Ephesarar 1:1 |
Paul, an apostle of Jesus Christ by the will of God, to the saints which are at Ephesus, and to the faithful in Christ Jesus: (KJB) |
Paulus, ein ápostul Jesu Christs við vilja Guðs, til hinna heilagu sum eru í Ephesus, og til hinna trúføstu í Christi Jesusi: (FKJ1) |
Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu - til hini heiløgu í Efesus, tey, sum trúgva á Kristus Jesus. (VD) |
Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, til teirra heilagu, sum eru í Efesus*, og sum eru trúgvandi í Kristi Jesusi. (JD) *Orðini ››í Efesus‹‹ standa ikki í summum av teim elstu handritunum. |
1:6 |
To the praise of the glory of his grace, wherein he hath made us accepted in the beloved. (KJB) |
Dýrdini av síni náði til prís, í hvørji hann hevur gjørt okkum góðtiknar í hinum elskaða. (FKJ1) |
- náðidýrd Síni til prís, sum Hann fagnaði okkum við í hinum elskaða. (VD) |
til prís fyri dýrdar náði sína, sum hann náðaði okkum við í hinum elskaða, (JD) |
1:18 |
The eyes of your understanding being enlightened; that ye may know what is the hope of his calling, and what the riches of the glory of his inheritance in the saints, (KJB) |
Eygu vits tykkara verðandi upplýsnað; at tit mega vita, hvat er vónin av kallan hansara, og hvat ríkdómarnir av dýrdini av arvi hansara í teimum heilagu, (FKJ1) |
og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heiløgu, (VD) |
og upplýsa hjartans eygu tykkara, so at tit mega skilja, hvør tann vón er, sum hann hevur kallað tykkum til, hvør tann dýrdar ríkdómur er, sum hann ætlar okkum at arva millum teirra heilagu, (JD) |
Ephesarar 2:20 |
And are built upon the foundation of the apostles and prophets, Jesus Christ himself being the chief corner stone; (KJB) |
Og verða bygdir uppá grundvøll ápostlanna og prophetanna, Jesus Christus sjálvur verandi høvuðs hornsteinurin; (FKJ1) |
tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna - og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur. (VD) |
uppbygdir á grundvøll ápostlanna og profetanna, meðan Kristus Jesus sjálvur er hornasteinurin, (JD) |
2:22 |
In whom ye also are builded together for an habitation of God through the Spirit. (KJB) |
Í hvørjum tit eisini verða bygdir saman til ein bústað Guðs gjøgnum Andan. (FKJ1) |
Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum. (VD) |
sum eisini tit verða samanbygdir í til ein Guðs bústað í andanum. (JD) |
Ephesarar 3:6 |
That the Gentiles should be fellowheirs, and of the same body, and partakers of his promise in Christ by the gospel: (KJB) |
At Heidningarnir skuldu vera samarvingar, og av hinum sama likami, og luttakarar í hansara fyrijáttan í Christi við gleðiboðskapinum: (FKJ1) |
At heidningarnir við eru arvingar, hoyra við til likamið og eiga part við í lyftinum í Kristi Jesusi við evangeliinum. (VD) |
at heidningarnir eru samarvingar og samlimir og samluttiknir í fyrijáttanini í Kristi Jesusi við gleðiboðskapinum, (JD) |
Ephesarar 3:8 |
Unto me, who am less than the least of all saints, is this grace given, that I should preach among the Gentiles the unsearchable riches of Christ; (KJB) |
Mær, sum eri minni enn hin minsti av øllum heilagum, er henda náði givin, at eg skuldi prædika millum Heidninganna hinar órannsakiligu ríkdómar Christs; (FKJ1) |
Mær, sum alraminst havi at týða av øllum heiløgum, varð henda náði givin, at kunngera heidningunum evangeliið um órannsakiliga ríkdóm Kristusar (VD) |
Mær, hinum allarminsta av øllum heilagum varð henda náðin givin, at boða heidningunum gleðiboðskapin um hin órannsakanliga ríkdóm Krists, (JD) |
