Matthæus

1:6

And Jesse begat David the king; and David the king begat Solomon of her that had been the wife of Urias; (KJB)

Og Ísai gat Dávid kong; og Dávid kongur gat Sálomon av henni sum hevði verið kona Uriasar; (FKJ1)

Ísai átti Dávid kong; Dávid átti Sálomon við konu Urias; (VD)

og Ísai átti Dávid kong; og Dávid kongur átti Sálomon við konu Uriasar; (JD)

Matthæus

1:22

Now all this was done, that it might be fulfilled which was spoken of the Lord by the prophet, saying, (KJB)

Nú, alt hetta varð gjørt, at tað mátti verða uppfylt, sum varð talað av Harranum viðˆ prophetinum, sigandi, (FKJ1)

Alt hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur: (VD)

Men hetta hendi alt samalt, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið sigur: (JD)

Matthæus

1:25

And knew her not till she had brought forth her firstborn son: and he called his name JESUS. (KJB)

Og kendi hana ikki, fyrrenn hon hevði borið fram sín fyrstafødda son: og hann kallaði navn hansara JESUS. (FKJ1)

men hann helt seg ikki til hennara, fyrrenn hon hevði átt son sín. Og hann kallaði navn Hansara Jesus. (VD)

Men hann kom henni ikki nær, fyrr enn hon hevði átt son, og hann kallaði navn hansara Jesus. (JD)

Matthæus

2:8

And he sent them to Bethlehem, and said, Go and search diligently for the young child; and when ye have found him, bring me word again, that I may come and worship him also. (KJB)

Og hann sendi teir til Bethlehem, og segði, Farið og sóknist dúgligani eftir tí unga barninum; og tá ið tit hava funnið hann, berið mær orð aftur, at eg má koma og tilbiðja hann eisini. (FKJ1)

So sendi hann teir til Betlehem og segði: »Farið og spyrjið gjølla um barnið, og táið tit hava funnið tað, latið tá meg vita av, so eisini eg kann koma og tilbiðja tað!« (VD)

og hann sendi teir avstað til Betlehem og segði við teir: »Farið avstað og sóknist væl eftir barninum; og tá ið tit hava funnið tað, sigið mær so frá, at eg eisini kann koma og tilbiðja tað.« (JD)

Matthæus

2:9

When they had heard the king, they departed; and, lo, the star, which they saw in the east, went before them, till it came and stood over where the young child was. (KJB)

Tá ið teir høvdu hoyrt kongin, fóru teir avstað ; og sí, stjørnan, sum teir sóu í eystri, fór undan teimum, til hon kom og stóð har tað unga barnið var. (FKJ1)

Táið teir høvdu hoyrt orð kongsins, fóru teir avstað, og stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk fyri teimum, inntil hon kom og varð standandi, uppi yvir har barnið var. (VD)

Men tá ið teir høvdu lýtt á kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var. (JD)

Matthæus

2:11

And when they were come into the house, they saw the young child with Mary his mother, and fell down, and worshipped him: and when they had opened their treasures, they presented unto him gifts; gold, and frankincense, and myrrh. (KJB)

Og tá ið teir vóru komnir inn í húsið, sóu teir tað unga barnið hjá Mariu, móður hansara, og fullu niður, og tilbóðu hann : og tá ið teir høvdu opnað skattir sínar, framsettu teir at honum gávur ; gull, og roykilsi, og myrrhu. (FKJ1)

Teir fóru so inn í húsið og sóu barnið og móður tess, Mariu; og teir fullu niður og tilbóðu tað og lótu upp goymslur sínar og ofraðu tí gávur: Gull, roykilsi og myrra. (VD)

Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru. (JD)

Matthæus

2:13

And when they were departed, behold, the angel of the Lord appeareth to Joseph in a dream, saying, Arise, and take the young child and his mother, and flee into Egypt, and be thou there until I bring thee word: for Herod will seek the young child to destroy him. (KJB)

Og tá ið teir vóru farnir avstað, sí, eingil Harrans birtist fyri Jósephi í einum dreymi, sigandi, Reis teg, og tak tað unga barnið og móður hansara, og flýggja inn í Egyptaland, og verð tú har, til eg beri tær orð: tí at Heródes vil leita eftir tí unga barninum til tess at oyða hann. (FKJ1)

Táið teir vóru farnir avstað, vísti eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: »Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og flýggja til Egyptalands, og verð har, inntil eg sigi tær til! Tí Heródes fer at leita eftir barninum at drepa tað.« (VD)

Men tá ið teir vóru avstað farnir, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: »Statt upp, tak við tær barnið og móður tess og flýggja til Egyptalands og verð har, til eg sigi tær til; tí at Heródes ætlar at leita eftir barninum til tess at drepa tað.« (JD)

Matthæus

2:14

When he arose, he took the young child and his mother by night, and departed into Egypt: (KJB)

Tá ið hann reistist, tók hann tað unga barnið og móður hansara um náttina, og fór avstað inn í Egyptaland: (FKJ1)

Tá reistist hann, tók barnið og móður tess við sær um náttina og fór avstað til Egyptalands; (VD)

Men hann fór upp, tók barnið og móður tess við sær á náttartíð og fór avstað til Egyptalands; (JD)

Matthæus

2:16

Then Herod, when he saw that he was mocked of the wise men, was exceeding wroth, and sent forth, and slew all the children that were in Bethlehem, and in all the coasts thereof, from two years old and under, according to the time which he had diligently inquired of the wise men. (KJB)

Heródes, tá ið hann sá at hann var háðaður av vísmonnunum, varð tá avbera vreiður, og sendi út, og drap øll børnini sum vóru í Bethlehem, og í øllum breddum tess, frá tvey ára gomlum og undir, samsvarandi við tíðina sum hann hevði dúgliga fregnað av vísmonnunum. (FKJ1)

Táið Heródes nú sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann ógvuliga illur og sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allastaðni har um vegir, sum vóru tvey ár og minni, eftir tíðini, ið vísmenninir høvdu sagt honum. (VD)

Tá ið Heródes sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann reiðuliga illur, og hann sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir har um vegir frá tveimum árum og niðureftir, eftir teirri tíð, sum hann hevði fingið greiði á av vísmonnunum. (JD)

Matthæus

2:21

And he arose, and took the young child and his mother, and came into the land of Israel. (KJB)

Og hann reistist, og tók tað unga barnið og móður hansara, og kom inn í land Ísraels. (FKJ1)

Tá reistist hann, tók barnið og móður tess við sær og kom til Ísraelsland. (VD)

Og hann fór upp, tók barnið og móður tess og kom til Ísraelslands. (JD)

Matthæus

3:2

And saying, Repent ye: for the kingdom of heaven is at hand. (KJB)

Og sigandi, Vendið tit um: tí at kongadømi himins er fyri hond. (FKJ1)

og segði: / »Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!« (VD)

og hann sigur: »Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd.« (JD)

Matthæus

3:3

For this is he that was spoken of by the prophet Esaias, saying, The voice of one crying in the wilderness, Prepare ye the way of the Lord, make his paths straight. (KJB)

Tí at hesin er hann, sum varð talaður um av prophetinum Esaiasi, sigandi, Røddin á einum, rópandi í oyðimørkini, Fyribúgvið tit veg Harrans, gerið gøtur hansara beinar. (FKJ1)

Hann er tann, ið Esaias profetur talar um, táið hann sigur: »Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: »Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!« (VD)

Tí at hann er tann, ið talað er um av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: »Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.« (JD)

Matthæus

3:6

And were baptized of him in Jordan, confessing their sins. (KJB)

Og vórðu doypt av honum í Jordan, játtandi syndum sínum. (FKJ1)

Og tey vórðu doypt av honum í ánni Jordan og játtaðu syndir sínar. (VD)

og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí tey játtaðu syndir sínar. (JD)

Matthæus

4:3

And when the tempter came to him, he said, If thou be the Son of God, command that these stones be made bread. (KJB)

Og tá ið freistarin kom til hansara, segði hann, Um tú veri Sonur Guðs, bjóða, at hesir steinar verði gjørdir breyð. (FKJ1)

Tá kom freistarin til Hansara og segði: »Ert Tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!« (VD)

Og freistarin kom til hansara og segði við hann: »Um tú ert sonur Guðs, tá sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð.« (JD)

Matthæus

4:13

And leaving Nazareth, he came and dwelt in Capernaum, which is upon the sea coast, in the borders of Zabulon and Nephthalim: (KJB)

Og, farandi úr Nazareth, kom hann og dvaldist í Capernaum, sum er á sævarstrondini, við mørk Zabulons og Nephthalims: (FKJ1)

Og Hann fór úr Nazaret og kom og búsettist í Kapernaum við vatnið, í landslutum Zebulons og Naftali (VD)

Og hann flutti úr Nasaret og kom og búsettist í Kapernaum, ið er við vatnið í Sebulons og Naftalis landslutum, (JD)

Matthæus

4:18

And Jesus, walking by the sea of Galilee, saw two brethren, Simon called Peter, and Andrew his brother, casting a net into the sea: for they were fishers. (KJB)

Og Jesus, gangandi við Galileu sjógvin, sá tveir brøður, Símun - kallaður Pætur, og Andreas - bróður hansara, kastandi eitt garn inn í sjógvin: tí at teir vóru fiskarar. (FKJ1)

Sum Hann nú gekk við vatnið í Galilea, sá Hann tveir brøður, Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróður hansara, seta garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn. (VD)

Sum hann nú gekk fram við vatninum í Galileu, sá hann tveir brøður, Símun, ið nevnist Pætur, og Andrias, bróður hansara, ið fingust við at seta gørn í vatnið, tí at teir vóru fiskimenn. (JD)

Matthæus

4:23

And Jesus went about all Galilee, teaching in their synagogues, and preaching the gospel of the kingdom, and healing all manner of sickness and all manner of disease among the people. (KJB)

Og Jesus fór um alt Galilea, frálærandi í sýnagogum teirra, og prædikandi gleðiboðskap kongadømisins, og grøðandi øll sløg av sjúku og øll sløg av ilsku millum fólksins. (FKJ1)

Jesus ferðaðist nú um alt Galilea, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum. (VD)

Og hann ferðaðist um í øllum Galileulandi, lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku hjá fólki. (JD)

Matthæus

4:24

And his fame went throughout all Syria: and they brought unto him all sick people that were taken with divers diseases and torments, and those which were possessed with devils, and those which were lunatick, and those that had the palsy; and he healed them. (KJB)

Og hansara giti fór út gjøgnum alla Sýriu: og tey førdu til hansara øll sjúk fólk sum vóru tikin við ymsum sjúkdómum og líðingum, og tey sum vóru heltikin við djevlum, og tey sum vóru mánasjúk, og tey sum høvdu lamningin; og hann grøddi tey. (FKJ )

Hann varð gitin um alt Sýrland, og tey komu til Hansara við øllum sjúkum, sum vóru heimsøkt av ymiskum sjúkdómum og plágum, bæði teimum, ið vóru sett av illum andum, niðurfalssjúkum og lamnum; og Hann grøddi tey. (VD)

Og tíðindi um hann gingu um alt Sýriuland. Og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt og vóru fongd av ymsum sjúkdómum og meinum, bæði tey, ið vóru plágað av illum andum, og mánasjúk og lamin, og hann grøddi tey. (JD)

Matthæus

5:11

Blessed are ye, when men shall revile you, and persecute you, and shall say all manner of evil against you falsely, for my sake. (KJB)

Vælsignað eru tit, tá ið menn skulu útskelda tykkum, og atsøkja tykkum, og skulu siga alt slag av illskapi ímóti tykkum falsliga, fyri mína skyld. (FKJ1)

Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld. (VD)

Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. (JD)

Matthæus

5:17

Think not that I am come to destroy the law, or the prophets: I am not come to destroy, but to fulfil. (KJB)

Hugsið ikki, at eg eri komin at oyða lógina, ella prophetarnar: eg eri ikki komin at oyða, men at uppfylla. (FKJ1)

Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi - ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma. (VD)

Haldið ikki, at eg eri komin at avtaka lógina og profetarnar; eg eri ikki komin at avtaka, men at fullføra. (JD)

Matthæus

5:18

For verily I say unto you, Till heaven and earth pass, one jot or one tittle shall in no wise pass from the law, till all be fulfilled. (KJB)

Tí at sanniliga sigi eg tykkum, Til himin og jørð forganga, ein smástavur ella ein stavkrókur skal á ongum vísi farast úr lógini, til alt verði uppfylt. (FKJ1)

Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Inntil Himmal og jørð forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent. (VD)

Tí at sanniliga sigi eg tykkum: Inntil himmalin og jørðin forganga, skal ikki hin minsti bókstavur ella eitt flindur av lógini strikast, fyrr enn alt er fullgjørt. (JD)

Matthæus

5:19

Whosoever therefore shall break one of these least commandments, and shall teach men so, he shall be called the least in the kingdom of heaven: but whosoever shall do and teach them, the same shall be called great in the kingdom of heaven. (KJB)

Hvørsumhelst tí skal bróta eitt av hesum minstu boðum, og skal læra menn soleiðis, hann skal verða kallaður hin minsti í kongadømi himins: men hvørsumhelst skal gera og frálæra tey, hin sami skal verða kallaður mikil í kongadømi himins. (FKJ1)

Hvør tann, sum tí brýtur eitt hitt minsta av hesum boðum og lærir menniskju so, skal kallast hin minsti í ríki Himmiríkis; men tann, ið heldur tey og lærir tey, skal kallast stórur í ríki Himmiríkis. (VD)

Hvør tann, sum tí brýtur eitt einasta av hesum minstu boðum og lærir fólk soleiðis, hann skal verða kallaður minstur í himmiríki; men hvør tann, sum heldur tey og lærir tey, hann skal verða kallaður stórur í himmiríki. (JD)

Matthæus

5:20

For I say unto you, That except your righteousness shall exceed the righteousness of the scribes and Pharisees, ye shall in no case enter into the kingdom of heaven. (KJB)

Tí at eg sigi tykkum, At uttan rættvísi tykkara skal bera av rættvísi hinna skriftlærdu og Pharisearanna, skulu tit í ongum føri ganga inn í kongadømi himins. (FKJ1)

Tí Eg sigi tykkum: Er rættvísi tykkara ikki mætari enn rættvísi hinna skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis. (VD)

Tí at eg sigi tykkum, at um rættvísi tykkara ikki ber av rættvísi teirra skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í himmiríkið. (JD)

Matthæus

5:22

But I say unto you, That whosoever is angry with his brother without a cause shall be in danger of the judgment: and whosoever shall say to his brother, Raca, shall be in danger of the council: but whosoever shall say, Thou fool, shall be in danger of hell fire. (KJB)

Men eg sigi tykkum, At hvørsumhelst er vreiður við bróður sín uttan grund, skal vera í vanda fyri dóminum: og hvørsumhelst skal siga við bróður sín, Raca, skal vera í vanda fyri ráðinum: men hvørsumhelst skal siga, Tín dári, skal vera í vanda fyri hel-eldi. (FKJ1)


Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: »Raka!« skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: »Dári tín!« skal vera sekur til eld Helvitis. (VD)

Men eg sigi tykkum, at hvør, ið er vreiður inn á bróður sín, skal verða sekur fyri dóminum; og hvør, ið sigur við bróður sín: Raka (t.e. armingi), skal verða sekur fyri ráðinum; og hvør, ið sigur: More (t.e. dári), skal verða sekur til helvitis eld. (JD)

Matthæus

5:27

Ye have heard that it was said by them of old time, Thou shalt not commit adultery: (KJB)

Tit hava hoyrt, at tað varð sagt av teimum frá gamlari tíð, Tú skalt ikki fremja hordóm: (FKJ1)

Tit hava hoyrt, at sagt er: »Tú mást ikki dríva hor.« (VD)

Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: »Tú mást ikki dríva hor.« (JD)

Matthæus

5:44

But I say unto you, Love your enemies, bless them that curse you, do good to them that hate you, and pray for them which despitefully use you, and persecute you; (KJB)

Men eg sigi tykkum, Elskið fíggindar tykkara; vælsignið tey, sum banna tykkum; gerið væl mót teimum, ið hata tykkum; og biðjið fyri teimum, sum meinfýsnisliga brúka tykkum, og søkja at tykkum; (FKJ1)

Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum (VD)

Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum, (JD)


() er ikki í teim elstu handritunum.

