Jácob

1:9

Let the brother of low degree rejoice in that he is exalted: (KJB)

Lat bróðurin av lágari støðu fegnast í, at hann er upphevjaður: (FKJ1)

Bróðirin, ið lítið hevur at týða, rósi sær av, hvussu høgur hann er, (VD)

Men hin lágt setti bróðirin rósi sær av hálæti sínum, (JD)

Jácob

1:12

Blessed is the man that endureth temptation: for when he is tried, he shall receive the crown of life, which the Lord hath promised to them that love him. (KJB)

Signaður er tann maður sum útheldur freisting: tí at tá ið hann er royndur, skal hann fáa lívsins krúnu, sum Harrin hevur lovað til teirra sum elska hann. (FKJ1)

Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann. (VD)

Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting; tí at tá ið hann er royndur, skal hann fáa lívsins krúnu, sum Harrin hevur lovað teimum, sum elska hann. (JD)

Jácob

1:19

Wherefore, my beloved brethren, let every man be swift to hear, slow to speak, slow to wrath: (KJB)

Av hvørji grund, háttelskaðu brøður mínir, lat hvønn mann vera snarur at hoyra, seinur at tala, seinur til vreiði: (FKJ1)

Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði! (VD)

Tað vita tit, elskaðu brøður mínir! Men hvør menniskja veri snar til at hoyra, sein til at tala, sein til vreiði; (JD)

Jácob

1:26

If any man among you seem to be religious, and bridleth not his tongue, but deceiveth his own heart, this man's religion is vain. (KJB)

Um nakar maður tykkara millum tykist at vera trúrøkin, og heldur ei síni tungu í teymum, men villleiðir sítt egna hjarta, trúrøknin hjá hesum manni er fáfongd. (FKJ1)

Um onkur heldur seg dýrka Gud - og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt - gudsdýrkan hansara er til einkis. (VD)

Um einhvør heldur seg dýrka Guð, og ikki hevur teymahald á tungu síni, men villleiðir sítt egna hjarta, tá er gudsdýrkan hansara ónýtt. (JD)

Jácob

2:3

And ye have respect to him that weareth the gay clothing, and say unto him, Sit thou here in a good place; and say to the poor, Stand thou there, or sit here under my footstool: (KJB)

Og tit havi metan fyri honum sum er í teimum kátu klæðunum, og sigi við hann, Sit tú her í einum góðum plássi; og sigi við hin fátæka, Statt tú har, ella sit her undir fótskammli mínum: (FKJ1)

hyggja tit tá á hann, sum er í hinum stásiligu klæðunum, og siga: »Set tú teg her í gott sæti!« men siga við hin fátæka: »Statt tú har!« ella: »Set teg her niðri við fótaskammul mín!« (VD)

og tit hyggja at honum, sum er í teimum skínandi klæðunum og tit siga: »Set tú teg her á henda góða sessin!« men siga við hin fátæka: »Statt tú har, ella set teg niður við fótskammul mín;« (JD)

Jácob

2:4

Are ye not then partial in yourselves, and are become judges of evil thoughts? (KJB)

Eru tit ikki tá mismunasamir í tykkum sjálvum, og eru vorðnir dómarar av illum hugsanum? (FKJ1)

- eru tit tá ikki komnir í stríð við tykkum sjálvar og vorðnir dómarar eftir órøttum grundum! (VD)

gera tit tá ikki mismun hjá tykkum sjálvum og eru vorðnir dómarar við ringum tonkum? (JD)

Jácob

2:5

Hearken, my beloved brethren, Hath not God chosen the poor of this world rich in faith, and heirs of the kingdom which he hath promised to them that love him? (KJB)

Hoyrið, mínir háttelskaðu brøður, Hevur ikki Guð útvalt hinar fátøku hesa heims - ríkar í trúgv, og arvingar til kongadømið sum hann hevur lovað til teirra sum elska hann? (FKJ1)

Hoyrið, elskaðu brøður mínir: Hevur ikki Gud útvalt tey, sum eru heiminum fátæk, til at vera rík í trúnni og arvingar ríkisins, ið Hann hevur lovað teimum, sum elska Hann! (VD)