Ephesarar 3:9 Col 1:16 |
And to make all men see what is the fellowship of the mystery, which from the beginning of the world hath been hid in God, who created all things by Jesus Christ: (KJB) |
Og at fáa allar menn at sjá, hvat er samfelag loyndardómsins, sum frá byrjan veraldarinnar hevur verið fjaldur í Guði, sum skapti øll ting við Jesusi Christi: (FKJ1) |
og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndar-málinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt (VD) |
og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað, (JD) |
Ephesarar 3:14 |
For this cause I bow my knees unto the Father of our Lord Jesus Christ, (KJB) |
Fyri hesa grund eg boyggi knæ míni at Faðir várs Harra Jesu Christs, (FKJ1) |
Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum (VD) |
Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum, (JD) |
3:21 |
Unto him be glory in the church by Christ Jesus throughout all ages, world without end. Amen. (KJV) |
Honum veri dýrd í kirkjuni við Christi Jesusi, út gjøgnum allar øldir, verøld uttan enda. Amen. (FKJ1) |
- Honum veri dýrd í samkomuni og í Kristi Jesusi, gjøgnum allar tíðir, í aldur og allar ævir! Amen. (VD) |
honum veri æra í kirkjuliðinum og í Kristi Jesusi gjøgnum allar ættir, um aldur og allar ævir! Amen. (JD) |
Ephesarar 4:6 |
One God and Father of all, who is above all, and through all, and in you all. (KJB) |
Ein Guð og Faðir alra, sum er omanfyri allar, og gjøgnum allar, og í tykkum øllum. (FKJ1) |
ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum. (VD) |
ein Guð og faðir at øllum, hann sum er yvir øllum og gjøgnum alt og í øllum. (JD) |
Ephesarar 4:17 |
This I say therefore, and testify in the Lord, that ye henceforth walk not as other Gentiles walk, in the vanity of their mind, (KJB) |
Hetta sigi eg tí, og vitni í Harranum, at tit hiðanífrá gangi ikki sum aðrir Heidningar ganga, í fáfongd huga teirra, (FKJ1) |
Hetta sigi eg tá og vitni í Harranum, at tit mugu ikki longur liva, sum heidningarnir liva í tómleika sinnis síns. (VD) |
Tí sigi eg hetta og vitni í Harranum, at tit ikki longur mega liva, eins og heidningarnir liva í fáfongd huga síns, (JD) |
Ephesarar 4:21 |
If so be that ye have heard him, and have been taught by him, as the truth is in Jesus: (KJB) |
Um so veri, at tit havi hoyrt hann, og eru vorðnir lærdir av honum, sum sannleikin er í Jesusi: (FKJ1) |
so satt sum tit hava hoyrt um Hann og eru upplærd í Honum, soleiðis sum sannleiki er í Jesusi - (VD) |
um tit annars hava hoyrt um hann og eru upplærdir í honum, soleiðis sum sannleikin er í Jesusi: (JD) |
4:22 |
That ye put off concerning the former conversation the old man, which is corrupt according to the deceitful lusts; (KJB) |
At tit latast úr viðvíkjandi hinum fyrra levnaði hin gamla mann, sum er spiltur samsvarandi við hinar tølandi lystir; (FKJ1) |
at tit, viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu leggja av hitt gamla menniskja, sum verður spilt við dárandi lystum, (VD) |
at tit, hvat ið hini fyrru atferð tykkara viðvíkur, skulu leggja av hina gomlu menniskju, sum verður spilt av hinum tølandi girndunum, (JD) |
Ephesarar 5:5 |
For this ye know, that no whoremonger, nor unclean person, nor covetous man, who is an idolater, hath any inheritance in the kingdom of Christ and of God. (KJB) |
Tí at hetta vita tit, at eingin horkallur, ella óreinur persónur, ella havisjúkur maður, sum er ein avgudadýrkari, hevur nakran arv í kongadømi Christs og Guðs. (FKJ1) |