Matthæus

5:47

And if ye salute your brethren only, what do ye more than others? do not even the publicans so? (KJB)

Og um tit heilsi brøðrum tykkara einans, hvat gera tit meir enn aðrir? gera ikki sjálvt tollararnir so? (FKJ1)

Og um tit heilsa bert brøðrum tykkara, hvat stórt gera tit tá! Gera ikki eisini heidningarnir so! (VD)

Og um tit heilsa eina brøðrum tykkara, hvat avbært gera tit tá? Gera ikki eisini heidnir menn so við? (JD)

Matthæus

6:1

Take heed that ye do not your alms before men, to be seen of them: otherwise ye have no reward of your Father which is in heaven. (KJB)

GEVIÐ gætur, at tit geri ikki olmussur tykkara frammi fyri monnum, at verða sæddir av teimum: annars hava tit einkið endurgjald av Faðir tykkara sum er í himni. (FKJ1)

»Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum - fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er. (VD)

Varið tykkum, at tit ikki útinna rættvísi tykkara fyri mannaeygum, til tess at verða sædd av teimum; annars hava tit ikki løn hjá faðir tykkara, sum er í himlunum. (JD)

Matthæus

6:4

That thine alms may be in secret: and thy Father which seeth in secret himself shall reward thee openly. (KJB)

At tínar olmussur mega vera í loyndum: og Faðir tín, sum sær í loyndum, sjálvur hann skal endurgjalda tær opinlýsliga. (FKJ1)

fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær. (VD)

at olmussa tín má vera í loyndum, og faðir tín, ið sær í loyndum, skal gjalda tær. (JD)

Matthæus

6:6

But thou, when thou prayest, enter into thy closet, and when thou hast shut thy door, pray to thy Father which is in secret; and thy Father which seeth in secret shall reward thee openly. (KJB)

Men tú, tá ið tú biðurt, far inn í kamar títt, og tá tú hevurt latið aftur hurð tína, bið til Faðirs tíns sum er í loyndum; og Faðir tín, sum sær í loyndum, skal endurgjalda tær opinlýsliga. (FKJ1)

Men tú, táið tú biður - far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær. (VD)

Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. (JD)

Matthæus

6:9

After this manner therefore pray ye: Our Father which art in heaven, Hallowed be thy name. (KJB)

Eftir hesum háttarlagi, tessvegna, biðjið tit: Faðir vár, sum ert í himni; Halgað veri navn títt. (FKJ1)

Tí skulu tit biðja soleiðis: »Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt! (VD)

Tí eiga tit at biðja soleiðis: Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; (JD)

Matthæus

6:10

Thy kingdom come. Thy will be done in earth, as it is in heaven. (KJB)

Komi kongadømi títt. Veri gjørdur vilji tín á jørð, sum hann er í himni. (FKJ1)

Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við! (VD)

komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; (JD)

Matthæus

6:13

And lead us not into temptation, but deliver us from evil: For thine is the kingdom, and the power, and the glory, for ever. Amen. (KJB)

Og leið okkum ikki inn í freisting, men bjarga okkum frá illum: Tí at títt er kongadømið, og mátturin, og dýrdin, um ævir. Amen. (FKJ1)

Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir. Amen.« (VD)

og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. (JD)

Matthæus

6:18

That thou appear not unto men to fast, but unto thy Father which is in secret: and thy Father, which seeth in secret, shall reward thee openly. (KJB)

At tú sýnist ikki yvirfyri monnum at fasta, men yvirfyri Faðir tínum sum er í loyndum: og Faðir tín, sum sær í loyndum, skal endurgjalda tær opinlýsliga. (FKJ1)

fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær. (VD)

at tú ikki skalt vísa teg fastandi fyri monnum, men fyri faðir tínum, sum er í loyndum; og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. (JD)

Matthæus

6:27

Which of you by taking thought can add one cubit unto his stature? (KJB)

Hvør av tykkum kann við at stúra leggja eina alin afturat hædd síni? (FKJ1)

Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum! (VD)

Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni? (JD)

Matthæus

6:33

But seek ye first the kingdom of God, and his righteousness; and all these things shall be added unto you. (KJB)

Men søkið tit fyrst kongadømi Guðs, og rættvísi hansara; og øll hesi tingini skulu verða løgd afturat tykkum. (FKJ1)

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt! (VD)

Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. (JD)

Matthæus

6:34

Take therefore no thought for the morrow: for the morrow shall take thought for the things of itself. Sufficient unto the day is the evil thereof. (KJB)

Stúrið tí einkið fyri morgindeginum: tí at morgindagurin skal stúra fyri sínum egna. Deginum nóg mikil er ilska hans. (FKJ1)

Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.«  (VD)

Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu. (JD)

Matthæus

7:2

For with what judgment ye judge, ye shall be judged: and with what measure ye mete, it shall be measured to you again. (KJB)

Tí at við tí dómi tit døma, skulu tit verða dømd: og við tí máti tit máta, skal tykkum aftur verða mátað. (FKJ1)

Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd, / og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált. (VD)

tí at við tí dómi, tit døma, skulu tit verða dømd, og við tí máli, tit mála, skal tykkum verða mált. (JD)

Matthæus

7:13

Enter ye in at the strait gate: for wide is the gate, and broad is the way, that leadeth to destruction, and many there be which go in thereat: (KJB)

Gangið tit inn um hitt tronga portrið: tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, sum leiðir til undirgangs, og mong tað veri sum ganga inn um tað: (FKJ1)

Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; (VD)

Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; (JD)

Matthæus

7:17

Even so every good tree bringeth forth good fruit; but a corrupt tree bringeth forth evil fruit. (KJB)

Enntá soleiðis ber hvørt gott træ fram góðan ávøkst; men eitt spilt træ ber fram illan ávøkst. (FKJ1)

Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst. (VD)

Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir. (JD)

Matthæus

7:24


1Cor 10:4

Therefore whosoever heareth these sayings of mine, and doeth them, I will liken him unto a wise man, which built his house upon a rock: (KJB)

Tessvegna, hvørsumhelst hoyrir hesar framsagnir mínar, og ger tær, eg vil líkna hann við ein vísan mann, sum bygdi hús sítt uppá ein klett: (FKJ1)

Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu. (VD)

Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; (JD)

Matthæus

7:25


1Cor 10:4

And the rain descended, and the floods came, and the winds blew, and beat upon that house; and it fell not: for it was founded upon a rock. (KJB)

Og regnið stúrtaði, og flóðirnar komu, og vindarnir blástu, og bardu ímóti tí húsi; og tað fell ikki: tí at tað var grundað uppá ein klett. (FKJ1)

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu. (VD)

og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. (JD)

Matthæus

7:28

And it came to pass, when Jesus had ended these sayings, the people were astonished at his doctrine: (KJB)

Og tað bar á, tá ið Jesus hevði endað hesar framsagnir, at fólkið var ovfarið yvir Guðslæru hansara: (FKJ1)

Táið Jesus var liðugur at tala hesi orð, var fólkið ovfarið av læru Hansara; (VD)

Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesar talur sínar, tá stóð mannamúgvan rættiliga bilsin av læru hansara; (JD)

Matthæus

7:29

For he taught them as one having authority, and not as the scribes. (KJB)

Tí at hann lærdi tey sum ein ið hevur myndugleika, og ikki sum hinir skriftlærdu. (FKJ1)

tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra. (VD)

tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki sum teir skriftlærdu teirra. (JD)

Matthæus

8:2

And, behold, there came a leper and worshipped him, saying, Lord, if thou wilt, thou canst make me clean. (KJB)

Og sí, tað kom ein spitalskur og tilbað hann, sigandi, Harri, um tú vilt, tú kanst gera meg reinan. (FKJ1)

Nú kom ein spitalskur, fall niður fyri Honum og segði: »Harri! Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan.« (VD)

Og sí, ein spitalskur maður kom og fell til jarðar fyri honum og segði: »Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan.« (JD)

Matthæus

8:3

And Jesus put forth his hand, and touched him, saying, I will; be thou clean. And immediately his leprosy was cleansed. (KJB)

Og Jesus rætti fram sína hond, og nam við hann, sigandi, Eg vil; veri tú reinur. Og í stundini varð hansara spitalskni reinsað. (FKJ1)

Tá rætti Hann út hondina, nam við hann og segði: »Eg vil; verð reinur!« Við tað sama varð hann reinsaður frá spitalsku síni. (VD)

Og hann rætti út hondina, nam við hann og segði: »Eg vil, verð reinur!« Og við tað sama varð spitalska sjúka hansara reinsað. (JD)

Matthæus

8:5

And when Jesus was entered into Capernaum, there came unto him a centurion, beseeching him, (KJB)

Og tá ið Jesus var farin inn í Capernaum, kom ein hundraðsovasti til hansara, bønandi hann, (FKJ1)

Táið Hann so var komin inn í Kapernaum, kom høvuðsmaður til Hansara, bað Hann (VD)

Men tá ið hann var komin inn í Kapernaum, kom til hansara ein herhøvdingi og bað hann og segði: (JD)

Matthæus

8:6

And saying, Lord, my servant lieth at home sick of the palsy, grievously tormented. (KJB)

Og sigandi, Harri, mín tænari liggur heima sjúkur við lamninginum, svárliga pínslaður. (FKJ1)

og segði: / »Harri! Drongur mín liggur lamin heima við hús í svárari pínu.« (VD)

»Harri, drongur mín liggur giktsjúkur heima við hús og hevur svára pínu.« (JD)

Matthæus

8:7

And Jesus saith unto him, I will come and heal him. (KJB)

Og Jesus sigur við hann, Eg vil koma og grøða hann. (FKJ1)

Jesus segði við hann: »Eg skal koma og grøða hann!« (VD)

Hann sigur við hann: »Eg skal koma og gera hann frískan.« (JD)

Matthæus

8:8

The centurion answered and said, Lord, I am not worthy that thou shouldest come under my roof: but speak the word only, and my servant shall be healed. (KJB)

Hundraðsovastin svaraði og segði, Harri, eg eri ikki verdigur, at tú skuldirt komið undir tekju mína: men tala orðið einans, og mín tænari skal verða grøddur. (FKJ1)

Høvuðsmaðurin svaraði: »Harri! Eg eri ikki verdur, at Tú skalt koma undir tak mítt! Nei; sig bert orð, so verður drongur mín frískur! (VD)

Men herhøvdingin svaraði og segði: »Harri, eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær; men sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur. (JD)

Matthæus

8:11

And I say unto you, That many shall come from the east and west, and shall sit down with Abraham, and Isaac, and Jacob, in the kingdom of heaven. (KJB)

Og eg sigi tykkum, At mangir skulu koma úr eystri og vestri, og skulu setast niður við Ábrahami, og Ísaaki, og Jákobi, í kongadømi himins. (FKJ1)

Men Eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir og sita til borðs við Ábrahami, Ísaki og Jákupi í ríki Himmiríkis. (VD)

Men eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir at sita til borðs við Ábrahami og Ísaki og Jákupi í himmiríki; (JD)

Matthæus

8:12

But the children of the kingdom shall be cast out into outer darkness: there shall be weeping and gnashing of teeth. (KJB)

Men børnini at kongadøminum skulu verða kastaði út í ytra myrkur: har skal vera grátur og tannagrísl. (FKJ1)

Men børn ríkisins skulu verða koyrd út í myrkrið uttanfyri; har skal vera grátur og tannagrísl.« (VD)

men ríkisins børn skulu verða koyrd út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl.« (JD)

Matthæus

8:13

And Jesus said unto the centurion, Go thy way; and as thou hast believed, so be it done unto thee. And his servant was healed in the selfsame hour. (KJB)

Og Jesus segði við hundraðsovastan, Far tín veg; og eins og tú hevurt trúð, so veri tað gjørt tær. Og hansara tænari varð grøddur í sjálvum tí sama tíma. (FKJ1)

So segði Jesus við høvuðsmannin: »Far! Tær verði, sum tú trúði!« Og drongurin varð frískur í somu stund. (VD)

Og Jesus segði við herhøvdingan: »Far tú heim; tær verði, sum tú trúði!« Og drongurin varð frískur í somu stund. (JD)

Matthæus

8:15

And he touched her hand, and the fever left her: and she arose, and ministered unto them. (KJB)

Og hann nam við hond hennara, og hitasóttin fór frá henni: og hon reistist, og tænti teimum. (FKJ1)

Tá nam Hann við hond hennara, og hon slapp frá feprinum; og hon fór upp og borðreiddi fyri Honum. (VD)

Og hann nam við hond hennara, og hitasóttin fór av henni; og hon fór upp og borðreiddi fyri honum. (JD)

Matthæus

8:19

And a certain scribe came, and said unto him, Master, I will follow thee whithersoever thou goest. (KJB)

Og ein ávísur skriftlærdur kom, og segði við hann, Meistari, eg vil fylgja tær hvagarsumhelst tú fert. (FKJ1)

Har kom ein skriftlærdur og segði við Hann: »Meistari! Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert.« (VD)

Og har kom fram ein skriftlærdur og segði við hann: »Meistari, eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.« (JD)

Matthæus

8:25

And his disciples came to him, and awoke him, saying, Lord, save us: we perish. (KJB)

Og hansara lærusveinar komu til hansara, og vaktu hann, sigandi, Harri, bjarga okkum: vit glatast. (FKJ1)

Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: »Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur.« (VD)

Og teir fóru og vaktu hann og søgdu: »Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!« (JD)

Matthæus

8:29

And, behold, they cried out, saying, What have we to do with thee, Jesus, thou Son of God? art thou come hither to torment us before the time? (KJB)

Og sí, teir geylaðu út, sigandi, Hvat hava vit at gera við teg, Jesus, tú Sonur Guðs? ert tú komin higar at pínsla okkum áðrenn tíðina? (FKJ1)

Teir róptu: »Hvat hava vit við Teg at gera, Tú Sonur Guds! Ert Tú komin higar at pína okkum, áðrenn tíð er?« (VD)

Og sí, teir rópaðu og søgdu: »Hvat hava vit at gera við teg, tú sonur Guðs? Ert tú komin higar, áðrenn tíðin er, at pína okkum?« (JD)

Matthæus

8:31

So the devils besought him, saying, If thou cast us out, suffer us to go away into the herd of swine. (KJB)

So djevlarnir bønaðu hann, sigandi, Um tú kasti okkum út, loyv okkum at fara burtur inn í svínafylgið. (FKJ1)

Hinir illu andarnir bóðu Hann nú: »Rekur Tú okkum út, so loyv okkum at fara í svínafylgið!« (VD)

Men teir illu andarnir bóðu hann og søgdu: »Um tú rekur okkum út, so lat okkum fara í svínafylgið!« (JD)

Matthæus

9:3

And, behold, certain of the scribes said within themselves, This man blasphemeth. (KJB)

Og sí, ávísir av hinum skriftlærdu søgdu innan í sær sjálvum, Hesin maður Guðsspottar. (FKJ1)

Tá søgdu nakrir av hinum skriftlærdu við sær sjálvum: »Hesin spottar Gud!« (VD)

Og sí, nakrir av teimum skriftlærdu hugsaðu við sær sjálvum: »Hesin maðurin spottar Guð.« (JD)

Matthæus

9:4

And Jesus knowing their thoughts said, Wherefore think ye evil in your hearts? (KJB)

Og Jesus, kennandi hugsanir teirra, segði, Hvørsvegna hugsa tit ilt í hjørtum tykkara? (FKJ1)

Við tað at Jesus nú hugsanir teirra, segði Hann: »Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara? (VD)

Og tá ið Jesus hugsan teirra, segði hann: »Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara? (JD)

Matthæus

9:8

But when the multitudes saw it, they marvelled, and glorified God, which had given such power unto men. (KJB)

Men tá ið mannfjøldirnar sóu tað, undraðust tær, og dýrðmettu Guð, sum hevði givið monnum slíkan mátt. (FKJ1)

Táið fólkið sá hetta, óttaðust tey og prísaðu Gudi, sum hevði givið menniskjum slíkt vald. (VD)

Men tá ið mannamúgvurnar sóu hetta, óttaðust tær og prísaðu Guði, sum hevði givið monnum slíkt vald. (JD)

Matthæus

9:13

But go ye and learn what that meaneth, I will have mercy, and not sacrifice: for I am not come to call the righteous, but sinners to repentance. (KJB)

Men farið tit og lærið hvat tað merkir, Eg vil hava miskunn, og ikki sláturoffur: tí at eg eri ikki komin at kalla hinar rættvísu, men syndarar til umvendingar. (FKJ1)

Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: »Eg vil hava miskunn og ikki offur!« Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.« (VD)

Men farið tit avstað og lærið, hvat tað hevur at týða: »Miskunn mær líkar, og ikki offur.« Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.« (JD)

Matthæus

9:18

While he spake these things unto them, behold, there came a certain ruler, and worshipped him, saying, My daughter is even now dead: but come and lay thy hand upon her, and she shall live. (KJB)

Meðan hann talaði hesi tingini við teir, sí, har kom ein ávísur stjórnari, og tilbað hann, sigandi, Dóttir mín er beint nú deyð: men kom og legg tína hond uppá hana, og hon skal liva. (FKJ1)

Meðan Hann talaði hetta við teir, kom ein fyristøðumaður, fall niður fyri Honum og segði: »Dóttir mín er júst deyð; men kom, legg hond Tína á hana, so verður hon livandi!« (VD)

Meðan hann talaði hetta til teirra, sí, tá kom ein forstøðumaður og fell niður fyri honum og segði: »Dóttir mín er beint nú deyð; men kom og legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur.« (JD)

Matthæus

9:22

But Jesus turned him about, and when he saw her, he said, Daughter, be of good comfort; thy faith hath made thee whole. And the woman was made whole from that hour. (KJB)

Men Jesus vendi sær runt, og tá hann sá hana, segði hann, Dóttir, ver við góða uggan; trúgv tín hevur gjørt teg heila. Og kvinnan varð gjørd heil frá tí tíma. (FKJ1)

Tá vendi Jesus Sær á, og táið Hann sá hana, segði Hann: »Ver hugreyst, dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg.« Og kvinnan varð grødd frá somu stund. (VD)

Men hann vendi sær á, og tá ið hann sá hana, segði hann: »Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.« Og konan varð frísk frá teirri somu stund. (JD)

Matthæus

9:24

He said unto them, Give place: for the maid is not dead, but sleepeth. And they laughed him to scorn. (KJB)

Segði hann við tey, Gevið pláss: tí at moyggin er ikki deyð, men svevur. Og tey læðu hann í háð. (FKJ1)

segði Hann: / »Farið burtur! Gentan er ikki deyð; hon svevur.« Tá læðu tey at Honum. (VD)

segði hann: / »Farið tykkara veg, tí at gentan er ikki deyð, men hon svevur!« Og tey læðu at honum. (JD)

Matthæus

9:30

And their eyes were opened; and Jesus straitly charged them, saying, See that no man know it. (KJB)

Og teirra eygu vórðu upplatin; og Jesus strangligani álegði teimum, sigandi, Síggið til, at eingin maður viti tað. (FKJ1)

Og eygu teirra lótust upp. Jesus beyð teimum nú strangliga og segði: »Síggið til, at eingin fær tað at vita!« (VD)

Og eygu teirra opnaðust. Og Jesus legði teimum ríkan við og segði: »Síggið til, at eingin fær hetta at vita.« (JD)

Matthæus

9:35

And Jesus went about all the cities and villages, teaching in their synagogues, and preaching the gospel of the kingdom, and healing every sickness and every disease among the people. (KJB)

Og Jesus fór runt allar staðirnar og bygdirnar, frálærandi í sýnagogum teirra, og prædikandi gleðiboðskap kongadømisins, og grøðandi hvørja sjúku og hvørja ilsku millum fólksins. (FKJ1)

Jesus ferðaðist nú um í øllum støðum og bygdum, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og hvønn veikleika. (VD)

Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku. (JD)

Matthæus

9:36

But when he saw the multitudes, he was moved with compassion on them, because they fainted, and were scattered abroad, as sheep having no shepherd. (KJB)

Men tá ið hann sá mannfjøldirnar, varð hann rørdur við várkunn á tey, av tí at tey maktaðust, og vóru spjødd umkring, sum seyðir, havandi ongan hirða. (FKJ1)

Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur. (VD)

Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava. (JD)

Matthæus

10:3

Philip, and Bartholomew; Thomas, and Matthew the publican; James the son of Alphaeus, and Lebbaeus, whose surname was Thaddaeus; (KJB)

Philippus, og Bartholomæus; Tummas, og Matthæus tollarin; Jákob, sonur Alphæusar; og Lebbæus, hvørs tilnavn var Thaddæus; (FKJ1)

Filip og Bartolomeus, Tummas og Matteus tollari; Jákup, sonur Alfeus, og Lebbeus, sum eisini hevði navnið Taddeus; (VD)

Filippus og Bartolomeus, Tummas og Matteus, tollarin, Jákup, sonur Alfeusar, og Taddeus; (JD)

Matthæus

10:15

Verily I say unto you, It shall be more tolerable for the land of Sodom and Gomorrha in the day of judgment, than for that city. (KJB)

Sanniliga sigi eg tykkum, Tað skal vera meiri úthaldiligt hjá landi Sodomu og Gomorrhu á dómsdeginum, enn hjá tí staðinum. (FKJ1)

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Sodoma- og Gomorralandi skal gangast frægari dómsdagin enn tí býi. (VD)

Sanniliga sigi eg tykkum, tað skal gangast Sódomu- og Gómorrulandi frægari á dómadegi enn teirri bygd. (JD)

Matthæus

10:29

Are not two sparrows sold for a farthing? and one of them shall not fall on the ground without your Father.

Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? og ein teirra skal ikki falla til jarðarinnar uttan Faðir tykkara.

Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein smápening! Og hvørgin teirra fellur til jarðar, uttan Faðir tykkara vil.

Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara.

Matthæus

10:32

Whosoever therefore shall confess me before men, him will I confess also before my Father which is in heaven.  (KJB)

Hvørsumhelst tí skal játta meg frammi fyri monnum, hann vil eg eisini játta frammi fyri Faðir mínum sum er í himni. (FKJ1)

Hvør tann, sum tí kennist við Meg fyri menniskjum, hann skal eisini Eg kennast við fyri Faðir Mínum, sum er í Himli. (VD)

Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. (JD)

Matthæus

10:41

He that receiveth a prophet in the name of a prophet shall receive a prophet's reward; and he that receiveth a righteous man in the name of a righteous man shall receive a righteous man's reward. (KJB)

Hann, ið tekur ímóti einum propheti í prophets navni, skal fáa prophets endurgjald; og hann, ið tekur ímóti einum rættvísum manni í rættvís-mans navni, skal fáa rættvís-mans endurgjald. (FKJ1)

Tann, sum tekur ímóti profeti, tí hann er profetur, skal fáa somu løn sum profetur; tann, sum tekur ímóti einum rættvísum, tí hann er ein rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur. (VD)

Tann, ið fagnar einum profeti, av tí at hann er ein profetur, skal fáa profets løn; og tann, ið fagnar einum rættvísum, av tí at hann er rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur. (JD)

Matthæus

11:2

Now when John had heard in the prison the works of Christ, he sent two of his disciples, (KJB)

Nú, tá ið Jóhannes hevði hoyrt í fongslinum verkini hjá Christi, sendi hann tveir av lærusveinum sínum, (FKJ1)

Táið nú Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, sendi hann boð við lærisveinum sínum (VD)

Men tá ið Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, tá sendi hann boð við lærusveinum sínum og læt siga við hann: (JD)

Matthæus

11:5

The blind receive their sight, and the lame walk, the lepers are cleansed, and the deaf hear, the dead are raised up, and the poor have the gospel preached to them. (KJB)

Tey blindu móttaka sjón sína, og tey lamnu ganga, tey spitølsku verða reinsaði, og tey deyvu hoyra, tey deyðu verða reist upp, og tey fátæku fáa gleðiboðskapin prædikaðan fyri sær. (FKJ1)

Blind síggja, og lamin ganga; spitølsk verða reinsað, og deyv hoyra; deyð rísa upp, og evangeliið verður boðað fátækum (VD)

Blind fáa sjón og lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin. (JD)

Matthæus

11:11

Verily I say unto you, Among them that are born of women there hath not risen a greater than John the Baptist: notwithstanding he that is least in the kingdom of heaven is greater than he. (KJB)

Sanniliga sigi eg tykkum, Millum teirra, sum eru føddir av kvinnum, hevur ikki ein størri stigið upp enn Jóhannes Doyparin: hóast hetta, hann, sum er minstur í kongadømi himins, er størri enn hann. (FKJ1)

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Størri enn Jóhannes doypari er eingin stigin fram millum teirra, ið føddir eru av kvinnu; men hin minsti í ríki Himmiríkis er størri enn hann. (VD)

Sanniliga sigi eg tykkum, av kvinnubornum er eingin størri enn Jóhannes doyparin komin í heim; men hin minsti í himmiríki er størri enn hann. (JD)

Matthæus

11:12

And from the days of John the Baptist until now the kingdom of heaven suffereth violence, and the violent take it by force. (KJB)

Og frá døgum Jóhannesar Doyparans inntil nú líður kongadømi himins harðskap, og hinir harðligu taka tað við valdi. (FKJ1)

Men frá døgum Jóhannesar doypara inntil nú verður ríki Himmiríkis tikið við valdi, við at nýta vald skræða menn tað til sín. (VD)

Men frá døgum Jóhannesar doyparans og til nú verður himmiríkið tikið við valdi, og valdsmenn skræða tað til sín. (JD)

Matthæus

11:17

And saying, We have piped unto you, and ye have not danced; we have mourned unto you, and ye have not lamented. (KJB)

Og sigandi, Vit hava floytað yvirfyri tykkum, og tit hava ikki dansað; vit hava syrgt yvirfyri tykkum, og tit hava ikki harmað. (FKJ1)

»Vit blástu á floytu fyri tykkum, og tit dansaðu ikki! Vit sungu sorgarsongir, og tit grótu ikki!« (VD)

og siga: / »Vit spældu á floytu fyri tykkum, og ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit eymkaðu tykkum.« (JD)

Matthæus

11:19

The Son of man came eating and drinking, and they say, Behold a man gluttonous, and a winebibber, a friend of publicans and sinners. But wisdom is justified of her children. (KJB)

Menniskjusonurin kom etandi og drekkandi, og tey siga, Sí ein mann - átufrekan, og ein vínsvølg, ein vin hjá tollarum og syndarum. Men vísdómur er rættvísgjørdur av børnum sínum. (FKJ1)

Menniskjasonurin kom - Hann etur og drekkur - og tey siga: »Hygg - átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!« Tó, vísdómurin er rættvísgjørdur av børnum sínum.« (VD)

Menniskjusonurin kom, og hann etur og drekkur, og tey siga: »Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.« Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av børnum* sínum.« (JD)

*ella av gerningum sínum.

Matthæus

11:22

But I say unto you, It shall be more tolerable for Tyre and Sidon at the day of judgment, than for you. (KJB)

Men eg sigi tykkum, Tað skal verða meiri úthaldiligt hjá Týrus og Sidon á dómsdeginum, enn hjá tykkum. (FKJ1)

Tó, Eg sigi tykkum: Týrus og Sidon skal gangast frægari dómsdagin enn tykkum. (VD)

Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Týrus og Sidon frægari á dómadegi enn tykkum. (JD)

Matthæus

11:23

And thou, Capernaum, which art exalted unto heaven, shalt be brought down to hell: for if the mighty works, which have been done in thee, had been done in Sodom, it would have remained until this day. (KJB)

Og tú, Capernaum, sum ert hevjað upp til himins, skalt verða førd niður til helvitis: tí at um tey mektigu verkini, sum hava verðið gjørd í tær, høvdu verðið gjørd í Sodomu, hevði hann verðið verandi inntil henda dag. (FKJ1)

Og tú, Kapernaum, ið upp ert lyftur til Himmals! Í deyðaríkið skalt tú stoytast niður! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tær, gjørdar í Sodoma, hevði tað staðið til henda dag. (VD)

Og tú, Kapernaum! Til himmals ert tú vorðin lyft upp, til heljar skalt tú stoytast oman! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, sum eru gjørdar í tær, verið gjørdar í Sódomu, tá hevði hon staðið til dagin í dag. (JD)

Matthæus

11:24

But I say unto you, That it shall be more tolerable for the land of Sodom in the day of judgment, than for thee. (KJB)

Men eg sigi tykkum, At tað skal verða meiri úthaldiligt hjá Sodomulandi á dómsdeginum, enn hjá tær. (FKJ1)

Tó, Eg sigi tykkum: Sodomalandi skal gangast frægari dómsdagin enn tær.« (VD)

Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Sódomulandi frægari á dómadegi enn tær.« (JD)

Matthæus

11:25

At that time Jesus answered and said, I thank thee, O Father, Lord of heaven and earth, because thou hast hid these things from the wise and prudent, and hast revealed them unto babes. (KJB)

Á teirri tíð tók Jesus til orða og segði, Eg takki tær, O Faðir, Harra himins og jarðar, av tí at tú hevurt fjalt hesi tingini fyri hinum vísu og vitru, og hevurt opinberað pinkubørnum tey. (FKJ1)

Á teirri tíð tók Jesus til orða og segði: »Eg prísi Tær, Faðir, harri himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað! (VD)

Um tað mundið tók Jesus til orða og segði: »Eg prísi tær, faðir, harri himna og jarðar, at tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt tað fyri ómyndingum! (JD)

Matthæus

11:27

All things are delivered unto me of my Father: and no man knoweth the Son, but the Father; neither knoweth any man the Father, save the Son, and he to whomsoever the Son will reveal him. (KJB)

Øll ting eru fingin mær av Faðir mínum: og eingin maður kennir Sonin, uttan Faðirin; eiheldur kennir nakar maður Faðirin, uttan Sonurin, og hann, fyri hvørjumsumhelst Sonurin vil opinbera hann. (FKJ1)

Alt er litið Mær upp í hendur av Faðir Mínum; eingin kennir Sonin uttan Faðirin, ei heldur kennir nakar Faðirin uttan Sonurin og tann, ið Sonurin vil opinbera Hann. (VD)

Alt er fingið mær upp í hendur av faðir mínum, og eingin kennir sonin uttan faðirin, og ikki heldur kennir nakar faðirin uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann. (JD)

Matthæus

11:30

For my yoke is easy, and my burden is light. (KJB)

Tí at ok mítt er nemt, og byrði mín er løtt. (FKJ1)

Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.« (VD)

Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.« (JD)

Matthæus

12:1

At that time Jesus went on the sabbath day through the corn; and his disciples were an hungred, and began to pluck the ears of corn, and to eat. (KJB)

Um tað mundið fór Jesus á sabbatsdeginum ígjøgnum kornið; og hansara lærusveinar vóru einir hungraðir, og tóku at slíta øks av kornum, og at eta tað. (FKJ1)

Um ta tíðina gekk Jesus gjøgnum akur sabbat, og lærisveinar Hansara vóru svangir og fóru at slíta øks og eta. (VD)

Um tað mundið gekk Jesus um hvíludagin tvørtur um ein akur; men lærusveinar hansara kendu svongd, og teir fóru at slíta sær øks at eta. (JD)

Matthæus

12:3

But he said unto them, Have ye not read what David did, when he was an hungred, and they that were with him; (KJB)

Men hann segði við teir, Hava tit ikki lisið hvat Dávid gjørdi, tá ið hann var ein hungraður, og teir ið við honum vóru; (FKJ1)

Hann svaraði teimum: »Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann var svangur, og teir, ið við honum vóru (VD)

Men hann segði við teir: »Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, tá ið hann hungraði, og teir, ið við honum vóru? (JD)

Matthæus

12:6

But I say unto you, That in this place is one greater than the temple. (KJB)

Men eg sigi tykkum, At á hesum staði er ein, størri enn templið. (FKJ1)

Men Eg sigi tykkum, at her er tað, sum størri er enn templið. (VD)

Men eg sigi tykkum, at her er tað, ið hevur meir at týða enn halgidómurin. (JD)

Matthæus

12:8

For the Son of man is Lord even of the sabbath day. (KJB)

Tí at Menniskjusonurin er Harri, enntá av sabbatsdeginum. (FKJ1)

Tí Menniskjasonurin er harri sabbatsins(VD)

Tí at menniskjusonurin er hvíludagsins harri.« (JD)

Matthæus

12:18

Behold my servant, whom I have chosen; my beloved, in whom my soul is well pleased: I will put my spirit upon him, and he shall shew judgment to the Gentiles. (KJB)

Sí tænara mín, hvønn eg havi útvalt; mín háttelskaða, í hvørjum sál mín er væl toknað: eg vil leggja mín anda uppá hann, og hann skal sýna dóm fyri Heidningunum. (FKJ1)

»Hygg tænari Mín, sum Eg havi útvalt, elskaði Mín, sum sál Mín hevur tokka til! Eg skal lata Anda Mín koma yvir Hann, og Hann skal kunngera heidningunum rætt. (VD)

»Sí, tænari mín, sum eg kjósaði mær; hin elskaði mín, sum sál mín hevur yndi til! Eg vil lata anda mín koma yvir hann, og heidningunum skal hann kunngera rætt. (JD)

Matthæus

12:20

A bruised reed shall he not break, and smoking flax shall he not quench, till he send forth judgment unto victory. (KJB)

Eitt brákað rør skal hann ikki bróta, og rúkandi veik skal hann ikki sløkkja, til hann sendir fram dóm til sigurs. (FKJ1)

Hann skal ikki sora hitt brotna rørið og ikki sløkkja hitt rúkandi skarið, inntil Hann hevur ført rættin fram til sigur. (KJB)

Rørið, ið sundur er, skal hann ikki bróta, og skarið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja, til hann hevur ført rættin fram til sigurs. (JD)

Matthæus

12:22

Then was brought unto him one possessed with a devil, blind, and dumb: and he healed him, insomuch that the blind and dumb both spake and saw. (KJB)

Tá varð førdur til hansara ein, heltikin við einum djevli, blindur, og málleysur: og hann grøddi hann, so mikið, at hin blindi og málleysi bæði talaði og sá. (FKJ1)

Nú varð ein, ið settur var av illum anda, og sum var blindur og stummur, leiddur til Hansara; og Hann grøddi hann, so hin stummi talaði og sá. (VD)

Tá varð førdur til hansara ein maður við einum illum anda, og hann var blindur og dummur; og hann grøddi hann, so at tann dummi talaði og sá. (JD)

Matthæus

12:25

And Jesus knew their thoughts, and said unto them, Every kingdom divided against itself is brought to desolation; and every city or house divided against itself shall not stand: (KJB)

Og Jesus kendi hugsanir teirra, og segði við teir, Hvørt kongadømi, sundurdeilt ímóti sær sjálvum, verður ført til oyðingar; og hvør staður ella hús, sundurdeilt ímóti sær sjálvum, skal ikki standast: (FKJ1)

Men Jesus, sum vitsti, hvat teir hugsaðu, segði við teir: »Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og eingin býur, sum kemur í stríð við seg sjálvan, verður standandi, einki hús heldur. (VD)

Men við tað at hann kendi hugsan teirra, segði hann við teir: »Hvørt ríki, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, verður lagt oyðið; og hvør bygd og hvørt heim, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, kann ikki standa við. (JD)

Matthæus

12:26

And if Satan cast out Satan, he is divided against himself; how shall then his kingdom stand? (KJB)

Og um Satan kasti út Satan, er hann sundurdeildur ímóti sær sjálvum; hvussu skal tá kongadømi hansara standast? (FKJ1)

Um nú Satan rekur út Satan, er hann komin í stríð við seg sjálvan; hvussu verður ríki hansara tá standandi! (VD)

Og um Sátan rekur út Sátan, tá er hann komin í ósemju við sjálvan seg, og hvussu kann ríki hansara tá standa við? (JD)

Matthæus

12:27

And if I by Beelzebub cast out devils, by whom do your children cast them out? therefore they shall be your judges. (KJB)

Og um eg við Beelzebub kasti út djevlar, við hvørjum kasta børn tykkara teir út? tí skulu teir vera dómarar tykkara. (FKJ1)

Reki Eg nú út hinar illu andar við Be'elzebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? Teir skulu tí vera dómarar tykkara. (VD)

Og um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara sjálvs teir út? Teir skulu tí verða dómarar tykkara. (JD)

Matthæus

12:28

But if I cast out devils by the Spirit of God, then the kingdom of God is come unto you. (KJB)

Men um eg kasti út djevlar við Anda Guðs, tá er kongadømi Guðs komið at tykkum. (FKJ1)

Men reki Eg út hinar illu andar við Anda Guds, er jú ríki Guds komið til tykkara. (VD)

Men um eg reki út hinar illu andarnar við Guðs anda, tá er Guðs ríki komið á tykkum. (JD)

Matthæus

12:31

Wherefore I say unto you, All manner of sin and blasphemy shall be forgiven unto men: but the blasphemy against the Holy Ghost shall not be forgiven unto men. (KJB)

Hvørsvegna eg sigi tykkum, Alt slag av synd og Guðsspottan skal verða fyrigivin monnum: men Guðsspottanin ímóti Halga Andanum skal ikki verða fyrigivin monnum. (FKJ1)

Tí sigi Eg tykkum: Øll synd og spottan skal verða menniskjum fyrigivin; men spottan móti Andanum skal ikki verða fyrigivin. (VD)

Tí sigi eg tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin. (JD)

Matthæus

12:32

And whosoever speaketh a word against the Son of man, it shall be forgiven him: but whosoever speaketh against the Holy Ghost, it shall not be forgiven him, neither in this world, neither in the world to come. (KJB)

Og hvørsumhelst talar eitt orð ímóti Menniskjusyninum, tað skal verða fyrigivið honum: men hvørsumhelst talar ímóti Halga Andanum, tað skal ikki verða fyrigivið honum, hvørki í hesi verøld, eiheldur í hini komandi verøld. (FKJ1)

Og um onkur talar orð móti Menniskjasyninum - tað skal verða honum fyrigivið; men tann, ið talar móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi tíð ella í hini komandi. (VD)

Og um nakar talar eitt orð ímóti menniskjusoninum, skal tað verða honum fyrigivið; men um nakar talar ímóti hinum heilaga anda, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi øld ella í teirri komandi. (JD)

Matthæus

12:35

A good man out of the good treasure of the heart bringeth forth good things: and an evil man out of the evil treasure bringeth forth evil things. (KJB)

Ein góður maður út úr góðu goymslu hjartans ber fram góðar lutir: og ein óndur maður út úr óndu goymsluni ber fram óndar lutir. (FKJ1)

Gott menniskja ber fram gott av hinum góða, ið tað hevur til, og ringt menniskja ber fram ónt av hinum ónda, ið tað hevur til. (VD)

Hin góði maðurin ber fram gott úr sínum góðu goymslum; og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illu goymslum. (JD)

Matthæus

12:38

Then certain of the scribes and of the Pharisees answered, saying, Master, we would see a sign from thee. (KJB)

Tá tóku ávísir av hinum skriftlærdu og av Pharisearunum til orða, sigandi, Meistari, vit vildu sæð eitt tekin frá tær. (FKJ1)

Tá tóku nakrir av hinum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við Hann: »Meistari! Okkum hevði dámt at sæð tekin frá Tær.« (VD)

Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: »Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.« (JD)

Matthæus

12:40

For as Jonas was three days and three nights in the whale's belly; so shall the Son of man be three days and three nights in the heart of the earth. (KJB)

Tí at eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki hvalsins; soleiðis skal Menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í hjarta jarðarinnar. (FKJ1)

Tí eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki havdýrsins, so skal Menniskja-sonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í fangi jarðarinnar. (VD)

Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum. (JD)

Matthæus

12:41

The men of Nineveh shall rise in judgment with this generation, and shall condemn it: because they repented at the preaching of Jonas; and, behold, a greater than Jonas is here. (KJB)

Menninir úr Nineveh skulu rísa í dómi við hesi ætt, og skulu dómfella hana: av tí at teir vendu um við prædiku Jónasar; og sí, ein, størri enn Jónas, er her. (FKJ1)

Menn úr Nineve skulu stíga fram í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí teir vendu við, táið Jónas prædikaði fyri teimum - og hyggið, her er meir enn Jónas! (VD)

Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas! (JD)

Matthæus

12:42

The queen of the south shall rise up in the judgment with this generation, and shall condemn it: for she came from the uttermost parts of the earth to hear the wisdom of Solomon; and, behold, a greater than Solomon is here. (KJB)

Drotningin úr suðuri skal rísa upp í dóminum við hesi ætt, og skal dómfella hana: tí at hon kom frá ytstu pørtum jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, ein, størri enn Sálomon, er her. (FKJ1)

Drotningin úr Suðurlandi skal rísa upp í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí hon kom frá enda jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons - og hyggið, her er meir enn Sálomon! (VD)

Suðurlanda-drotningin skal í dóminum standa upp saman við hesi slekt, og hon skal dómfella hana, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon! (JD)

Matthæus

12:47

Then one said unto him, Behold, thy mother and thy brethren stand without, desiring to speak with thee. (KJB)

Tá segði ein við hann, Sí, móðir tín og brøður tínir standa fyri uttan, tráandi at tala við teg. (FKJ1)

Ein segði nú við Hann: »Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja tosa við Teg!« (VD)

Og onkur segði við hann: »Sí, móðir tín og brøður tínir standa her fyri uttan og spyrja eftir tær at hitta teg.« (JD)

Er ikki í teim elstu handritunum.