Hoyrið, elskaðu brøður mínir! Hevur Guð ikki valt út hinar fátæku fyri heiminum at verða ríkar í trúgv og arvingar til tað ríkið, sum hann hevur lovað teimum, sum hann elska? (JD)

Jácob

2:7

Do not they blaspheme that worthy name by the which ye are called? (KJB)

Guðsspotta ikki teir tað verdiga navn, við hvørjum tit eru kallaðir? (FKJ1)

Eru tað ikki teir, ið spotta hitt góða navn, ið tit eru nevndir við! (VD)

Eru tað ikki teir, sum spotta hitt góða navnið, sum nevnt er yvir tykkum? (JD)

Jácob

2:18

Yea, a man may say, Thou hast faith, and I have works: shew me thy faith without thy works, and I will shew thee my faith by my works. (KJB)

Ja, ein maður kann siga, Tú hevurt trúgv, og eg havi gerningar: sýn mær tína trúgv uttan gerningar tínar, og eg vil sýna tær mína trúgv av gerningum mínum. (FKJ1)

Men nú sigur onkur: »Tú hevur trúgv?« - Og eg havi verk! Vís mær trúgv tína uttan verk, so skal eg av verkum mínum vísa tær trúnna! (VD)

Men einhvør kann siga: »Tú hevur trúgv, og eg havi gerningar; sýn mær trúgv tína uttan gerningarnar, og eg skal sýna tær trúnna av gerningum mínum! (JD)

Jácob

2:19

Thou believest that there is one God; thou doest well: the devils also believe, and tremble. (KJB)

Tú trýrt, at tað er ein Guð; tú gert væl: djevlarnir trúgva við, og skelva. (FKJ1)

Tú trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við - og skelva! (VD)

Tú trýrt, at Guð er ein; rætt gert tú; hinir illu andarnir trúgva tað við og skelva.« (JD)

Jácob

2:20

But wilt thou know, O vain man, that faith without works is dead? (KJB)

Men vilt tú vita, O fáfongdi maður, at trúgv uttan gerningar er deyð? (FKJ1)

Men vilt tú vita tað, tóma menniskja, at trúgvin uttan verk er ónýt! (VD)

Men vilt tú vita, fákunna menniskja, at trúgvin er ónýtt uttan gerningar? (JD)

Jácob

2:24

Ye see then how that by works a man is justified, and not by faith only. (KJB)

Tit síggja tá, hvussu ið við gerningum maður verður rættvísgjørdur, og ikki við trúgv eina. (FKJ1)

Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina. (VD)

Tit síggja, at menniskjan verður rættvísgjørd av gerningum og ikki av trúgv eina. (JD)

Jácob

3:8

But the tongue can no man tame; it is an unruly evil, full of deadly poison. (KJB)

Men tunguna kann eingin maður temja; hon er ein óstýrlig ilska, full av deyðiligum eitri. (FKJ1)

men tunguna fær einki menniskja tamt, hetta óstýriliga illa, fult av drepandi eitri! (VD)

men tunguna kann eingin menniskja temja, hetta óflýggjaliga illa, fult av drepandi eitri. (JD)

Jácob

3:9

Therewith bless we God, even the Father; and therewith curse we men, which are made after the similitude of God. (KJB)

Við henni vælsigna vit Guð, enntá Faðirin; og við henni banna vit menn, sum eru gjørdir eftir líksemi Guðs. (FKJ1)

Við henni signa vit Harran og Faðirin, og við henni banna vit menniskjum, ið eru skapt eftir mynd Guds! (VD)

Við henni vælsigna vit Harran og faðirin, og við henni banna vit menniskjum, sum eru skapað í Guðs líki. (JD)

Jácob

3:12

Can the fig tree, my brethren, bear olive berries? either a vine, figs? so can no fountain both yield salt water and fresh. (KJB)

Kann fikutræið, brøður mínir, bera olivinber? ella eitt víntræ fikur? soleiðis kann eingin kelda bæði veita salt vatn og frískt. (FKJ1)