Tí tað vita og skilja tit, at eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur - sum jú er avgudadýrkari. (VD) |
Tí at hetta vita tit og skyna tit, at eingin horkallur ella óreinur ella gírigur, sum er ein avgudadýrkari, hevur arv í ríki Krists og Guðs. (JD) |
Ephesarar 5:9 |
(For the fruit of the Spirit is in all goodness and righteousness and truth;) (KJB) |
(Tí at ávøkstur Andans er í allari góðsku og rættvísi og sannleika;) (FKJ1) |
Ávøkstur ljóssins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika. (VD) |
tí at ávøkstur ljósins kemur fram í allari góðsku og rættlæti og sannleika - (JD) |
Ephesarar 5:21 |
Submitting yourselves one to another in the fear of God. (KJB) |
Undirgevandi tykkum sjálvar hvør fyri øðrum í ótta Guðs. (FKJ1) |
Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar! (VD) |
og eru hvør øðrum undirgivnir í ótta Krists! (JD) |
Ephesarar 5:29 |
For no man ever yet hated his own flesh; but nourisheth and cherisheth it, even as the Lord the church: (KJB) |
Tí at eingin maður nakrantíð enn hataði sítt egna kjøt; men nørir og fjálgar tað, enntá eins og Harrin kirkjuna: (FKJ1) |
Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí - eins og Kristus ger við samkomuna. (VD) |
Tí at eingin hevur á nøkrum sinni hatað sítt egna hold; men hann føðir tað og fjálgar um tað, eins og eisini Kristus ger við kirkjuliðið; (JD) |
5:30 |
For we are members of his body, of his flesh, and of his bones. (KJB) |
Tí at vit eru limir av likami hansara, av kjøti hansara, og av beinum hansara. (FKJ1) |
Tí vit eru limir likams Hansara. (VD) |
tí at vit eru limir á likami hansara. (JD) |
Ephesarar 6:3 |
That it may be well with thee, and thou mayest live long on the earth. (KJB) |
At tær má vita væl við, og tú mást liva leingi á jørðini. (FKJ1) |
»fyri at tær kann gangast væl, og tú kanst liva leingi í landinum!« (VD) |
»fyri at tær má gangast væl, og tú mást liva leingi í landinum.« (JD) |
Ephesarar 6:5 |
Servants, be obedient to them that are your masters according to the flesh, with fear and trembling, in singleness of your heart, as unto Christ; (KJB) |
Tænarar, verið lýdnir móti teimum sum eru tykkara meistarar samsvarandi við kjøtið, við ótta og bivan, í einfaldni hjarta tykkara, sum yvirfyri Christi; (FKJ1) |
Tit trælir! Aktið harrar tykkara eftir holdinum, við ótta og bivan, í einfaldi hjarta tykkara - sum var tað Kristus - (VD) |
Tit tænarar, lýðið tykkara jørðisku húsbóndum við ótta og bivan í hjartans einfaldi tykkara, sum var tað Kristus; (JD) |
Ephesarar 6:10 |
Finally, my brethren, be strong in the Lord, and in the power of his might. (KJB) |
At enda, brøður mínir, verið sterkir í Harranum, og í kraftini av hansara mátti. (FKJ1) |
Og síðani -: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara! (VD) |
Annars, verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara! (JD) |
Ephesarar 6:24 |
Grace be with all them that love our Lord Jesus Christ in sincerity. Amen. (KJB) |
Náði veri við øllum teimum ið elska Harra váran Jesus Christ í ærligleika. Amen. (FKJ1) |
Náðin veri við øllum, sum elska harra váran, Jesus Krist, við óforgongiligum kærleika! (VD) |
Náðin veri við øllum, sum elska harra váran, Jesus Krist, við óforgongiligum kærleika! (JD) |
|
|
|
|
|
Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35 |
||||
|
|
|
|
|
|
|
© Oddur Berg |
|
|
|
|
|
|
|
|
King James Bible Holy Bible |
Føroyska King James S. Højgaard |
Týðing V. Danielsen 49/74 |
Týðing J. Dahl / K.O. Viderø |
KJB MAINLY |
|
COMPARE |
|
NOT IN KJB |