Matthæus

13:5

Some fell upon stony places, where they had not much earth: and forthwith they sprung up, because they had no deepness of earth: (KJB)

Summi fullu uppá grýtutar staðir, har tey høvdu ikki nógva mold: og við tað sama spruttu tey upp, av tí at tey høvdu onga dýpd av mold: (FKJ1)

Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold. Tað kom við tað sama upp, við tað at har var ikki djúpt. (VD)

Og sumt fell í gaddajørð, har sum tað ikki hevði nógva mold; og tað nældi skjótt, av tí at har var ikki djúplent. (JD)

Matthæus

13:6

And when the sun was up, they were scorched; and because they had no root, they withered away. (KJB)

Og tá ið sólin var uppi, vórðu tey sviðin; og av tí at tey høvdu onga rót, følnaðu tey burtur. (FKJ1)

Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. (VD)

Men tá ið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. (JD)

Matthæus

13:9

Who hath ears to hear, let him hear. (KJB)

Hvør oyru hevur at hoyra, lat hann hoyra. (FKJ1)

Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!« (VD)

Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri.« (JD)

Matthæus

13:11

He answered and said unto them, Because it is given unto you to know the mysteries of the kingdom of heaven, but to them it is not given. (KJB)

Hann svaraði og segði við teir, Tí at tykkum er tað givið at kenna loyndardómar kongadømis himins, men til teirra er tað ikki givið. (FKJ1)

Hann svaraði: »Tí - tykkum er givið at kenna loyndarmál Himmiríkis ríkis; men teimum er tað ikki givið. (VD)

Men hann svaraði og segði: »Tykkum er tað givið at kenna loyndarmál himmiríkisins, men teimum er tað ikki givið. (JD)

Matthæus

13:14

And in them is fulfilled the prophecy of Esaias, which saith, By hearing ye shall hear, and shall not understand; and seeing ye shall see, and shall not perceive: (KJB)

Og í teimum er uppfyllt propheti Esaiasar, sum sigur, Við at hoyra skulu tit hoyra, og skulu ikki skilja; og síggjandi skulu tit síggja, og skulu ikki varnast: (FKJ1)

Soleiðis verður tað, sum Esaias profeteraði, uppfylt á teimum - táið hann sigur: »Við hoyrandi oyrum skulu tit hoyra og tó einki fata, og við síggjandi eygum skulu tit síggja og tó einki skilja. (VD)

Og teimum viðvíkjandi verður tað sannað, ið Jesaja profeteraði, tá ið hann sigur: »Tit munnu hoyra og hoyra og ikki fata; og tit munnu síggja og síggja og ikki skilja. (JD)

Matthæus

13:19

When any one heareth the word of the kingdom, and understandeth it not, then cometh the wicked one, and catcheth away that which was sown in his heart. This is he which received seed by the way side. (KJB)

Tá ið einhvør hoyrir orð kongadømisins, og skilur tað ikki, tá kemur hin vondi, og nápar burtur tað sum varð sáað í hjarta hansara. Hetta er hann sum tók ímóti sáðkorni við vegkantin. (FKJ1)

Táið onkur hoyrir orðið um ríkið og fatar tað ikki, kemur hin óndi og rívur burt tað, sum sáað var í hjarta hansara; hesin er tað, sum sáað varð við vegin. (VD)


Tá ið onkur hoyrir orðið um ríkið, og ikki fatar tað, tá kemur hin óndi og slítur tað burtur, ið var sáað í hjarta hansara. Hesin er tað, ið var sáað fram við veginum. (JD)

Matthæus

13:24

Another parable put he forth unto them, saying, The kingdom of heaven is likened unto a man which sowed good seed in his field: (KJB)

Eina aðra dømisøgu setti hann fram at teimum, sigandi, Kongadømi himins er líknað einum manni sum sáaði gott sáð í akur sín: (FKJ1)

Annað líknilsi setti Hann teimum fram; Hann segði: »Ríki Himmiríkis er at líkna við mann, sum sáaði gott sáð í veltu sína. (VD)

Hann flutti fram eitt annað líknilsi fyri teir og segði: »Himmiríkið er líkt einum manni, ið sáaði gott sáð í veltu sína. (JD)

Matthæus

13:31

Another parable put he forth unto them, saying, The kingdom of heaven is like to a grain of mustard seed, which a man took, and sowed in his field: (KJB)

Eina aðra dømisøgu setti hann fram at teimum, sigandi, Kongadømi himins er líkt við eitt sinopskorn, sum ein maður tók, og sáaði í akur sín: (FKJ1)

Annað líknilsi setti Hann fram fyri teir; Hann segði: »Ríki Himmiríkis er líkt sinopskorni, sum maður tók og sáaði í veltu sína. (VD)

Eitt annað líknilsi setti hann fram fyri teir og segði: »Himmiríkið er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og sáaði í veltu sína. (JD)

Matthæus

13:33

Another parable spake he unto them; The kingdom of heaven is like unto leaven, which a woman took, and hid in three measures of meal, till the whole was leavened. (KJB)

Eina aðra dømisøgu talaði hann yvirfyri teimum; Kongadømi himins er líkt súrdeiggi, hvørt ein kvinna tók, og goymdi í trimum málum av mjøli, til tað heila var sýrað. (FKJ1)

Annað líknilsi talaði Hann til teirra: »Ríki Himmiríkis er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt.«  (VD)

Eitt annað líknilsi talaði hann til teirra: »Himmiríkið er líkt einum súrdeiggi, sum ein kona tók og legði í trý mál av mjøli, inntil alt samalt var sýrað.« (JD)

Matthæus

13:36

Then Jesus sent the multitude away, and went into the house: and his disciples came unto him, saying, Declare unto us the parable of the tares of the field. (KJB)

sendi Jesus mannfjøldina avstað, og fór inn í húsið: og hansara lærusveinar komu til hansara, sigandi, Greina okkum dømisøguna um illgrøsini í akrinum. (FKJ1)

So læt Hann fólkið fara og fór til hús. Og lærisveinar Hansara komu til Hansara og søgdu: »Útlegg okkum líknilsið um illgrasið í veltuni!« (VD)

So fór hann frá mannamúgvunum og kom heim til húsa. Og lærusveinar hansara komu til hansara og søgdu: »Grein fyri okkum líknilsið um illgresið í kornveltuni.« (JD)

Matthæus

13:37

He answered and said unto them, He that soweth the good seed is the Son of man; (KJB)

Hann svaraði og segði við teir, Hann, sum sáar tað góða sáðið, er Menniskjusonurin; (FKJ1)

Hann svaraði: »Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er Menniskjasonurin; (VD)

Men hann svaraði og segði: »Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er menniskjusonurin; (JD)

Matthæus

13:38

The field is the world; the good seed are the children of the kingdom; but the tares are the children of the wicked one; (KJB)

Akurin er heimurin; tað góða sáðið eru børn kongadømisins, men illgrøsini eru børnini at hinum vonda; (FKJ1)

veltan er heimurin, hitt góða sáðið er børn ríkisins; men illgrasið er børn hins ónda; (VD)

og veltan er heimurin; og hitt góða sáðið tað eru børn ríkisins, men illgresið, tað eru børn hins ónda; (JD)

Matthæus

13:39

The enemy that sowed them is the devil; the harvest is the end of the world; and the reapers are the angels. (KJB)

Fíggindin, sum sáaði tey, er djevulin; heystið er endi veraldarinnar; og innheystararnir eru einglarnir. (FKJ1)

fíggindin, ið sáaði tað, er Djevulin; heystið er endi tíðarinnar; teir, ið skera akurin, eru einglar. (VD)

Og óvinurin, ið sáaði tað, er djevulin; men heystið er veraldar endi, og akurskurðarmenninir eru einglar. (JD)

Matthæus

13:40

As therefore the tares are gathered and burned in the fire; so shall it be in the end of this world. (KJB)

Eins og tí illgrøsini verða savnaði og brend í eldinum; soleiðis skal tað verða við endan á hesi verøld. (FKJ1)

Sum nú illgrasið verður sankað saman og brent upp, so skal eisini verða, táið henda tíð er á enda. (VD)

Sum nú illgresið verður hentað saman og brent í eldi, soleiðis skal eisini verða við veraldar enda. (JD)

Matthæus

13:41

The Son of man shall send forth his angels, and they shall gather out of his kingdom all things that offend, and them which do iniquity; (KJB)

Menniskjusonurin skal senda út einglar sínar, og teir skulu savna úr hansara kongadømi øll ting sum volda meinboga, og teir sum gera misgerð; (FKJ1)

Menniskjasonurin skal senda út einglar Sínar, og teir skulu sanka saman úr ríki Hansara alt tað, sum voldir fall, og tey, sum gera órætt. (VD)

Menniskjusonurin skal senda út einglar sínar, og teir skulu henta saman úr ríki hansara alt, ið er til meinboga, og øll, ið gera órætt, (JD)

Matthæus

13:43

Then shall the righteous shine forth as the sun in the kingdom of their Father. Who hath ears to hear, let him hear. (KJB)

Tá skulu teir rættvísu skína fram sum sólin í kongadømi Faðirs teirra. Hvør oyru hevur at hoyra, lat hann hoyra. (FKJ1)

Tá skulu hini rættvísu skína sum sólin í ríki Faðirs síns. Tann, ið oyru hevur, hann hoyri! (VD)

Tá skulu hini rættvísu skína eins og sólin í ríki faðirs teirra. Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri! (JD)

Matthæus

13:44

Again, the kingdom of heaven is like unto treasure hid in a field; the which when a man hath found, he hideth, and for joy thereof goeth and selleth all that he hath, and buyeth that field. (KJB)

Aftur er kongadømi himins líkt dýrgripi, goymdum í einum akri; hvønn, tá ið ein maður hevur funnið, hann fjalir, og av frøi um tað fer og selur alt sum hann hevur, og keypir tann akurin. (FKJ1)

Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina. (VD)

Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina. (JD)

Matthæus

13:45

Again, the kingdom of heaven is like unto a merchant man, seeking goodly pearls: (KJB)

Aftur er kongadømi himins líkt einum keypmanni, sóknandi eftir vøkrum perlum: (FKJ1)

Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt keypmanni, ið leitaði eftir vøkrum perlum. (VD)

Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. (JD)

Matthæus

13:47

Again, the kingdom of heaven is like unto a net, that was cast into the sea, and gathered of every kind: (KJB)

Aftur er kongadømi himins líkt eini nót, sum varð kastað inn í sjógvin, og savnaði av hvørjum slagi: (FKJ1)

Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum sløgum. (VD)

Uppaftur er himmiríkið líkt eini nót, ið er sett í sjógvin og savnar saman fisk av øllum sløgum; (JD)

Matthæus

13:49

So shall it be at the end of the world: the angels shall come forth, and sever the wicked from among the just, (KJB)

Soleiðis skal tað verða við enda veraldarinnar: einglarnir skulu koma fram, og skilja hinar vondu burturúr teimum rættvísu, (FKJ1)

Soleiðis skal ganga, táið tíðin er at enda. Einglarnir skulu fara út og skilja hini óndu burtur úr hinum rættvísu (VD)

Soleiðis skal tað verða við veraldar enda. Einglarnir skulu fara út og skilja tey illu burtur úr teimum rættvísu, (JD)

Matthæus

13:51

Jesus saith unto them, Have ye understood all these things? They say unto him, Yea, Lord. (KJB)

Jesus sigur við teir, Hava tit skilt øll hesi tingini? Teir siga við hann, Ja, Harri. (FKJ1)

Hava tit fatað alt hetta?« Teir svaraðu Honum: »Ja.« (VD)

Fataðu tit hetta alt?« Teir siga við hann: »Ja.« (JD)

Matthæus

13:52

Then said he unto them, Therefore every scribe which is instructed unto the kingdom of heaven is like unto a man that is an householder, which bringeth forth out of his treasure things new and old. (KJB)

Tá segði hann við teir, Tí er hvør skriftlærdur, sum er undirvístur til kongadømis himins, líkur einum manni sum er ein húseigari, sum tekur fram úr síni skattagoymslu nýggj og gomul ting. (FKJ1)

Tá segði Hann við teir: »Tí er hvør skriftlærdur, sum upplærdur er til ríki Himmiríkis, líkur húsbónda, ið tekur fram nýtt og gamalt av tí, hann hevur.« (VD)

Men hann segði við teir: »Tess vegna er ein og hvør skriftlærdur, sum er vorðin lærusveinur í himmiríki, líkur einum húsbónda, ið tekur fram úr goymslum sínum nýtt og gamalt.« (JD)

Matthæus

13:57

And they were offended in him. But Jesus said unto them, A prophet is not without honour, save in his own country, and in his own house. (KJB)

Og teir fingu meinboga av honum. Men Jesus segði við teir, Ein prophetur er ikki uttan heiður, undantikið í sínum egna landi, og í sínum egna húsi. (FKJ1)

So tóku tey sær ilt av Honum. Men Jesus segði við tey: »Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði og í sínum egna húsi.« (VD)

Og tey tóku sær ilt av honum. Men Jesus segði við tey: »Ikki er ein profetur vanvirdur uttan í sínum egna heimlandi og í sínum egna húsi.« (JD)

Matthæus

14:9

And the king was sorry: nevertheless for the oath's sake, and them which sat with him at meat, he commanded it to be given her. (KJB)

Og kongurin varð syrgin: hóast hetta, vegna eiðarins, og teirra sum sótu við honum til matar, beyð hann, at tað skuldi verða givið henni. (FKJ1)

Tá varð kongurin illa við; men av tí at hann hevði svorið, og gestirnir høvdu hoyrt, beyð hann, at tað skuldi verða henni givið. (VD)

Og kongurin varð illa við, men fyri eiða sína og gestanna skuld beyð hann, at tað skuldi verða fingið henni. (JD)

Matthæus

14:14

And Jesus went forth, and saw a great multitude, and was moved with compassion toward them, and he healed their sick. (KJB)

Og Jesus fór fram, og sá eina mikla mannfjøld, og varð rørdur við várkunn mótvegis teimum, og hann grøddi hini sjúku teirra. (FKJ1)

Táið Hann kom á land, sá Hann tí nógv fólk har; og Honum tykti hjartaliga synd í teimum, og Hann grøddi tey av teimum, sum sjúk vóru. (VD)

Og tá ið hann steig upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, og hann grøddi tey av teimum, ið sjúk vóru. (JD)

Matthæus

14:15

And when it was evening, his disciples came to him, saying, This is a desert place, and the time is now past; send the multitude away, that they may go into the villages, and buy themselves victuals. (KJB)

Og tá ið tað var aftan, komu hansara lærusveinar til hansara, sigandi, Hetta er eitt oyðistað, og tíðin nú útliðin; send mannamúgvuna avstað, at tey mega fara inn í bygdirnar, og keypa sær vistir. (FKJ1)

Men táið kvøldið var komið, fóru lærisveinarnir tíl Hansara og søgdu: »Staðið her er oyðið, og tað seinkar; lat fólkið fara avstað, so tey kunnu fara í bygdirnar og keypa sær mat(VD)


Men tá ið dagur var komin at kvøldi, komu lærusveinarnir til hansara og søgdu: »Staðurin er oyðin, og tað er longu væl fram; lat nú mannamúgvurnar fara, at tey kunnu koma til bygda og keypa sær mat.« (JD)

Matthæus

14:22

And straightway Jesus constrained his disciples to get into a ship, and to go before him unto the other side, while he sent the multitudes away. (KJB)

Og beinanvegin noyddi Jesus lærusveinar sínar at fara inn í ein bát, og at fara undan honum yvirum hinumegin, meðan hann sendi mannamúgvurnar avstað. (FKJ1)

Við tað sama noyddi Hann nú lærisveinar Sínar at fara í bátin og fara undan Sær yvir um aftur vatnið, meðan Hann læt fólkið fara. (VD)

Og við tað sama noyddi hann lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. (JD)

Matthæus

14:25

And in the fourth watch of the night Jesus went unto them, walking on the sea. (KJB)

Og í tí fjórðu náttarvøkuni fór Jesus at teimum, gangandi á sjógvinum. (FKJ1)

Í fjórðu náttarvøku kom nú Jesus til teirra, gangandi á vatninum. (VD)

Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. (JD)

Matthæus

14:26

And when the disciples saw him walking on the sea, they were troubled, saying, It is a spirit; and they cried out for fear. (KJB)

Og tá ið lærusveinarnir sóu hann gangandi á sjógvinum, vórðu teir órógvaðir, sigandi, Tað er ein andi; og teir róptu út vegna ótta. (FKJ1)

Táið lærisveinarnir sóu Hann ganga á vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: »Hatta er spøkilsi!« og róptu av ræðslu. (VD)

Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: »Hatta er eitt spøkilsi.« Og teir rópaðu av ræðslu. (JD)

Matthæus

14:30

But when he saw the wind boisterous, he was afraid; and beginning to sink, he cried, saying, Lord, save me. (KJB)

Men tá ið hann sá vindin hin hvølla, varð hann ræddur; og, byrjandi at søkka, rópti hann, og segði, Harri, frels meg. (FKJ1)

Men táið hann sá hitt ringa veðrið, varð hann ræddur, og táið hann nú fór at søkka, rópti hann: »Harri, frels meg!« (VD)

Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: »Harri, bjarga mær!« (JD)

Matthæus

14:31

And immediately Jesus stretched forth his hand, and caught him, and said unto him, O thou of little faith, wherefore didst thou doubt? (KJB)

Og Jesus í stundini rætti fram sína hond, og loftaði honum, og segði við hann, O tú av lítlari trúgv, hvørsvegna ivaðirst tú? (FKJ1)