Kann fikutræ, brøður mínir, bera oljuber, ella víntræ fikur! - Líka lítið kann sølt kelda geva søtt vatn. (VD)

Kann tá eitt fikutræ, brøður mínir, geva av sær oljuber, ella eitt víntræ fikur? Ikki heldur kann ein sølt kelda geva søtt vatn. (JD)

Jácob

3:13

Who is a wise man and endued with knowledge among you? let him shew out of a good conversation his works with meekness of wisdom. (KJB)

Hvør er ein vísur maður og yvirklæddur við kunnleika tykkara millum? lat hann sýna út frá eini góðari atferð síni verk við vísdóms spakføri. (FKJ1)

Hvør er vísur og skilagóður tykkara millum? - Hann vísi við góðum atburði verk síni í spakføri vísdóms! (VD)

Hvør er vísur og vitur tykkara millum? Hann sýni við góðum atburði gerningar sínar í vísdóms spakføri. (JD)

Jácob

3:16

For where envying and strife is, there is confusion and every evil work. (KJB)

Tí at har sum øvundan og stríð er, har er ørkymlan og hvørt ilt verk. (FKJ1)

Tí har øvund er, og hugur til stríð, er óskil og alt, sum ilt er. (VD)

Tí at har sum øvund og illfýsni er, har er óskil og alt ringt lag. (JD)

Jácob

3:17

But the wisdom that is from above is first pure, then peaceable, gentle, and easy to be intreated, full of mercy and good fruits, without partiality, and without hypocrisy. (KJB)

Men tann vísdómurin, sum er omanífrá, er fyrst reinur, síðan friðsamur, mildur, og nemmur at verða bønaður, fullur av miskunn og góðum fruktum, uttan partískni, og uttan hykl. (FKJ1)

Vísdómurin omanfrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu - og ikki bert eiti. (VD)

Men vísdómurin omanfrá, hann er fyrst reinur, tínæst friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum fruktum, ósvikaligur, falsleysur. (JD)

Jácob

4:3

Ye ask, and receive not, because ye ask amiss, that ye may consume it upon your lusts. (KJB)

Tit umbiðja, og fáa ikki, av tí at tit umbiðja órætt, at tit mega upptæra tað uppá tykkara girndir. (FKJ1)

tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa - fyri at spilla tað burtur í lystum tykkara. (VD)

Tit biðja og fáa ikki, av tí at tit biðja illa, fyri at tit kunnu oyða tað upp í girndum tykkara. (JD)

Jácob

4:4

Ye adulterers and adulteresses, know ye not that the friendship of the world is enmity with God? whosoever therefore will be a friend of the world is the enemy of God. (KJB)

Tykkara horkallar og horinnur, vita tit ikki, at vinskapur heimsins er fíggindskapur hjá Guði? hvørsumhelst, tessvegna, vil vera vinur heimsins, er fíggindi Guðs. (FKJ1)

Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds. (VD)

Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Guði? Tann, sum tí vil vera vinur við heimin, hann verður óvinur Guðs. (JD)

Jácob

4:5

Do ye think that the scripture saith in vain, The spirit that dwelleth in us lusteth to envy? (KJB)

Halda tit, at skriftin sigur í fáfongd: andin, sum býr í okkum, lystir til øvundar? (FKJ1)

Ella halda tit skriftina tala fáfongt? - Eftir heilum huga tráar Andin, Hann hevur givið bústað í okkum, (VD)

Ella halda tit, at skriftin talar í tóman heim? Við yvri tráar hann eftir andanum, sum hann hevur givið bústað í okkum, (JD)

Jácob

4:12

There is one lawgiver, who is able to save and to destroy: who art thou that judgest another? (KJB)

Tað er ein lóggevari, sum er førur fyri at frelsa og at týna: hvør ert tú sum dømirt ein annan? (FKJ1)

Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín! (VD)

Ein er lóggevarin og dómarin, tann sum er mentur at frelsa og at týna; men hvør ert tú, sum dømir næstan? (JD)

Jácob

5:9

Grudge not one against another, brethren, lest ye be condemned: behold, the judge standeth before the door. (KJB)

