24

For we are the circumcision, which worship God in the spirit, and rejoice in Christ Jesus, and have no confidence in the flesh. (KJB)

Tí at vit eru umskeringin, sum tilbiðja Guð í andanum, og fegnast í Christi Jesusi, og hava einkið troyst á kjøtið. (FKJ1)

Tí vit eru hinir umskornu, vit, sum tæna Gudi í Anda Hansara, rósa okkum í Kristi Jesusi og ikki seta lít okkara til holdið. (VD)

Tí at vit eru hinir umskornu, vit sum tæna Guði í anda hansara og rósa okkum av Kristi Jesusi og ikki troysta á holdið, (JD)

Philippensarar

3:11

If by any means I might attain unto the resurrection of the dead. (KJB)

Um við nøkrum midlum eg mátti nátt at uppreisnini av teimum deyðu. (FKJ1)

- um eg tó kundi nátt til uppreisnina frá hinum deyðu. (VD)

um mær tá mátti eydnast at náa til uppreisnar frá deyðum. (JD)

Philippensarar

3:16

Nevertheless, whereto we have already attained, let us walk by the same rule, let us mind the same thing. (KJB)

Hóast hetta, hvartil vit hava longu nátt, latum okkum ganga eftir somu reglu, latum okkum íhuga sama tingið. (FKJ1)

bert at vit, so langt sum vit eru komin, ganga somu leið. (VD)

Bert at vit, so langt vit eru komnir, halda somu leið. (JD)

Philippensarar

4:8

Finally, brethren, whatsoever things are true, whatsoever things are honest, whatsoever things are just, whatsoever things are pure, whatsoever things are lovely, whatsoever things are of good report; if there be any virtue, and if there be any praise, think on these things. (KJB)

At enda, brøður, hvørjisumhelst ting eru sonn, hvørjisumhelst ting ið eru ærlig, hvørjisumhelst ting ið eru rættvís, hvørjisumhelst ting ið eru rein, hvørjisumhelst ting ið eru elskulig, hvørjisumhelst ting ið eru av góðum ummæli, um tað veri nøkur dygd, og um tað veri nakað prís vert, hugsið um hesi ting. (FKJ1)

Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta! (VD)

Annars, brøður, alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havið tað í huga! (JD)

Philippensarar

4:13

I can do all things through Christ which strengtheneth me. (KJB)

Eg megni gera øll ting gjøgnum Christ, sum styrkir meg. (FKJ1)

Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan. (VD)

Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. (JD)

Philippensarar

4:23

The grace of our Lord Jesus Christ be with you all. Amen. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum. Amen. (FKJ1)

Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara! (VD)

Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen
Skriftin.com