Alt fyri eitt rætti Jesus út hondina og tók í hann, og Hann segði við hann: »Tú trúarveiki, hví ivaðist tú?« (VD)

Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: »Fátrúni maður, hví ivaðist tú?« (JD)

Matthæus

14:32

And when they were come into the ship, the wind ceased. (KJB)

Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, steðgaði vindurin. (FKJ1)

Táið teir vóru komnir inn aftur í bátin, makaði hann vindin. (VD)

Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin. (JD)

Matthæus

14:33

Then they that were in the ship came and worshipped him, saying, Of a truth thou art the Son of God. (KJB)

Tá komu teir sum vóru í bátinum, og tilbóðu hann, sigandi, Av sonnum, tú ert Sonur Guðs. (FKJ1)

Men teir, sum á bátinum vóru, fullu niður fyri Honum og søgdu: »Sanniliga ert Tú Sonur Guds!« (VD)

Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: »Sanniliga ert tú sonur Guðs!« (JD)

Matthæus

14:34

And when they were gone over, they came into the land of Gennesaret. (KJB)

Og tá ið teir vóru farnir yvirum, komu teir inn í land Gennesarets. (FKJ1)

Táið teir vóru komnir yvirum, løgdu teir at landi í Genezaret. (VD)

Og tá ið teir høvdu róð yvirum, komu teir at landi í Genesaret. (JD)

Matthæus

15:1

Then came to Jesus scribes and Pharisees, which were of Jerusalem, saying, (KJB)

Tá komu til Jesu skriftlærdir og Pharisearar, sum vóru úr Jerusalem, sigandi, (FKJ1)

Tá komu Farisearar og skriftlærdir úr Jerúsalem til Jesus og søgdu: (VD)

Tá komu Farisearar og skriftlærdir úr Jerúsalem til Jesus og søgdu: (JD)

Matthæus

15:2

Why do thy disciples transgress the tradition of the elders? for they wash not their hands when they eat bread. (KJB)

Hví misbróta lærusveinar tínir sið hinna eldru? tí at teir tváa ikki hendur sínar, tá ið teir eta breyð. (FKJ1)

»Hví bróta lærisveinar Tínir viðtøku hinna gomlu? Teir vaska sær jú ikki um hendurnar, táið teir fara at eta.« (VD)

»Hví bróta lærusveinar tínir gamlan fedranna sið? Tí at teir tváa sær ikki um hendurnar, tá ið teir fáa sær at eta.« (JD)

Matthæus

15:4

For God commanded, saying, Honour thy father and mother: and, He that curseth father or mother, let him die the death. (KJB)

Tí at Guð beyð, sigandi, Æra faðir tín og móður: og, Hann ið bølbiður faðir ella móður, lat hann doyggja deyðan. (FKJ1)

Gud gav jú hetta boð: »Ær faðir tín og móður tína!« og: »Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja.« (VD)

Tí at Guð hevur boðið og sagt: »Æra faðir tín og móður tína« og »tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.« (JD)

Matthæus

15:8

This people draweth nigh unto me with their mouth, and honoureth me with their lips; but their heart is far from me. (KJB)

Hetta fólkið dregst nær mær við sínum munni, og ærir meg við sínum vørrum; men teirra hjarta er fjart frá mær. (FKJ1)

»Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt frá Mær. (VD)

»Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær. (JD)

Matthæus

 15:9

But in vain they do worship me, teaching for doctrines the commandments of men. (KJB)

Men til fánýtis tilbiðja tey meg, frálærandi fyri Guðslærur boðini hjá monnum. (FKJ1)

Tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.«« (VD)

Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.« (JD)

Matthæus

15:16

And Jesus said, Are ye also yet without understanding? (KJB)

Og Jesus segði, Eru tit eisini enn uttan skil? (FKJ1)

Hann segði: »Fata eisini tit so lítið enn? (VD)

Men hann segði: »Eru tit við so skilaleysir enn? (JD)

Matthæus

15:17

Do not ye yet understand, that whatsoever entereth in at the mouth goeth into the belly, and is cast out into the draught? (KJB)

Skilja tit ikki enn, at hvatsumhelst gongur inn við munnin, fer inn í magan, og verður kastað út í frárenningina? (FKJ1)

Skilja tit ikki, at alt tað, sum inn fer í munnin, fer í magan og verður leitt út hin náttúrliga vegin? (VD)

Skilja tit ikki, at alt tað, ið fer inn í munnin, fer í magan og fer út har, sum tað eigur at fara? (JD)

Matthæus

15:19

For out of the heart proceed evil thoughts, murders, adulteries, fornications, thefts, false witness, blasphemies: (KJB)

Tí at út úr hjartanum útganga illar hugsanir, myrðir, horfremjanir, leysalevnaðir, tjóvaríir, falskur vitnisburður, Guðsspottanir: (FKJ1)

Tí út úr hjartanum koma ringar hugsanir: Manndráp, hor, siðloysi, stuldur, rangur vitnisburður, spottan. (VD)

Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan. (JD)

Matthæus

15:22

And, behold, a woman of Canaan came out of the same coasts, and cried unto him, saying, Have mercy on me, O Lord, thou Son of David; my daughter is grievously vexed with a devil. (KJB)

Og sí, ein kvinna úr Canaan kom út úr hinum somu umráðunum, og rópaði til hansara, sigandi, Hav miskunn yvir meg, O Harri, Sonur Dávids; dóttir mín er herviliga plágað við einum djevli. (FKJ1)

Tá kom kánaneisk kvinna haðani av leið; hon rópti: »Harri, sonur Dávids, miskunna mær! Dóttir mín verður svárt plágað av illum anda.« (VD)

Og sí, ein kánaneisk kona kom út um markaskjalini har og rópaði og segði: »Harri, Dávids sonur, miskunna mær! Dóttir mín er stødd í neyð av einum illum anda.« (JD)

Matthæus

15:25

Then came she and worshipped him, saying, Lord, help me. (KJB)

Tá kom hon og tilbað hann, sigandi, Harri, hjálp mær. (FKJ1)

Men hon kom, fall niður fyri Honum og segði: »Harri, hjálp mær!« (VD)

Men hon kom og fell á knæ fyri honum og segði: »Harri, hjálp mær!« (JD)

Matthæus

15:30

And great multitudes came unto him, having with them those that were lame, blind, dumb, maimed, and many others, and cast them down at Jesus' feet; and he healed them: (KJB)

Og miklar mannfjøldir komu til hansara, havandi við sær tey sum vóru lamin, blind, málleys, vanfør, og mong onnur, og kastaðu tey niður við Jesu føtur; og hann grøddi tey: (FKJ1)

Tá kom nógv fólk til Hansara; tey høvdu við sær lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey løgdu tey fyri føtur Hansara; og Hann grøddi tey - (VD)

Og stórar mannamúgvur komu til hansara og høvdu við sær lamin, blind, dumm, kryplar og mong onnur; og tey kastaðu tey niður fyri føtur hansara. Og hann grøddi tey; (JD)

Matthæus

15:33

And his disciples say unto him, Whence should we have so much bread in the wilderness, as to fill so great a multitude? (KJB)

Og hansara lærusveinar siga við hann, Hvaðani skuldu vit havt so mikið breyð í oyðuni, sum til at mettað eina so mikla mannamúgvu? (FKJ1)

Lærisveinarnir søgdu við Hann: »Hvaðani skulu vit her í oyðimørk fáa so mong breyð, at vit kunnu metta hetta nógva fólk!« (VD)

Og lærusveinarnir siga við hann: »Hvaðani skulu vit her í oyðimørk fáa so mong breyð, at vit kunnu metta eina slíka mannamúgvu?« (JD)

Matthæus

15:36

And he took the seven loaves and the fishes, and gave thanks, and brake them, and gave to his disciples, and the disciples to the multitude. (KJB)

Og hann tók tey sjey breyðini og fiskarnar, og veitti tøkkir, og breyt tey, og gav til lærusveina sína, og lærusveinarnir til mannfjøldarinnar. (FKJ1)

So tók Hann hini sjey breyðini og fiskarnar, takkaði og breyt tey og fekk lærisveinunum; og lærisveinarnir góvu fólkinum. (VD)

og hann tók tey sjey breyðini og fiskarnar og takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinunum, og lærusveinarnir góvu mannamúgvuni. (JD)

Matthæus

16:3

And in the morning, It will be foul weather to day: for the sky is red and lowring. O ye hypocrites, ye can discern the face of the sky; but can ye not discern the signs of the times? (KJB)

Og um morgunin, Tað fer at verða ódámligt veður í dag: tí at luftin er reyð og skýmlig. O tykkara hyklarar, tit duga at skyna á yvirborði luftarinnar; men duga tit ikki at skyna á teknum tíðanna? (FKJ1)

og um morgunin: »Í dag verður illveður; tí himmalin er reyður og dimmur.« Ja, útsjónd himmalsins duga tit á at skyna, men tekin tíðanna duga tit ikki at týða! (VD)

og um morgunin: Tað verður ein illveðursdagur í dag, tí at luftin er reydlig og dimm. Útsjónd himmalsins duga tit á at skyna; men tíðartekinini kunnu tit ikki týða. (JD)

Matthæus

16:4

A wicked and adulterous generation seeketh after a sign; and there shall no sign be given unto it, but the sign of the prophet Jonas. And he left them, and departed. (KJB)

Ein ónd og horfikin slekt søkir eftir einum tekini; og tað skal einkið tekin verða givið henni, uttan tekin Jónasar prophets. Og hann fór frá teimum, og fór avstað. (FKJ1)

Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin; men einki tekin skal verða henni givið uttan tekin Jónasar.« So fór Hann frá teimum og fór avstað. (VD)

Ein ónd og ótrúgv slekt biður um tekin; men annað tekin skal ikki verða henni givið enn tekin Jónasar.« Og hann vendi sær frá teimum og fór avstað. (JD)

Matthæus

16:8

Which when Jesus perceived, he said unto them, O ye of little faith, why reason ye among yourselves, because ye have brought no bread? (KJB)

Hvørt, tá ið Jesus varnaðist, segði hann við teir, O tit av lítlari trúgv, hví tingast tit tykkara millum, av tí at tit einkið breyð hava tikið? (FKJ1)

Men táið Jesus varð varur við hetta, segði Hann: »Tit trúarveiku! Hví hugsa tit við tykkum sjálvum um, at tit hava ikki tikið breyð við? (VD)

Men tá ið Jesus varð varur við hetta, segði hann: »Tykkara fátrúnu menn! Hví hugsa tit við tykkum sjálvum um tað, at tit ikki hava breyð við? (JD)

Matthæus

16:12

Then understood they how that he bade them not beware of the leaven of bread, but of the doctrine of the Pharisees and of the Sadducees. (KJB)

Tá skiltu teir, hvussu ið hann beyð teimum ikki at vara seg fyri súrdeignum av breyði, men fyri Guðslæru Pharisearanna og Sadduceearanna. (FKJ1)

Tá skiltu teir, at Hann hevði ikki tosað um, at teir skuldu varða seg fyri súrdeigginum í breyði, men fyri læru Farisearanna og Saddukearanna. (VD)

Tá skiltu teir, at hann ikki hevði sagt, at teir skuldu vara seg fyri súrdeigginum í breyði, men fyri læru Farisearanna og Saddukearanna. (JD)

Matthæus

16:13


Exo 3:14

When Jesus came into the coasts of Caesarea Philippi, he asked his disciples, saying, Whom do men say that I the Son of man am? (KJB)

Tá ið Jesus kom inn í breddarnar av Çæsareu Philippi, spurdi hann lærusveinar sínar, sigandi, Hvønn siga menn, at eg Menniskjusonurin eri? (FKJ1)

Táið Jesus var komin til landið við Kesarea Filippi, spurdi Hann lærisveinar Sínar: »Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera(VD)

Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: »Hvønn siga menn menniskjusonin vera?« (JD)

Matthæus

16:18

And I say also unto thee, That thou art Peter, and upon this rock I will build my church; and the gates of hell shall not prevail against it. (KJB)

Og eg sigi eisini við teg, At tú ert Pætur, og uppá henda klett vil eg byggja kirkju mína; og helvitis portur skulu ikki fáa yvirvág ímóti tí. (FKJ1)

So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni. (VD)

Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni. (JD)

Matthæus

16:20

Then charged he his disciples that they should tell no man that he was Jesus the Christ. (KJB)

Tá álegði hann lærusveinum sínum, at teir ongum manni skuldu siga, at hann var Jesus Christus˜. (FKJ1)

Tá álegði Hann lærisveinum Sínum, at teir máttu ongum siga, at Hann var Kristus. (VD)

Tá beyð hann lærusveinunum ongum at siga frá, at hann var Kristus. (JD)

Matthæus

16:21

From that time forth began Jesus to shew unto his disciples, how that he must go unto Jerusalem, and suffer many things of the elders and chief priests and scribes, and be killed, and be raised again the third day. (KJB)

Frá teirri tíð fram fór Jesus undir at sýna lærusveinum sínum, hvussu ið hann mátti fara til Jerusalem, og líða mong ting av teimum elstu og fremstu prestunum og skriftlærdu, og verða dripin, og verða reistur aftur hin triðja dagin. (FKJ1)

Frá teirri tíð byrjaði Jesus at gera lærisveinum Sínum kunnigt, at Hann skuldi fara til Jerúsalem og líða nógv av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin. (VD)

Frá teirri stund tók Jesus at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur. (JD)

Matthæus

17:4

Then answered Peter, and said unto Jesus, Lord, it is good for us to be here: if thou wilt, let us make here three tabernacles; one for thee, and one for Moses, and one for Elias. (KJB)

Tá tók Pætur til orða, og segði við Jesus, Harri, tað er gott hjá okkum at vera her: um tú vilt, lat okkum gera her trý tabernakkul; eitt til tín, og eitt til Mósesar, og eitt til Eliasar. (FKJ1)

Tá tók Pætur til orða og segði við Jesus: »Harri, her er okkum gott at vera! Vilt Tú, so skal eg her gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein.« (VD)

Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: »Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.« (JD)

Matthæus

17:11

And Jesus answered and said unto them, Elias truly shall first come, and restore all things. (KJB)

Og Jesus svaraði og segði við teir, Elias sanniliga skal fyrst koma, og endurbøta øll ting. (FKJ1)

Hann svaraði: »Víst kemur Elias og skal beina alt aftur í lag; (VD)

Men hann svaraði teimum og segði: »Væl kemur Elia og skal føra alt aftur í lag; (JD)

Matthæus

17:14

And when they were come to the multitude, there came to him a certain man, kneeling down to him, and saying, (KJB)

Og tá ið teir vóru komnir til mannamúgvunnar, kom tað til hansara ein ávísur maður, knelandi niður fyri honum, og sigandi, (FKJ1)

Táið teir so komu til fólkið, kom maður til Hansara, fall á knæ fyri Honum og segði: (VD)

Og tá ið teir komu til mannamúgvuna, kom ein maður ímóti honum og fell á knæ fyri honum og segði: (JD)

Matthæus

17:20

And Jesus said unto them, Because of your unbelief: for verily I say unto you, If ye have faith as a grain of mustard seed, ye shall say unto this mountain, Remove hence to yonder place; and it shall remove; and nothing shall be impossible unto you. (KJB)

Og Jesus segði við teir, Uppá grund av vantrúgv tykkara: tí sanniliga sigi eg tykkum, Um tit hava trúgv sum eitt sinnopskorn, skulu tit siga við hetta fjall, Burtflyt hiðan til hasa staðar; og tað skal burtflyta; og einkið skal vera ógjørligt tykkum. (F)

Hann svaraði teimum: »Tí tit eru so vantrúnir! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv sum sinopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: »Flyt teg hiðani og hagar!« og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt. (VD)

Men hann segði við teir: »Av tí at tit eru so fátrúnir. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: »Flyt teg hiðani og hagar,« og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum. (JD)

Matthæus

17:21

Howbeit this kind goeth not out but by prayer and fasting. (KJB)

Hvussu enn er, hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu. (FKJ1)

Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu.« (VD)

[Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu«].* (JD)

 

Hetta versið stendur ikki í summum av teimum elstu handskriftunum; lænt frá Mark. 9:29.

Matthæus

17:22

And while they abode in Galilee, Jesus said unto them, The Son of man shall be betrayed into the hands of men: (KJB)

Og meðan teir dvaldu í Galileu, segði Jesus við teir, Menniskjusonurin skal verða svikin inn í mannahendur: (FKJ1)

Meðan teir nú ferðaðust saman í Galilea, segði Jesus við teir: »Menniskjasonurin skal verða givin menniskjum í hendur; (VD)

Men meðan teir ferðaðust um í Galileu, segði Jesus við teir: »Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur; (JD)

Matthæus

17:23

And they shall kill him, and the third day he shall be raised again. And they were exceeding sorry. (KJB)

Og teir skulu drepa hann, og hin triðja dagin skal hann verða reistur aftur. Og teir vórðu avbera syrgnir. (FKJ1)

og tey skulu drepa Hann; men triðja dagin skal Hann rísa upp aftur.« Tá vórðu teir ógvuliga tungir. (VD)

og tey skulu drepa hann, men á triðja degi skal hann rísa upp aftur.« Og teir vórðu heilt sorgarbundnir. (JD)

Matthæus

17:26

Peter saith unto him, Of strangers. Jesus saith unto him, Then are the children free. (KJB)

Pætur sigur við hann, Av fremmandum. Jesus sigur við hann, So eru børnini frí. (FKJ1)

Hann svaraði: »Frá hinum fremmandu.« Tá segði Jesus: »So eru jú synirnir fríir! (VD)

Og tá ið hann segði: »Av fremmandum,« segði Jesus við hann: »So eru synirnir fríir tá. (JD)

Matthæus

18:2

And Jesus called a little child unto him, and set him in the midst of them, (KJB)

Og Jesus kallaði eitt lítið barn til sín, og setti hann í miðju teirra, (FKJ1)

Tá rópti Hann lítið barn til Sín, læt tað standa mitt ímillum teirra (VD)

Og hann kallaði eitt lítið barn til sín og setti tað mitt inn ímillum teirra (JD)

Matthæus

18:3

And said, Verily I say unto you, Except ye be converted, and become as little children, ye shall not enter into the kingdom of heaven. (KJB)

Og segði, Sanniliga sigi eg tykkum, Uttan tit verði umvendir, og gerist eins og lítil børn, skulu tit ikki ganga inn í kongadømi himins. (FKJ1)

og segði: »Sanniliga, sigi Eg tykkum: Venda tit ikki við og verða sum børn, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis. (VD)

og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. (JD)

Matthæus

18:4

Whosoever therefore shall humble himself as this little child, the same is greatest in the kingdom of heaven. (KJB)

Hvørsumhelst tí skal eyðmýkja seg sjálvan eins og hetta lítla barnið, hin sami er størstur í kongadømi himins. (FKJ1)

Tann, sum tí ger seg lítlan sum hetta barn, er hin størsti í ríki Himmiríkis. (VD)

Hvør tann, sum tí setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki. (JD)

