Matthæus

19:17

And he said unto him, Why callest thou me good? there is none good but one, that is, God: but if thou wilt enter into life, keep the commandments. (KJB)

Og hann segði við hann, Hví kallart tú meg góðan? tað er eingin góður uttan ein, tað er, Guð: men um tú vilt ganga inn til lívs, halt boðini. (FKJ)

Hann segði við hann: »Hví spyrt tú Meg um hitt góða? Bert ein er, sum er góður. Men vilt tú ganga inn til lívið, so halt boðini!« (VD)

Men hann segði við hann: »Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er. Men vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.« (JD)

Markus

12:32

And the scribe said unto him, Well, Master, thou hast said the truth: for there is one God; and there is none other but he: (KJB)

Og hin skriftlærdi segði við hann, Gott, Meistari, tú hevurt sagt sannleikan: tí at tað er ein Guð; og tað er eingin annar uttan hann: (FKJ)

Tá svaraði hin skriftlærdi Honum: »Rætt, Meistari! Tað er satt, Tú sigur, at Hann er ein, og at eingin annar er enn Hann. (VD)

Og hin skriftlærdi segði við hann: »Av sonnum, meistari! Rætt hevur tú í hesum, at hann er ein, og eingin er annar enn hann. (JD)

Lukas

4:4

And Jesus answered him, saying, It is written, That man shall not live by bread alone, but by every word of God. (KJB)

Og Jesus svaraði honum, og segði, Skrivað stendur, At maður skal ikki liva av breyði eina, men av hvørjum orði Guðs. (FKJ)

Jesus svaraði honum: »Skrivað er: »Menniskjan livir ikki bert av breyði.«« (VD)

Og Jesus svaraði honum: »Skrivað stendur: »Menniskjan livir ikki av breyði eina.« (JD)

Lukas

12:31

But rather seek ye the kingdom of God; and all these things shall be added unto you. (KJB)

Men søkið heldur kongadømi Guðs; og øll hesi tingini skulu verða løgd afturat tykkum. (FKJ)

Nei, søkið ríki Hansara! So skal hetta verða givið tykkum umframt! (VD)

Søkið heldur ríki hansara, tá skal hetta verða tykkum givið umframt. (JD)

Lukas

20:16

He shall come and destroy these husbandmen, and shall give the vineyard to others. And when they heard it, they said, God forbid. (KJB)

Hann skal koma og oyða hesar víngarðsmenn, og skal geva øðrum víngarðin. Og tá ið teir hoyrdu tað, søgdu teir, Guð sýti fyri. (FKJ)

Hann fer at koma og gera enda á hesum víngarðsmonnum og lata aðrar fáa víngarðin.« Táið teir hoyrdu hetta, søgdu teir: »Tað verði aldri!« (VD)

Hann skal koma og týna hesum víngarðsmonnum av lívi og geva øðrum víngarðin.« Men tá ið teir hetta hoyrdu, søgdu teir: »Tað verði aldri!« (JD)

Lukas

21:4

For all these have of their abundance cast in unto the offerings of God: but she of her penury hath cast in all the living that she had. (KJB)

Tí allir hesir hava av síni yvirflóð kastað inn afturat ofrum Guðs: men hon, av síni armóð, hevur kastað inn alt tað livibreyð sum hon hevði. (FKJ)

Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.« (VD)

tí at hesi øll hava lagt niður fyri til gávurnar av tí, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti at bjarga lívinum við.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:59

And they stoned Stephen, calling upon God, and saying, Lord Jesus, receive my spirit. (KJB)

Og teir steinaðu Stephan, sum kallaði á Guð, og segði, Harri Jesus, tak ímóti mínum anda. (FKJ)

So steinaðu teir Stefanus; men hann bað og segði: »Harri Jesus, tak móti anda mínum!« (VD)

Og teir steinaðu Stefan; meðan bað hann og segði: »Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

8:22

Repent therefore of this thy wickedness, and pray God, if perhaps the thought of thine heart may be forgiven thee. (KJB)

Vend tí um frá hesi vondsku tíni, og bið Guð, um møguligvís hugsanin av tínum hjarta má verða tær fyrigivin. (FKJ)

Umvend teg tí frá hesum óndskapi tínum og bið til Harran, so hugsan hjarta tíns kanska kann verða tær fyrigivin! (VD)

Vend tí huga tínum frá hesum illskapi tínum, og bið Harran um, at hjartans ætlan tín kortini má verða tær fyrigivin; (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:36