Gremjið ikki hvør ímóti øðrum, brøður, at ikki tit verði fordømdir: sí, dómarin stendur fyri durinum. (FKJ1)

Suffið ikki hvør móti øðrum, brøður, fyri at tit skulu ikki verða dømdir! Dómarin stendur fyri durunum! (VD)

Stynjið ikki hvør ímót øðrum, brøður, so at tit ikki skulu verða dømdir! Sí, dómarin stendur fyri durunum. (JD)

Jácob

5:11

Behold, we count them happy which endure. Ye have heard of the patience of Job, and have seen the end of the Lord; that the Lord is very pitiful, and of tender mercy. (KJB)

Sí, vit telja teir sælar, sum halda út. Tit hava hoyrt um tolmóð Jobs, og hava sæð endalykt Harrans; at Harrin er sera samkenslufullur, og av eymligari miskunn. (FKJ1)

Vit prísa jú tey sæl, sum hava hildið út. Tit hava hoyrt um tol Jobs og vita um útgongdina, ið Harrin gjørdi; tí Harrin er sára náðiríkur og miskunnsamur. (VD)

Sí, vit prísa teir sælar, sum tolgóðir hava verið; tit hava hoyrt um tolmóð Jobs og vita um ta endalykt, sum Harrin gjørdi; tí at Harrin er sára miskunnsamur og mildur. (JD)

Jácob

5:12

But above all things, my brethren, swear not, neither by heaven, neither by the earth, neither by any other oath: but let your yea be yea; and your nay, nay; lest ye fall into condemnation. (KJB)

Men uppum øll ting, brøður mínir, svørjið ikki, hvørki við himin, eiheldur við jørðina, eiheldur við nakran annan eið: men latið tykkara ja vera ja; og tykkara nei nei; at ikki tit falli inn í fordøming. (FKJ1)

Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki - hvørki um Himmalin, um jørðina ella nakran annan eið! Ja tykkara veri ja, og nei tykkara nei - fyri at tit skulu ikki falla undir dómin! (VD)

Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki, hvørki við himmalin ella við jørðina, ei heldur nakran annan eið. Men ja tykkara veri ja, og nei tykkara veri nei, fyri at tit ikki skulu falla inn undir dóm! (JD)

Jácob

5:16

Confess your faults one to another, and pray one for another, that ye may be healed. The effectual fervent prayer of a righteous man availeth much. (KJB)

Játtið tykkara feilir hvør fyri øðrum, og biðjið hvør fyri øðrum, at tit mega verða grøddir. Hin virknaðarsama, inniliga bønin av rættvísum manni megnar mikið. (FKJ1)

Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft. (VD)

Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit mega verða grøddir. Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment. (JD)




Confess therefore your sins one to another: and pray one for another, that you may be saved. For the continual prayer of a just man availeth much. (Douay-Rheims, Catholic bible)

Jácob

5:17

Elias was a man subject to like passions as we are, and he prayed earnestly that it might not rain: and it rained not on the earth by the space of three years and six months. (KJB)

Elias var maður, undirlagdur líkar sinnisrørslur sum vit eru, og hann bað inniligani, at tað mátti ikki regnað: og tað regnaði ikki á jørðina yvir skeiðið á trý ár og seks mánaðir. (FKJ1)

Elias var menniskja undir somu korum sum vit. Hann bað, at ikki skuldi regna, og ikki regnaði á jørðini trý ár og seks mánaðir. (VD)

Elia var maður undir somu korum sum vit; og hann bað ta bøn, at tað ikki skuldi regna, og tað regnaði ikki á jørðini í trý ár og seks mánaðir; (JD)

Jácob

5:19

Brethren, if any of you do err from the truth, and one convert him; (KJB)

Brøður, um nakar av tykkum fari skeivur frá sannleikanum, og ein umvendi hann; (FKJ1)

Brøður mínir! Villist onkur av tykkum frá sannleikanum, og ein umvendir hann - (VD)

Brøður mínir, um einhvør tykkara millum villist frá sannleikanum, og einhvør vendir honum aftur, (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen
Skriftin.com