Matthæus

18:8

Wherefore if thy hand or thy foot offend thee, cut them off, and cast them from thee: it is better for thee to enter into life halt or maimed, rather than having two hands or two feet to be cast into everlasting fire. (KJB)

Hvørsvegna um hond tín ella fótur tín gevi tær meinboga, sker tey av, og kasta tey frá tær: tað er betri hjá tær at ganga inn til lívs haltur ella vanførur, heldur enn havandi tvær hendur ella tveir føtur at verða kastaður inn í ævigtvarandi eld. (FKJ1)

Um hond ella fótur tín freistar teg, so høgg tað av og kasta tað frá tær! Tað er tær betri at fara lamin ella krypil inn til lívið enn at hava tvær hendur og tveir føtur og verða kastaður í hin æviga eld. (VD)

Men um hond tín ella fótur tín freistar teg, tá høgg hann av og kasta hann frá tær, tí at betri er tær at ganga lamin ella krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og báðar føtur og verða kastaður í hin æviga eldin. (JD)

Matthæus

18:11

For the Son of man is come to save that which was lost. (KJB)

Tí at Menniskjusonurin er komin at frelsa tað sum var burturvilst. (FKJ1)

Tí Menniskjasonurin er komin at frelsa tað, sum fortapt var. (VD)

[Tí at menniskjusonurin er komin at bjarga tí, ið er burtur farið.]* (JD)

*helst lænt frá Luk. 19,10

Matthæus

18:15

Moreover if thy brother shall trespass against thee, go and tell him his fault between thee and him alone: if he shall hear thee, thou hast gained thy brother. (KJB)

Harafturat um bróðir tín skal misbrótast ímóti tær, far og sig honum hansara feil ímillum teg og hann einsamallar: um hann skal hoyra teg, hevurt tú vunnið bróður tín. (FKJ1)

Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín. (VD)

Men um bróðir tín syndar, tá far til hansara og hav at honum tykkara millum, meðan tit báðir eru tveir einir. Hoyrir hann teg, tá hevur tú vunnið bróður tín. (JD)

Matthæus

18:23

Therefore is the kingdom of heaven likened unto a certain king, which would take account of his servants. (KJB)

Tessvegna er kongadømi himins líknað við ein ávísan kong, sum vildi taka roknskap av tænarum sínum. (FKJ1)

Tí er ríki Himmiríkis at líkna við kong, ið skuldi halda roknskap við tænarar sínar. (VD)

Tess vegna er himmiríkið at líkna við ein kong, sum vildi halda roknskap við tænarum sínum. (JD)

Matthæus

18:26

The servant therefore fell down, and worshipped him, saying, Lord, have patience with me, and I will pay thee all. (KJB)

Tænarin tessvegna fell niður, og tilbað hann, sigandi, Harri, hav tol við mær, og eg vil rinda tær alt. (FKJ1)

Tá fall tænarin niður fyri honum, bønaði hann og segði: »Harri, hav tol við mær, so skal eg gjalda tær alt!« (VD)

Tá legði tænarin seg niður á knæ fyri honum og bønaði hann og segði: »Hav tol við mær, og eg vil rinda tær alt samalt aftur!« (JD)

Matthæus

18:28

But the same servant went out, and found one of his fellowservants, which owed him an hundred pence: and he laid hands on him, and took him by the throat, saying, Pay me that thou owest. (KJB)

Men hin sami tænarin fór út, og fann ein av samtænarum sínum, sum skyldaði honum hundrað denarar: og hann legði hendur á hann, og tók hann eftir svíranum, sigandi, Rinda mær tað tú skyldart. (FKJ1)

Men táið hesin sami tænari fór út, hitti hann ein samtænara sín, sum skyldaði honum 100 denarar. Hann legði tá hond á hann, tók um kvørkrar hansara og segði: »Rinda tað, ið tú skyldar!« (VD)

Men tá ið hesin tænarin fór út aftur, hitti hann ein av lagsmonnum sínum, sum skyldaði honum hundrað denarar; og hann legði hond á hann, tók um kvørkrarnar á honum og segði: »Rinda mær tað, sum tú skyldar!« (JD)

Matthæus

18:29

And his fellowservant fell down at his feet, and besought him, saying, Have patience with me, and I will pay thee all. (KJB)

Og hansara samtænari fell niður við hansara føtur, og bønaði hann, sigandi, Hav tol við mær, og eg vil rinda tær alt.

 (FKJ1)

Tá fall hesin samtænari hansara niður fyri honum, bað hann og segði: »Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær!« (VD)

Tá fell hesin lagsmaður hansara honum til fóta og bønaði hann og segði: »Hav tol við mær, og eg skal rinda tær tað!« (JD)

Matthæus

18:31

So when his fellowservants saw what was done, they were very sorry, and came and told unto their lord all that was done. (KJB)

So tá ið hansara samtænarar sóu hvat var gjørt, vórðu teir sera syrgnir, og komu og søgdu harra sínum alt sum var gjørt. (FKJ1)

Táið nú samtænarar hansara sóu tilgongdina, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá, hvussu vorðið var. (VD)

Tá ið nú lagsmenn hansara sóu, hvat ið hent var, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá øllum tilganginum. (JD)

Matthæus

18:35

So likewise shall my heavenly Father do also unto you, if ye from your hearts forgive not every one his brother their trespasses. (KJB)

So líkaleiðis skal himinski Faðir mín gera eisini við tykkum, um tit frá tykkara hjørtum fyrigevi ikki hvør og ein bróður sínum misbrotini hjá teimum. (FKJ1)

Soleiðis skal eisini himmalski Faðir Mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva, ein og hvør bróður sínum.« (VD)

Soleiðis skal eisini himmalski faðir mín gera ímóti tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva ein og hvør bróður sínum.« (JD)

Matthæus

19:3

The Pharisees also came unto him, tempting him, and saying unto him, Is it lawful for a man to put away his wife for every cause? (KJB)

Phariseararnir eisini komu til hansara, freistandi hann, og sigandi við hann, Er tað lógligt hjá einum manni at koyra burtur konu sína fyri hvørja grund? (FKJ1)

Tá komu Fariseararnir til Hansara, freistaðu Hann og søgdu: »Er loyviligt at skilja seg frá konu síni av eini og hvørji grund?« (VD)

Og Fariseararnir komu til hansara og freistaðu hann og søgdu: »Er tað loyviligt at skiljast við konu sína, av hvørji grund tað so er?« (JD)

Matthæus

19:4

And he answered and said unto them, Have ye not read, that he which made them at the beginning made them male and female, (KJB)

Og hann svaraði og segði við teir, Hava tit ikki lisið, at hann sum gjørdi tey við byrjanina, gjørdi tey kall og kallinnu, (FKJ1)

Hann svaraði: »Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu (VD)

Men hann svaraði og segði: »Hava tit ikki lisið, at skaparin frá upphavi skapaði tey kall og konu, (JD)

Matthæus

19:9

And I say unto you, Whosoever shall put away his wife, except it be for fornication, and shall marry another, committeth adultery: and whoso marrieth her which is put away doth commit adultery. (KJB)

Og eg sigi við tykkum, Hvørsumhelst skal koyra burtur konu sína, undantikið um tað veri fyri siðloysi, og skal giftast við eini aðrari, fremur hordóm: og hvørso giftist við henni sum er koyrd burtur, fremur hordóm. (FKJ1)

Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.« (VD)

Men eg sigi tykkum, at tann, ið skilst við konu sína, fyri hors sakir undantikið, og giftist við eini aðrari, hann drívur hor. (JD)

Matthæus

19:16

And, behold, one came and said unto him, Good Master, what good thing shall I do, that I may have eternal life? (KJB)

Og sí, ein kom og segði við hann, Góði Meistari, hvat gott ting skal eg gera, at eg má hava ævigt lív? (FKJ1)

Tá kom ein til Hansara og segði: »Meistari! Hvat gott skal eg gera fyri at fáa ævigt lív?« (VD)

Og sí, har kom fram ein maður til hansara og segði: »Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív?« (JD)

Matthæus

19:17

And he said unto him, Why callest thou me good? there is none good but one, that is, God: but if thou wilt enter into life, keep the commandments. (KJB)

Og hann segði við hann, Hví kallart tú meg góðan? tað er eingin góður uttan ein, tað er, Guð: men um tú vilt ganga inn til lívs, halt boðini. (FKJ1)

Hann segði við hann: »Hví spyrt tú Meg um hitt góða? Bert ein er, sum er góður. Men vilt tú ganga inn til lívið, so halt boðini!« (VD)

Men hann segði við hann: »Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er. Men vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.« (JD)

Matthæus

19:20

The young man saith unto him, All these things have I kept from my youth up: what lack I yet? (KJB)

Tann ungi maðurin sigur við hann, Øll hesi ting havi eg hildið frá mínum ungdómi uppeftir: hvat vantar mær enn? (FKJ1)

Hin ungi maðurin segði við Hann: »Alt hetta havi eg hildið; hvat fattast mær enn?« (VD)

Unglingin sigur við hann: »Alt hetta havi eg hildið; hvat vantar mær enn?« (JD)

Matthæus

19:25

When his disciples heard it, they were exceedingly amazed, saying, Who then can be saved? (KJB)

Tá ið hansara lærusveinar hoyrdu tað, vórðu teir ógvuliga ógvaðir, sigandi, Hvør tá kann verða frelstur? (FKJ1)

Táið lærisveinarnir hoyrdu hetta, vórðu teir ógvuliga slignir av ótta og søgdu: »Hvør kann tá verða frelstur!« (VD)

Tá ið lærusveinarnir hetta hoyrdu, vórðu teir ógvuliga óttafullir og søgdu: »Hvør kann tá verða frelstur?« (JD)

Matthæus

19:26

But Jesus beheld them, and said unto them, With men this is impossible; but with God all things are possible. (KJB)

Men Jesus eygleiddi teir, og segði við teir, Við monnum, hetta er ógjørligt; men við Guði øll ting eru gjørlig. (FKJ1)

Men Jesus hugdi uppá teir og segði við teir: »Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt.« (VD)

Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: »Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.« (JD)

Matthæus

19:29

And every one that hath forsaken houses, or brethren, or sisters, or father, or mother, or wife, or children, or lands, for my name's sake, shall receive an hundredfold, and shall inherit everlasting life. (KJB)

Og hvør tann sum er farin frá húsum, ella brøðrum, ella systrum, ella faðir, ella móður, ella konu, ella børnum, ella jørðum, fyri navns míns skuld, skal móttaka hundraðfalt aftur, og skal arva ævigtvarandi lív. (FKJ1)

Og hvør tann, ið er farin frá húsum, brøðrum, systrum, faðir, móður, konu, børnum ella jørð fyri navns Míns skuld, skal fáa tað mangar ferðir aftur og arva ævigt lív. (VD)

Og hvør tann, sum er farin frá brøðrum ella systrum ella faðir ella móður [ella konu]* ella børnum ella jørðum ella húsum fyri navns míns sakir, skal fáa tað aftur mangar ferðir og arva eitt ævigt lív. (JD)

*Hesi orðini eru við í summum handritunum.

Matthæus

20:6

And about the eleventh hour he went out, and found others standing idle, and saith unto them, Why stand ye here all the day idle? (KJB)

Og kring hin ellivta tíman fór hann út, og fann aðrar standandi fyri einkið, og sigur við teir, Hví standa tit her allan dagin fyri einkið? (FKJ1)

Og um ellivta tíman fór hann út og fann aðrar standandi har; hann segði tá við teir: »Hví standa tit her fyri einki allan dagin?« (VD)

Og um hálvgavestur fór hann út og hitti nakrar aðrar, sum stóðu har fyri einki, og hann sigur við teir: »Hví standa tit her allan dagin fyri einki?« (JD)

Matthæus

20:7

They say unto him, Because no man hath hired us. He saith unto them, Go ye also into the vineyard; and whatsoever is right, that shall ye receive. (KJB)

Teir siga við hann, Av tí at eingin maður hevur leigað okkum. Hann sigur við teir, Farið tit eisini inn í víngarðin; og hvatsumhelst rætt er, tað skulu tit fáa. (FKJ1)

Teir svaraðu honum: »Tí eingin hevur biðið okkum.« Hann segði við teir: »Farið eisini tit út í víngarðin!« (VD)

Teir siga við hann: »Tí at eingin hevur leigað okkum.« Hann sigur við teir: »Farið tit við út í víngarðin.« (JD)


Matthæus

20:16

So the last shall be first, and the first last: for many be called, but few chosen. (KJB)

Soleiðis skulu hinir síðstu verða fyrstir, og hinir fyrstu síðstir: tí at mangir veri kallaðir, men fáir útvaldir. (FKJ1)

Soleiðis skulu hini síðstu verða fyrst, og hini fyrstu síðst; [tí mong eru kallað, men fá eru útvald.«] (VD)

Orðini í [ ]  eru ikki í mongum av teimum elstu handritunum.

Soleiðis skulu teir seinastu verða fyrstir og teir fyrstu seinastir, [tí at mong eru kallað, men fá útvøld«]*. (JD)


* Hesi orðini standa ikki í nógvum av teim elstu handskriftunum,

lænt frá Matt. 22:14

Matthæus

20:20

Then came to him the mother of Zebedee's children with her sons, worshipping him, and desiring a certain thing of him. (KJB)

Tá komu til hansara móðirin at Zebedeeusar børnum við sonum sínum, tilbiðjandi hann, og tráandi eitt ávíst ting av honum. (FKJ1)

Tá kom móðir Zebedeussonanna til Hansara saman við sonum sínum, fall niður fyri Honum og bað Hann um eitt. (VD)

Tá kom fram til hansara móðirin at Sebedeussonunum við sonum sínum, og hon fell á knæ fyri honum og bað hann um nakað. (JD)

Matthæus

20:22

But Jesus answered and said, Ye know not what ye ask. Are ye able to drink of the cup that I shall drink of, and to be baptized with the baptism that I am baptized with? They say unto him, We are able. (KJB)

Men Jesus svaraði og segði, Tit vita ikki hvat tit umbiðja. Eru tit mentir at drekka úr bikarinum sum eg skal drekka úr, og at verða doyptir við dópinum sum eg eri doyptur við? Teir siga við hann, Vit eru mentir. (FKJ1)

Men Jesus svaraði: »Tit vita ikki, hvat tit biðja um! Kunnu tit drekka kalikin, ið Eg skal drekka!« Teir svaraðu Honum: »Tað kunnu vit!« (VD)

Men Jesus svaraði og segði: »Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg skal tøma?« Teir siga við hann: »Tað kunnu vit.« (JD)

Matthæus

20:23

And he saith unto them, Ye shall drink indeed of my cup, and be baptized with the baptism that I am baptized with: but to sit on my right hand, and on my left, is not mine to give, but it shall be given to them for whom it is prepared of my Father. (KJB)

Og hann sigur við teir, Tit skulu víst drekka úr bikari mínum, og verða doyptir við dópinum sum eg eri doyptur við: men at sita við høgru hond mína, og við mína vinstru, er ikki mítt at geva, men tað skal verða givið til teirra, fyri hvørjar tað er fyribúgvið av Faðir mínum. (FKJ1)

Tá segði Hann við teir: »Víst skulu tit drekka kalik Mín; men at sita við høgru og vinstru lið Mína hoyrir ikki Mær til at geva; tað verður givið teimum, ið tað er ætlað av Faðir Mínum.« (VD)

Hann sigur við teir: »Skál mína skulu tit tøma; men at sita við høgru og vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.« (JD)

Matthæus

20:34

So Jesus had compassion on them, and touched their eyes: and immediately their eyes received sight, and they followed him. (KJB)

So Jesus hevði várkunn yvir teir, og nam við eygu teirra: og í stundini fingu eygu teirra sjón, og teir fylgdu honum. (FKJ1)

Tá tykti Jesusi hjartaliga synd í teimum, og Hann nam við eygu teirra. Við tað sama fingu teir sjónina aftur; og teir fylgdu Honum. (VD)

Og Jesusi tókti hjartaliga synd í teimum, og hann nam við eygu teirra, og við tað sama fingu teir sjónina aftur, og teir fylgdu honum. (JD)

Matthæus

21:4

All this was done, that it might be fulfilled which was spoken by the prophet, saying, (KJB)

Alt hetta varð gjørt, at tað mátti verða uppfylt, sum varð talað við prophetinum, sigandi, (FKJ1)

- Hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetinum, ið sigur: (VD)

Men hetta hendi, til tess at tað skuldi ganga út, sum talað er av profetinum, tá ið hann sigur: (JD)

Matthæus

21:6

And the disciples went, and did as Jesus commanded them, (KJB)

Og lærusveinarnir fóru, og gjørdu sum Jesus beyð teimum, (FKJ1)

Lærisveinarnir fóru so avstað og gjørdu, sum Jesus hevði sagt við teir; (VD)

Men lærusveinarnir fóru avstað og gjørdu, sum Jesus hevði boðið teimum; (JD)

Matthæus

21:13

And said unto them, It is written, My house shall be called the house of prayer; but ye have made it a den of thieves. (KJB)

Og segði við teir, Skrivað stendur, Hús mítt skal verða kallað bønarhúsið; men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli. (FKJ1)

Og Hann segði við teir: »Skrivað er: »Hús Mítt skal kallast bønhús.« Men tit gera tað til ránsmannabøli!« (VD)

Og hann sigur við teir: »Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.« (JD)

Matthæus

21:28

But what think ye? A certain man had two sons; and he came to the first, and said, Son, go work to day in my vineyard. (KJB)

Men hvat halda tit? Ein ávísur maður hevði tveir synir; og hann kom til hin fyrra, og segði, Sonur, far og virka í dag í víngarði mínum. (FKJ1)

Men hvat tykist tykkum? Maður hevði tveir synir; hann fór til annan og segði: »Sonurin, far og arbeið í dag í víngarði mínum!« (VD)

Men hvat tykist tykkum? Ein maður átti tveir synir; og hann fór til hin fyrra og segði: »Sonur mín, far í dag og arbeið í víngarðinum.« (JD)

Matthæus

21:31

Whether of them twain did the will of his father? They say unto him, The first. Jesus saith unto them, Verily I say unto you, That the publicans and the harlots go into the kingdom of God before you. (KJB)

Hvør av teimum báðum gjørdi vilja faðirs síns? Teir siga við hann, Hin fyrri. Jesus sigur við teir, Sanniliga sigi eg tykkum, At tollararnir og skøkjurnar fara inn í kongadømi Guðs undan tykkum. (FKJ1)

Hvør av teimum báðum gjørdi nú vilja faðirsins?« Teir svaraðu: »Hin fyrri.« Jesus segði við teir: »Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit! (VD)

Hvør av hesum báðum gjørdi vilja faðirsins?« Teir siga: »Hin fyrri.« Jesus sigur við teir: »Sanniliga sigi eg tykkum: Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki. (JD)