The word which God sent unto the children of Israel, preaching peace by Jesus Christ: (he is Lord of all:) (KJB)

Hitt orðið sum Guð sendi Ísraels børnum, í at prædika frið við Jesusi Christi: (hann er Harri alra:) (FKJ)

- Orðið, ið Hann sendi út til Ísraelsmenn, táið Hann við Jesusi Kristi - sum er Harri alra - kunngjørdi frið í evangeliinum, (VD)

Hitt orðið, hann sendi Ísraels monnum, tá ið hann boðaði gleðiboðskapin um frið við Jesusi Kristi, - hann er harri yvir øllum, - (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:40

And Paul chose Silas, and departed, being recommended by the brethren unto the grace of God. (KJB)

Og Paulus valdi Silas, og fór avstað, tá ið hann var litin upp av brøðrunum til náði Guðs. (FKJ)

Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans. (VD)

Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, givin upp í Harrans náði av brøðrunum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:20

So mightily grew the word of God and prevailed. (KJB)

So mektigani vaks Guðs orð og sigraði. (FKJ)

Við slíkari kraft virkaði orð Harrans og fekk vald. (VD)

So veldiliga vaks og styrknaði orð Harrans. (JD)

Gerningar

Apostlanna

20:25

And now, behold, I know that ye all, among whom I have gone preaching the kingdom of God, shall see my face no more. (KJB)

Og nú, sí, eg veit at tit allir, hvørja millum eg havi gingið og prædikað Guðs kongadømi, skulu ikki síggja mítt andlit meira. (FKJ)

Og nú - eg veit, at tit fáa ikki andlit mítt at síggja aftur, øll tit, sum eg gekk ímillum og prædikaði ríkið. (VD)

Og nú, sí, eg veit, at tit ikki meira skulu síggja andlit mítt, allir tit, sum eg gekk ímillum og boðaði ríkið. (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:9

And there arose a great cry: and the scribes that were of the Pharisees' part arose, and strove, saying, We find no evil in this man: but if a spirit or an angel hath spoken to him, let us not fight against God. (KJB)

Og eitt mikið róp reistist: og teir skriftlærdu, sum vóru í parti Pharisearanna, reistust, og stríddust, og søgdu, Vit finna einkið ilt í hesum manninum: men um ein andi ella ein eingil hevur talað til hansara, latum okkum ikki berjast ímóti Guði. (FKJ)

Nú varð nógv róp; og nakrir skriftlærdir av Fariseara-flokkinum reistust, trættu harðliga og søgdu: »Vit finna einki ilt hjá hesum manni! Hvat, um tað nú var andi, ið talaði við hann, ella eingil!« (VD)

Nú kom stórt róp í, og nakrir av teimum skriftlærdu úr parti Farisearanna fóru á føtur og stríddust harðliga og søgdu: »Vit finna einki ilt hjá hesum manni. Men um nú ein andi ella ein eingil hevur talað til hansara?« (JD)

Romverjar

3:31

Do we then make void the law through faith? God forbid: yea, we establish the law. (KJB)

Gera vit tá lógina ógilda gjøgnum trúgv? Guð sýti fyri: heldur staðfesta vit lógina. (FKJ)

Gera vit tá við trúnni lógina til einkis! Minni enn so! Nei, vit staðfesta lógina! (VD)

Gera vit tá lógina til einkis við trúnni? Nei, á ongum sinni; vit heldur staðfesta lógina. (JD)

Romverjar

6:2

God forbid. How shall we, that are dead to sin, live any longer therein? (KJB)

Guð sýti fyri. Hvussu skulu vit, sum eru deyðir fyri synd, longur liva harí? (FKJ)

Minni enn so! Vit, sum jú eru deyð frá syndini, hvussu skulu vit enn liva í henni! (VD)

 Á ongum sinni! Vit, sum eru deyð frá syndini, hvussu skuldu vit enn liva í henni? (JD)

Romverjar

6:15

What then? shall we sin, because we are not under the law, but under grace? God forbid. (KJB)

Hvat tá? skulu vit synda, av tí at vit ikki eru undir lógini, men undir náði? Guð sýti fyri. (FKJ)

Hvat tá! Skulu vit synda, við tað at vit eru ikki undir lóg, men undir náði! Minni enn so! (VD)

Hvat tá? Eiga vit at synda, av tí at vit eru ikki undir lóg, men undir náði? Á ongum sinni! (JD)