Matthæus

21:33

Hear another parable: There was a certain householder, which planted a vineyard, and hedged it round about, and digged a winepress in it, and built a tower, and let it out to husbandmen, and went into a far country: (KJB)

Hoyrið eina aðra dømisøgu: Tað var ein ávísur húsbóndi, sum plantaði ein víngarð, og girdi hann runt umkring, og gróv eina vínpersu í honum, og bygdi eitt torn, og leigaði hann út til víngarðsmanna, og fór inn í eitt fjarlagið land: (FKJ1)

Hoyrið annað líknilsi: Húsbóndi var, sum plantaði víngarð, gjørdi garð rundan um hann, gróv vínpersu í honum og bygdi torn; so leigaði hann víngarðsmonnum hann og fór burt í annað land. (VD)

Lýðið á eitt annað líknilsi: Tað var ein húsbóndi, ið plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann og gróv eina vínpersu í honum og bygdi eitt torn; og hann læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór út av landinum. (JD)

Matthæus

21:44

And whosoever shall fall on this stone shall be broken: but on whomsoever it shall fall, it will grind him to powder. (KJB)

Og hvørsumhelst skal falla á henda stein, skal verða soraður: men á hvønnsumhelst hann skal falla, hann vil mylja hann í støv. (FKJ1)

Tann, ið fellur á henda stein, skal bróta seg sundur; men tann, ið hann fellur á, skal hann sora.« (VD)

Og tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið steinurin fellur á, skal hann smildra.« (JD)

Matthæus

22:2

The kingdom of heaven is like unto a certain king, which made a marriage for his son, (KJB)

Kongadømi himins er líkt einum ávísum kongi, sum gjørdi eitt brúdleyp fyri syni sínum, (FKJ1)

»Ríki Himmiríkis er líkt kongi, ið gjørdi brúdleyp sonar síns. (VD)

»Himmiríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum. (JD)

Matthæus

22:7

But when the king heard thereof, he was wroth: and he sent forth his armies, and destroyed those murderers, and burned up their city. (KJB)

Men tá ið kongurin frætti um hetta, varð hann vreiður: og hann sendi fram síni herlið, og oyddi hasar myrðararnar, og brendi upp stað teirra. (FKJ1)

Tá varð kongurin illur og sendi út herar sínar og drap hesar manndráparar og setti eld á stað teirra. (VD)

Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra. (JD)

Matthæus

22:13

Then said the king to the servants, Bind him hand and foot, and take him away, and cast him into outer darkness; there shall be weeping and gnashing of teeth. (KJB)

Tá segði kongurin við tænararnar, Bindið hann hond og fót, og takið hann burtur, og kastið hann inn í ytra myrkur; har skal vera grátur og tannagrísl. (FKJ1)

Tá segði kongurin við tænararnar: »Bindið hendur og føtur hansara og kastið hann út í myrkrið uttanfyri!« - Har skal vera grátur og tannagrísl. (VD)

Tá segði kongurin við sveinarnar: »Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl! (JD)

Matthæus

22:27

And last of all the woman died also. (KJB)

Og síðst av øllum doyði kvinnan eisini. (FKJ1)

Seinast av øllum doyði konan. (VD)

Seinast av øllum doyði konan. (JD)

Matthæus

22:32

I am the God of Abraham, and the God of Isaac, and the God of Jacob? God is not the God of the dead, but of the living. (KJB)

Eg eri Guð Ábrahams, og Guð Ísaaks, og Guð Jákobs? Guð er ikki Guð teirra deyðu, men teirra livandi. (FKJ1)

»Eg eri Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups«? Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi.« (VD)

»Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups?« Ikki er hann Guð teirra deyðu, men teirra livandi.« « (JD)

Matthæus

22:33

And when the multitude heard this, they were astonished at his doctrine. (KJB)

Og tá ið mannfjøldin hoyrdi hetta, vórðu tey ovfarin yvir Guðslæru hansara. (FKJ1)

Táið fólkið hoyrdi hetta, vórðu tey sligin av undran yvir læru Hansara. (VD)

Og tá ið mannamúgvurnar hetta hoyrdu, vórðu tey bilsin av læru hansara. (JD)

Matthæus

22:35

Then one of them, which was a lawyer, asked him a question, tempting him, and saying, (KJB)

Ein av teimum, sum var ein lógkønur, spurdi hann ein spurning, freistandi hann, og sigandi, (FKJ1)

Og ein teirra, ein lógkønur, spurdi Hann - fyri at freista Hann -: (VD)

og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann til tess at freista hann: (JD)

Matthæus

22:37

Jesus said unto him, Thou shalt love the Lord thy God with all thy heart, and with all thy soul, and with all thy mind. (KJB)

Jesus segði við hann, Tú skalt elska Harran Guð tín við øllum hjarta tínum, og við allari sál tíni, og við øllum huga tínum. (FKJ1)

Hann svaraði honum: »»Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.« (VD)

Men hann segði við hann: » »Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!« (JD)

Matthæus

22:42

Saying, What think ye of Christ? whose son is he? They say unto him, The Son of David. (KJB)

Sigandi, Hvat halda tit um Christ? hvørs sonur er hann? Teir siga við hann, Sonur Dávids. (FKJ1)

»Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er Hann?« Teir svaraðu Honum: »Dávids.« (VD)

og segði / »Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?« Teir siga við hann: »Dávids.« (JD)

Matthæus

22:44

The LORD said unto my Lord, Sit thou on my right hand, till I make thine enemies thy footstool? (KJB)

HARRIN segði við Harra mín, Sit tú við høgru hond mína, til eg geri tínar fíggindar til fótskammul tín? (FKJ1)

»Harrin segði við Harra mín: »Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar undir føtur Tínar!«« (VD)

»Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!« (JD)

Matthæus

23:4

For they bind heavy burdens and grievous to be borne, and lay them on men's shoulders; but they themselves will not move them with one of their fingers. (KJB)

Tí at teir binda tungar byrðar og svárligar at verða bornar, og leggja tær á herðarnar hjá monnum; men teir sjálvir vilja ikki flyta tær við einum fingri sínum. (FKJ1)

Teir binda tungar byrðar, ringar at bera, og leggja menniskjum tær á herðarnar; men sjálvir vilja teir ikki nema tær við einum fingri. (VD)

Og teir binda tungar byrðar, og leggja tær á herðarnar á monnum; men sjálvir vilja teir ikki nerta tær við einum fingri. (JD)

Matthæus

23:7

And greetings in the markets, and to be called of men, Rabbi, Rabbi. (KJB)

Og heilsanir á torgunum, og at verða kallaðir av monnum, Rabbi, Rabbi. (FKJ1)

og verða heilsaðir á torgunum og kallaðir rabbi av menniskjum. (VD)

og at verða heilsaðir á torgum og at verða kallaðir rabbi av monnum. (JD)

Matthæus

23:8

But be not ye called Rabbi: for one is your Master, even Christ; and all ye are brethren. (KJB)

Men verðið ikki tit kallaðir Rabbi: tí at ein er Meistari tykkara, enntá Christus; og allir tit eru brøður. (FKJ1)

Men tit skulu ikki lata tykkum kalla rabbi; tí ein er meistari tykkara, og tit eru allir brøður. (VD)

Men tit skulu ikki lata tey kalla tykkum rabbi; tí at ein er meistari tykkara, og allir eru tit brøður. (JD)

Matthæus

23:10

Neither be ye called masters: for one is your Master, even Christ. (KJB)

Eiheldur verðið tit kallaðir meistarar: tí at ein er Meistari tykkara, enntá Christus. (FKJ1)

Ei heldur skulu tit lata kalla tykkum vegleiðarar; tí ein er vegleiðari tykkara: Kristus. (VD)

Ei heldur skulu tit lata tey kalla tykkum leiðbeinarar; tí at ein er leiðbeinari tykkara, Kristus. (JD)

Matthæus

23:14

Woe unto you, scribes and Pharisees, hypocrites! for ye devour widows' houses, and for a pretence make long prayer: therefore ye shall receive the greater damnation. (KJB)

Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum! tí at tit oyðeta húsini hjá einkjum, og á kvamsvís halda langa bøn: tí skulu tit fáa tess størri heldøming. (FKJ1)

Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit eta upp húsini hjá einkjum og halda á kvamsvís langar bønir; tit skulu tí fáa tess harðari dóm. (VD)

[Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir; tit skulu tí fáa tess strangari dóm.]* (JD)


* Hetta versið er ikki í teim elstu handskriftunum, man vera lænt frá Mark. 12,40

Matthæus

23:19

Ye fools and blind: for whether is greater, the gift, or the altar that sanctifieth the gift? (KJB)

Tykkara dárar og blindu: tí at hvørt er størri, gávan, ella altarið sum halgar gávuna? (FKJ1)

Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gávan, ella altarið, ið halgar gávuna! (VD)

Tit blindu! Hvat er mætari, gávan ella altarið, ið halgar gávuna? (JD)

Matthæus

23:33

Ye serpents, ye generation of vipers, how can ye escape the damnation of hell? (KJB)

Tykkara høggormar, tykkara avkom av eiturormum, hvussu kunnu tit komast undan heldøming helvitis? (FKJ1)

- Høggormar! Ormaavkom! Hvussu kunnu tit sleppa undan dómi Helvitis! (VD)

Tykkara eiturormar! Tykkara drekaungar! Hvussu kunnu tit sleppa undan helvitis dómi? (JD)

Matthæus

24:2

And Jesus said unto them, See ye not all these things? verily I say unto you, There shall not be left here one stone upon another, that shall not be thrown down. (KJB)

Og Jesus segði við teir, Síggja tit ikki øll hesi tingini? sanniliga sigi eg tykkum, Tað skal ikki verða eftirlatin her ein steinur uppiá øðrum, sum skal ikki verða kastaður niður. (FKJ1)

Men Hann tók til orða og segði við teir: »Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Her skal ikki verða latin steinur eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.« (VD)

Men hann tók til orða og segði við teir: »Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga sigi eg tykkum: her skal ikki liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.« (JD)

Matthæus

24:3


And as he sat upon the mount of Olives, the disciples came unto him privately, saying, Tell us, when shall these things be? and what shall be the sign of thy coming, and of the end of the world? (KJB)

Og sum hann sat uppiá Olivinfjallinum, komu lærusveinarnir til hansara einsærisligani, sigandi, Sig okkum, nær skulu hesi tingini verða? og hvat skal vera tekinið um tína komu, og um enda veraldarinnar? (FKJ1)

Táið Hann sat á Oljufjallinum, komu lærisveinar Hansara til Hansara einsæri og søgdu: »Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini(VD)

Men meðan hann sat uppi á Oljufjallinum, komu lærusveinarnir til hansara einsæris og søgdu: »Sig okkum, nær man hetta fara at verða? Og hvat er tekinið fyri komu tíni og veraldar enda?« (JD)

Matthæus

24:7

For nation shall rise against nation, and kingdom against kingdom: and there shall be famines, and pestilences, and earthquakes, in divers places. (KJB)

Tí at tjóð skal rísa ímóti tjóð, og kongadømi ímóti kongadømi: og verða skulu hungursneyðir, og drepsóttir, og jarðskjálvtar, á ymsum støðum. (FKJ1)

Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar. (VD)

Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; og tað skal verða hungur og drepsótt og landskjálvti víða hvar. (JD)

Matthæus

24:20

But pray ye that your flight be not in the winter, neither on the sabbath day: (KJB)

Men biðjið tit, at tykkara flýggjan verði ikki um veturin, eiheldur á sabbatsdeginum: (FKJ1)

Biðið eftir, at tit skulu ikki koma at flýggja um veturin, ei heldur sabbat! (VD)

Men biðið um, at flýggjan tykkara ikki skal verða um vetrartíð, ikki heldur ein hvíludag. (JD)

Matthæus

24:34

Verily I say unto you, This generation shall not pass, till all these things be fulfilled. (KJB)

Sanniliga sigi eg tykkum, Henda ætt skal ikki ganga undir, fyrrenn øll hesi ting verði uppfylt. (FKJ1)

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent. (VD)

Sanniliga sigi eg tykkum: henda ætt skal ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hevur hent. (JD)

Matthæus

24:36

But of that day and hour knoweth no man, no, not the angels of heaven, but my Father only. (KJB)

Men um tann dag og tíma veit eingin maður, nei, ikki einglar himins, men Faðir mín einans. (FKJ1)

Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin - eingin uttan Faðirin. (VD)

Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki himmalsins einglar, ei heldur sonurin, men eina faðirin einsamallur. (JD)

Matthæus

24:38

For as in the days that were before the flood they were eating and drinking, marrying and giving in marriage, until the day that Noe entered into the ark, (KJB)

Tí at eins og í døgunum sum vóru frammanundan flóðini, tey ótu og drukku, giftust og góvu í giftu, inntil tann dag ið Nói fór inn í ørkina, (FKJ1)

Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, (VD)

Tí at eins og tey í døgunum framman undan flóðini miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dagin, tá ið Nóa gekk inn í ørkina, (JD)

Matthæus

24:39

And knew not until the flood came, and took them all away; so shall also the coming of the Son of man be. (KJB)

Og vitstu ikki, fyrrenn flóðin kom, og tók tey øll burtur; soleiðis skal eisini koma Menniskjusonarins vera. (FKJ1)

og tey vitstu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll - so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur. (VD)

og tey ongum skoyttu, fyrr enn flóðin mikla kom og tók tey øll burtur, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. (JD)

Matthæus

24:42

Watch therefore: for ye know not what hour your Lord doth come. (KJB)

Vakið tí: tí at tit vita ikki, hvønn tíma Harri tykkara kemur. (FKJ1)

Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur. (VD)

Vakið tí; tí at tit vita ikki, á hvørjum degi harri tykkara kemur! (JD)

Matthæus

24:45

Who then is a faithful and wise servant, whom his lord hath made ruler over his household, to give them meat in due season? (KJB)

Hvør tá er ein trúgvur og vísur tænari, hvønn harri hansara hevur gjørt til stjórnara yvir húsfólki sínum, at geva teimum mat í rættari tíð? (FKJ1)

Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð? (VD)

Hvør er so hin trúgvi og hygni húskallurin, sum húsbóndin hevur sett yvir húsfólk sítt at geva teimum føðina í rættari tíð? (JD)

Matthæus

24:48

But and if that evil servant shall say in his heart, My lord delayeth his coming; (KJB)

Men og um hin óndi tænari skal siga í hjarta sínum, Mín harri drálar við komu síni; (FKJ1)

Men sigur hin óndi tænarin so í hjarta sínum: »Harri mín drálar!« - (VD)

Men um hin ringi húskallurin hugsar við sær sjálvum: »Húsbóndi mín bíðar við at koma;« (JD)

Matthæus

25:6

And at midnight there was a cry made, Behold, the bridegroom cometh; go ye out to meet him. (KJB)

Og við midnátt varð eitt róp gjørt, Sí, brúðgómurin kemur; farið tit út at møta honum. (FKJ1)

Men um midnátt hoyrdist róp: »Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!« (VD)

Men um midnátt kom róp í: », nú kemur brúðgómurin! Farið út at møta honum!« (JD)

Matthæus

25:13

Watch therefore, for ye know neither the day nor the hour wherein the Son of man cometh. (KJB)

Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman, í hvørjum Menniskjusonurin kemur. (FKJ1)

Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman. (VD)

Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman! (JD)

Matthæus

25:31

When the Son of man shall come in his glory, and all the holy angels with him, then shall he sit upon the throne of his glory: (KJB)

Tá ið Menniskjusonurin skal koma í dýrd síni, og allir hinir heilagu einglarnir við honum, tá skal hann sita uppiá hásætinum av síni dýrd: (FKJ1)

Men táið Menniskjasonurin kemur í dýrd Síni, og allir einglarnir koma við Honum, skal Hann sita í hásæti dýrdar Sínar. (VD)

Men tá ið menniskjusonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum. (JD)

Matthæus

25:44

Then shall they also answer him, saying, Lord, when saw we thee an hungred, or athirst, or a stranger, or naked, or sick, or in prison, and did not minister unto thee? (KJB)

Tá skulu teir eisini svara honum, sigandi, Harri, nær sóu vit teg ein hungraðan, ella tyrstan, ella ein fremmandan, ella naknan, ella sjúkan, ella í fongsli, og tæntu tær ikki? (FKJ1)

Tá skulu eisini tey svara: »Harri! Nær sóu vit Teg svangan, tystan, fremmandan, naknan, sjúkan ella í fangahúsi og tæntu Tær ikki!« (VD)

Tá munnu eisini tey svara og siga: »Harri, nær sóu vit teg svangan ella tystan ella ókunnigan, ella naknan ella sjúkan ella í fangahúsi, og tæntu tær ikki?« (JD)

Matthæus

26:3

Then assembled together the chief priests, and the scribes, and the elders of the people, unto the palace of the high priest, who was called Caiaphas, (KJB)

Tá savnaðust saman teir fremstu prestarnir, og hinir skriftlærdu, og hinir elstu av fólkinum, at borgini hjá høvuðsprestinum, sum kallaðist Caiaphas, (FKJ1)

Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman hjá høvuðsprestinum - sum æt Kaifas - í garði hansara. (VD)

Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman í borgini hjá høvuðsprestinum; hann æt Kaifas. (JD)

Matthæus

26:9

For this ointment might have been sold for much, and given to the poor. (KJB)

Tí at henda salva mátti havt verðið seld fyri mikið, og givið til hini fátøku. (FKJ1)

Hetta kundi jú verðið selt fyri nógvan pening, sum kundi verðið givin fátækum!« (VD)

Tí at hetta kundi verið selt fyri nógvar pengar og givið fátækum.« (JD)

Matthæus

26:15

And said unto them, What will ye give me, and I will deliver him unto you? And they covenanted with him for thirty pieces of silver. (KJB)

Og segði við teir, Hvat vilja tit geva mær, og eg vil geva hann upp til tykkara? Og teir sáttmálaðu við hann fyri tríati stykkir av silvuri. (FKJ1)

og segði: »Hvat vilja tit lata meg fáa fyri at geva Hann í vald tykkara?« Tá góvu teir honum 30 seklar. (VD)

og segði: »Hvat vilja tit geva mær afturfyri, so skal eg fáa hann givnan upp í tykkara hendur?« Men teir flýddu honum tríati seklar (t.e. silvurdálar). (JD)

Matthæus

26:17

Now the first day of the feast of unleavened bread the disciples came to Jesus, saying unto him, Where wilt thou that we prepare for thee to eat the passover? (KJB)

Nú, hin fyrsta dagin av hátíðini av ósúrgaðum breyði komu lærusveinarnir til Jesu, sigandi við hann, Hvar vilt tú, at vit tilreiða til tín at eta umleypið? (FKJ1)

Men fyrsta dagin í høgtíð hinna ósúrgaðu breyða komu lærisveinarnir til Jesus og søgdu: »Hvar vilt Tú, at vit skulu gera Tær til reiðar at eta páskalambið?« (VD)

Men á fyrsta degi hinna ósúrgaðu breyðanna komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: »Hvar vilt tú, at vit skulu gera alt til reiðar til tín at eta páskalambið?« (JD)

Matthæus

26:28


Jer 31:31

For this is my blood of the new testament, which is shed for many for the remission of sins. (KJB)

Tí at hetta er blóð mítt hins nýggja testamentis, sum verður úthelt fyri mangar til eftirgevingar av syndum. (FKJ1)

Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving. (VD)

tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum til fyrigevingar syndanna. (JD)

Matthæus

26:31

Then saith Jesus unto them, All ye shall be offended because of me this night: for it is written, I will smite the shepherd, and the sheep of the flock shall be scattered abroad. (KJB)

Tá sigur Jesus við teir, Allir tit skulu fáa meinboga vegna mín hesa nátt: tí at skrivað stendur, Eg vil sláa hirðan, og seyðurin av fylginum skal verða spjaddur útumkring. (FKJ1)

Tá segði Jesus við teir: »Hesa nátt verði Eg tykkum øllum til fall; tí skrivað er: »Eg skal sláa hirðan, og seyður fylgisins skal spjaðast sundur.« (VD)

Tá sigur Jesus við teir: »Allir munnu tit í hesi nátt fáa meinboga av mær. Tí at skrivað stendur: »Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur.« (JD)

Matthæus

26:33

Peter answered and said unto him, Though all men shall be offended because of thee, yet will I never be offended. (KJB)

Pætur svaraði og segði við hann, Tó at allir menn skulu fáa meinboga tín vegna, vil eg aldri fáa meinboga. (FKJ1)

Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: »Um Tú so verður øllum til fall, skal eg tó aldri koma í fall(VD)

Men Pætur tók til orða og segði við hann: »Um so teir allir fáa meinboga av tær, skal eg tó aldri taka mær meinboga.« (JD)

Matthæus

26:42

He went away again the second time, and prayed, saying, O my Father, if this cup may not pass away from me, except I drink it, thy will be done. (KJB)

Hann fór burtur aftur aðru ferðina, og bað, sigandi, O Faðir mín, um hetta bikar mái ikki fara burtur frá mær, uttan eg drekki tað, verði gjørdur vilji tín. (FKJ1)

Aftur fór Hann burtur, aðru ferð, og bað: »Faðir Mín! Kann hesin kalikur ikki fara frá Mær - má Eg drekka hann - so verði vilji Tín!« (VD)

Uppaftur á øðrum sinni fór hann burtur frá teimum og bað og segði: »Faðir mín, um tað ikki er gjørligt, at henda skál kann ganga um meg, uttan at eg skal drekka hana, tá verði vilji tín!« (JD)

Matthæus

26:45

Then cometh he to his disciples, and saith unto them, Sleep on now, and take your rest: behold, the hour is at hand, and the Son of man is betrayed into the hands of sinners. (KJB)

Tá kemur hann til lærusveina sína, og sigur við teir, Sovið nú víðari, og heintið hvíld tykkara: sí, tímin er í nánd, og Menniskjusonurin verður svikin inn í hendurnar á syndarum. (FKJ1)

So kom Hann til lærisveinarnar og segði við teir: »Tit sova við sama lagi og hvíla tykkum! Ja, nú er tímin nær, táið Menniskjasonurin skal verða givin upp í hendur syndara! (VD)

Hann kemur tá aftur til lærusveinarnar og sigur við teir: »Sova tit enn og hvíla tykkum? Sí, stundin er komin, og menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur. (JD)

Matthæus

26:53

Thinkest thou that I cannot now pray to my Father, and he shall presently give me more than twelve legions of angels? (KJB)

Hugsart tú, at eg kann ikki biðja til Faðirs míns, og hann skal í stundini geva mær meira enn tólv legiónir av einglum? (FKJ1)

Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum! (VD)

Ella heldur tú, at eg ikki kundi biðið faðir mín, so at hann nú í stundini sendi mær meira enn tólv legiónir av einglum til hjálpar? (JD)

Matthæus

26:55

In that same hour said Jesus to the multitudes, Are ye come out as against a thief with swords and staves for to take me? I sat daily with you teaching in the temple, and ye laid no hold on me. (KJB)

Í hini somu stund segði Jesus við mannfjøldirnar, Eru tit komnir út sum ímóti einum ránsmanni við svørðum og stavum fyri at taka meg? Eg sat dagligani hjá tykkum og frálærdi í templinum, og tit løgdu einkið hald á meg. (FKJ1)

Í somu stund segði Jesus við fólkahópin: »Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg! Eg havi dagliga sitið í templinum og lært, og tit tóku Meg ikki. (VD)

Í somu stund segði Jesus við mannaskaran: »Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg. Dag og dagliga havi eg sitið í halgidóminum og lært, og tit tóku meg ikki. (JD)

Matthæus

26:56

But all this was done, that the scriptures of the prophets might be fulfilled. Then all the disciples forsook him, and fled. (KJB)

Men alt hetta varð gjørt, at skriftir prophetanna máttu verða uppfyltar. Tá yvirgóvu allir lærusveinarnir hann, og flýddu. (FKJ1)

Men alt hetta hevur hent, fyri at skriftir profetanna skuldu ganga út.« Tá rýmdu allir lærisveinarnir frá Honum og flýddu. (VD)

Men alt hetta er hent, til tess at skriftir profetanna skuldu ganga út.« Tá fóru allir lærusveinarnir frá honum og rýmdu. (JD)

Matthæus

26:59

Now the chief priests, and elders, and all the council, sought false witness against Jesus, to put him to death (KJB)

Nú, teir fremstu prestarnir, og elstu, og alt ráðið, søktu rangan vitnisburð ímóti Jesusi, fyri at taka hann av lívi; (FKJ1)

Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa rangan vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum; (VD)

Men høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu at fáa rangan vitnisburð ímóti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; (JD)

Matthæus

26:60

But found none: yea, though many false witnesses came, yet found they none. At the last came two false witnesses, (KJB)

Men funnu einkið: ja, hóast mong følsk vitnir komu, funnu teir einkið. Til síðst komu tvey følsk vitnir, (FKJ1)

men teir funnu einki, tóat mong lygivitni stigu fram. Til endan stigu so tveir fram og søgdu: (VD)

men teir funnu einki, tó at mong lygivitni komu fram. Men at endanum komu tveir fram og søgdu: (JD)

Matthæus

26:65

Then the high priest rent his clothes, saying, He hath spoken blasphemy; what further need have we of witnesses? behold, now ye have heard his blasphemy. (KJB)

Tá skræddi høvuðspresturin klæðir síni, sigandi, Hann hevur talað Guðsspottan; hvønn víðari tørv hava vit á vitnum? sí, nú hava tit hoyrt hansara Guðsspottan. (FKJ1)

Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: »Hann hevur spottað Gud! Hvat nýtist okkum longur vitni! Nú hava tit hoyrt spottanina! (VD)

Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: »Hann hevur spottað Guð! Hvat nýtist okkum nú fleiri vitni? Sí, nú hava tit hoyrt spottanina. (JD)

Matthæus

26:67

Then did they spit in his face, and buffeted him; and others smote him with the palms of their hands, (KJB)

Tá spýttu teir í andlit hansara, og bardu hann; og aðrir slógu hann við lógvum sínum, (FKJ1)

Tá spýttu teir í andlit Hansara og góvu Honum nevasløg; aðrir góvu Honum stavsløg (VD)

 Tá spýttu teir hann í andlitið og slógu hann við knýttum nevum; og summir slógu hann undir vangan (JD)

Matthæus

26:71

And when he was gone out into the porch, another maid saw him, and said unto them that were there, This fellow was also with Jesus of Nazareth. (KJB)

Og tá ið hann var farin út í inngongdina, sá ein onnur terna hann, og segði við tey sum vóru har, Hesin felagin var eisini við Jesusi úr Nazareth. (FKJ1)

Hann fór nú út í portrið; har sá ein onnur genta hann og segði við tey, sum vóru har: »Hesin var við Jesusi úr Nazaret!« (VD)

Men tá ið hann var farin út í forgarðin, sá ein onnur arbeiðiskona hann; og hon sigur við teir, ið har vóru: »Hasin var eisini við Jesusi úr Nasaret.« (JD)

Matthæus

26:75

And Peter remembered the word of Jesus, which said unto him, Before the cock crow, thou shalt deny me thrice. And he went out, and wept bitterly. (KJB)

Og Pætur mintist orðið hjá Jesusi, sum segði við hann, Áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg trærreisur. Og hann fór út, og græt beiskliga. (FKJ1)

Tá kom Pæturi orð Jesusar í hug, at Hann hevði sagt: »Áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg.« Og hann fór út og græt beiskliga. (VD)

Og orð Jesu runnu Pæturi í hug, at hann hevði sagt: »Áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.« Og hann fór útum og græt sárliga. (JD)

Matthæus

27:2

And when they had bound him, they led him away, and delivered him to Pontius Pilate the governor. (KJB)

Og tá ið teir høvdu bundið hann, leiddu teir hann avstað, og góvu hann yvir til Pontiusar Pilatusar, landsstjórans. (FKJ1)

Teir bundu Hann og fóru avstað við Honum og góvu Hann upp til Pontius Pilatus landshøvdinga. (VD)

Og teir bundu hann og fóru avstað við honum og góvu hann upp til Pilatus landshøvdingan. (JD)

Matthæus

27:4

Saying, I have sinned in that I have betrayed the innocent blood. And they said, What is that to us? see thou to that. (KJB)

Sigandi, Eg havi syndað, í at eg havi svikið hitt sakleysa blóð. Og teir søgdu, Hvat er okkum um tað? síggj tú um tað. (FKJ1)

»Eg havi syndað, táið eg sveik sakleyst blóð.« Men teir svaraðu: »Hvat kemur tað okkum við! Síggj tú til tað!« (VD)

»Eg havi syndað, við tað at eg sveik sakleyst blóð.« Men teir søgdu: »Hvat liggur okkum á tí? Tað fert tú sjálvur at síggja til!« (JD)

Matthæus

27:5

And he cast down the pieces of silver in the temple, and departed, and went and hanged himself. (KJB)

Og hann kastaði niður stykkini av silvuri í templinum, og fór avstað, og fór og hongdi seg. (FKJ1)

Tá blakaði hann silvurpeningarnar inn í templið og fór avstað; og hann fór og hongdi seg. (VD)

Og hann kastaði silvurpeningarnar inn í templið og gekk sín veg; og hann fór burtur og hongdi seg. (JD)

Matthæus

27:22

Pilate saith unto them, What shall I do then with Jesus which is called Christ? They all say unto him, Let him be crucified. (KJB)

Pilatus sigur við tey, Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum er kallaður Christus? Tey siga øll við hann, Lat hann verða krossfestan. (FKJ1)

Pilatus segði við tey: »Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum verður kallaður Kristus?« Tey svaraðu øll: »Lat Hann krossfesta!« (VD)

Pilatus sigur við tey: »Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum er kallaður Kristus?« Tey siga øll: »Lat hann verða krossfestan!« (JD)

Matthæus

27:24

When Pilate saw that he could prevail nothing, but that rather a tumult was made, he took water, and washed his hands before the multitude, saying, I am innocent of the blood of this just person: see ye to it. (KJB)

Tá ið Pilatus sá, at hann kundi einkið gagna, men at heldur ein ófriður var komin í, tók hann vatn, og tvó sínar hendur frammi fyri mannamúgvuni, sigandi, Eg eri sakleysur í blóðinum av hesum rættvísa persóni: síggið tit til tess. (FKJ1)

Táið Pilatus nú sá, at hann einki maktaði, men at gangurin bert tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar fyri eygum fólksins og segði: »Eg eri sakleysur í blóðinum av hesum rættvísa - síggið tit til tað!« (VD)

Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ófriðurin heldur tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar, so mannamúgvan sá, og segði: »Eg eri ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni. Síggið tit til tað!« (JD)

Matthæus

27:34


Psa 69:21

They gave him vinegar to drink mingled with gall: and when he had tasted thereof, he would not drink. (KJB)

Góvu teir honum edik at drekka, blandað við galli: og tá ið hann hevði smakkað av tí, vildi hann ikki drekka. (FKJ1)

góvu teir Honum vín at drekka, blandað við gall; men táið Hann hevði smakkað á tað, vildi Hann ikki drekka. (VD)

góvu teir honum vín blandað við galli at drekka; og tá ið hann hevði smakkað tað, vildi hann ikki drekka. (JD)

Matthæus

27:35


Psa 22:18

And they crucified him, and parted his garments, casting lots: that it might be fulfilled which was spoken by the prophet, They parted my garments among them, and upon my vesture did they cast lots. (KJB)

Og teir krossfestu hann, og skiftu klæðir hansara sundur, kastandi lutir: at tað mátti verða uppfylt, sum varð talað við prophetinum, Teir skiftu míni klæðir sundur sín ámillum, og um mín kappa teir kastaðu lutir. (FKJ1)

Teir krossfestu Hann nú, og býttu klæði Hansara millum sín við lutakasti. (VD)

Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey, [fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av profetinum: »Klæði míni býttu teir sín ámillum, og um kyrtil mín kastaðu teir lut.«]*. (JD)


* Hesi orðini standa ikki í teimum elstu handskriftunum.

Matthæus

27:42

He saved others; himself he cannot save. If he be the King of Israel, let him now come down from the cross, and we will believe him. (KJB)

Hann frelsti onnur; seg sjálvan kann hann ikki frelsa. Um hann veri Kongur Ísraels, lat hann nú koma niður frá krossinum, og vit vilja trúgva honum. (FKJ1)

»Onnur hevur Hann frelst; Seg sjálvan kann Hann ikki frelsa! Hann er jú kongur Ísraels! Lat Hann nú koma niður av krossinum, so skulu vit trúgva á Hann! (VD)

»Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! Hann er kongur Ísraels! Lat hann nú stíga niður av krossinum, so skulu vit trúgva á hann! (JD)

Matthæus

27:51

And, behold, the veil of the temple was rent in twain from the top to the bottom; and the earth did quake, and the rocks rent; (KJB)

Og sí, forhangið av templinum varð skrætt í tvent frá ovast til niðast; og jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu; (FKJ1)

Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum; jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu; (VD)

Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini* klovnaðu, (JD)


*ella: klettarnir, sum gravir vóru høgdar í.

Matthæus

27:52

And the graves were opened; and many bodies of the saints which slept arose, (KJB)

Og gravirnar vórðu opnaðar; og mong likam av teimum heilagu, sum svóvu, risu upp, (FKJ1)

gravirnar opnaðust, og likamini av mongum av hinum heiløgu, ið sovnað vóru burtur, risu upp; (VD)

og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; (JD)

Matthæus

27:54

Now when the centurion, and they that were with him, watching Jesus, saw the earthquake, and those things that were done, they feared greatly, saying, Truly this was the Son of God. (KJB)

Nú, tá ið herovastin, og teir sum vóru við honum, vaktandi Jesus, sóu jarðskjálvtan, og teir lutir sum vórðu gjørdir, óttaðust teir stórliga, sigandi, Sanniliga, hesin var Sonur Guðs. (FKJ1)

Men táið høvuðsmaðurin og teir, ið við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu jarðskjálvtan og tað, sum hendi, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: »Sanniliga, hesin var Sonur Guds!« (VD)

Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: »Sanniliga var hesin sonur Guðs!« (JD)

Matthæus

27:58

He went to Pilate, and begged the body of Jesus. Then Pilate commanded the body to be delivered. (KJB)

Hann fór til Pilatusar, og biddaði likamið av Jesusi. Tá skipaði Pilatus likamið at verða latið. (FKJ1)

Hann fór til Pilatus og bað um likam Jesusar. Tá beyð Pilatus, at tað skuldi verða honum givið. (VD)

Hann fór til Pilatus og bað um likamið av Jesusi. Pilatus beyð tá, at teir skuldu lata hann fáa tað. (JD)

Matthæus

27:64

Command therefore that the sepulchre be made sure until the third day, lest his disciples come by night, and steal him away, and say unto the people, He is risen from the dead: so the last error shall be worse than the first. (KJB)

Skipa tí, at gravhýsið verði gjørt trygt inntil hin triðja dagin, at ikki hansara lærusveinar komi um náttina, og stjali hann burtur, og sigi við fólkið, Hann er risin frá teimum deyðu: so skal tann seinna villfaringin verða verri enn hin fyrra. (FKJ1)

Gev tí boð um, at væl skal haldast vakt yvir grøvini til triðja dagin, so lærisveinar Hansara koma ikki og stjala Hann og siga so fyri fólki, at Hann er risin upp frá hinum deyðu - og so seinna villleiðingin verður verri enn fyrra!« (VD)

Gev tí boð um, at væl verður hildið vakt yvir grøvini líka til hin triðja dagin, fyri at ikki lærusveinar hansara skulu koma og stjala hann og siga fyri fólki: »Hann er risin upp frá deyðum;« og tá munnu hini seinnu svikini verða verri enn hini fyrru.« (JD)

Matthæus

28:2

And, behold, there was a great earthquake: for the angel of the Lord descended from heaven, and came and rolled back the stone from the door, and sat upon it. (KJB)

Og sí, tað varð ein mikil jarðskjálvti: tí at eingil Harrans steig niður frá himni, og kom og rullaði tilbakar steinin frá dyrnum, og settist uppá hann. (FKJ1)

Tá varð stórur jarðskjálvti; tí eingil Harrans kom niður av Himli, steig til og velti burt steinin og setti seg á hann. (VD)

Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil Harrans kom niður av himli og steig fram og velti steinin frá og setti seg á hann. (JD)

Matthæus

28:9

And as they went to tell his disciples, behold, Jesus met them, saying, All hail. And they came and held him by the feet, and worshipped him. (KJB)

Og sum tær fóru at siga lærusveinum hansara, sí, Jesus møtti teimum, sigandi, Heilar og sælar allar. Og tær komu og hildu honum við føturnar, og tilbóðu hann. (FKJ1)

Men tá kom Jesus ímóti teimum og segði: »Heilar!« Tá komu tær og tóku um føtur Hansara og tilbóðu Hann. (VD)

Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: »Heilar og sælar!« Men tær fóru til hansara og fevndu um føtur hansara og tilbóðu hann. (JD)

Matthæus

28:19

Go ye therefore, and teach all nations, baptizing them in the name of the Father, and of the Son, and of the Holy Ghost: (KJB)

Farið tit tessvegna, og lærið allar tjóðir, doypandi tey í navni Faðirsins, og Sonarins, og Halga Andans: (FKJ1)

Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, (VD)

Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, (JD)

Matthæus

28:20

Teaching them to observe all things whatsoever I have commanded you: and, lo, I am with you alway, even unto the end of the world. Amen. (KJB)

Lærandi tey at geva øllum lutum ans, hvørjumsumhelst eg havi boðið tykkum: og sí, eg eri við tykkum allan veg, alt at enda veraldarinnar. Amen. (FKJ1)

og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar(VD)

og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen
Skriftin.com