Romverjar

7:7

What shall we say then? Is the law sin? God forbid. Nay, I had not known sin, but by the law: for I had not known lust, except the law had said, Thou shalt not covet. (KJB)

Hvat skulu vit tá siga? Er lógin synd? Guð sýti fyri. Nei, eg hevði ikki kent synd, uttan við lógini: tí at eg hevði ikki kent girnd, uttan lógin hevði sagt, Tú skalt ikki girnast. (FKJ)

Hvat skulu vit tá siga? Er lógin synd? Minni enn so! Men eg kendi ikki syndina uttan við lógini. Eg hevði ikki kent girndina, um lógin ikki segði: »Tú mást ikki girnast.« (VD)

Hvat eiga vit tá at siga? Er lógin synd? Á ongum sinni. Men eg kendi ikki syndina uttan av lógini; tí at eg hevði ikki vitað um girndina, hevði ikki lógin sagt: »Tú skalt ikki girnast.« (JD)

Romverjar

7:13

Was then that which is good made death unto me? God forbid. But sin, that it might appear sin, working death in me by that which is good; that sin by the commandment might become exceeding sinful. (KJB)

Varð tá tað, sum er gott, gjørt til deyða fyri mær? Guð sýti fyri. Men synd, fyri at hon mátti sýnast synd, virkandi deyða í mær við tí sum er gott; fyri at synd við boðnum mátti gerast avbera syndafull. (FKJ)

Er tá tað, sum gott er, vorðið mær til deyða! Minni enn so! Nei, tað var syndin, fyri at hon skuldi vísa seg sum synd, við tað at hon við tí, sum gott er, voldi mær deyðan; soleiðis skuldi syndin við boðnum verða út av lagi syndig. (VD)

Er tá hitt góða vorðið mær til deyða? Á ongum sinni! Men tað var syndin, til tess at hon skuldi vísa seg at vera synd, við tað at hon við tí, sum gott er, voldi mær deyða, - fyri at syndin við boðorðinum skuldi verða reiðuliga syndig. (JD)

Romverjar

10:17

So then faith cometh by hearing, and hearing by the word of God. (KJB)

So kemur tá trúgv við at hoyra, og at hoyra við orði Guðs. (FKJ)

So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar. (VD)

So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists. (JD)

Romverjar

11:11

I say then, Have they stumbled that they should fall? God forbid: but rather through their fall salvation is come unto the Gentiles, for to provoke them to jealousy. (KJB)

Eg sigi tá, Hava teir snávað, at teir skuldu falla? Guð sýti fyri: men heldur, ígjøgnum teirra fall er frelsa komin til Heidningarnar, fyri at eggja teir til ástbrelnis. (FKJ)

Eg spyrji nú: Hava tey tá snávað fyri at falla? Minni enn so! Nei, við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at hetta skuldi vekja tey til álvara. (VD)

Eg sigi tí: »Snávaðu teir tá, til tess at teir skuldu falla? Á ongum sinni! Men við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at tað skuldi vekja teir til ágrýtnis. (JD)

Romverjar

14:4

Who art thou that judgest another man's servant? to his own master he standeth or falleth. Yea, he shall be holden up: for God is able to make him stand. (KJB)

Hvør ert tú sum dømirt tænara annars mans? fyri sínum egna meistara stendur hann ella fellur. Ja, hann skal verða hildin uppi: tí Guð er mentur at gera at hann stendur. (FKJ)

Hvør ert tú, ið dømir tænara annars mans! Fyri sínum egna Harra stendur ella fellur hann - men hann skal verða standandi, tí Harrin er mentur at lata hann standa! (VD)

Hvør ert tú, sum dømir ein fremmandan tænara? Hann stendur ella fellur fyri sínum egna harra; men hann skal verða standandi, tí at Guð er mentur at lata hann standa. (JD)

Fyrri

Corintharar

4:8

Now ye are full, now ye are rich, ye have reigned as kings without us: and I would to God ye did reign, that we also might reign with you. (KJB)

Nú eru tit mettir, nú eru tit ríkir, tit hava rátt sum kongar uttan okkum: og eg vildi til Guðs at tit ráddu, so at vit eisini máttu ráða við tykkum. (FKJ)

Tit eru longu vorðnir mettir, tit eru longu vorðnir ríkir, tit eru vorðnir kongar uttan okkum! Ja, høvdu tit verið vorðnir kongar! So kundu eisini vit verðið kongar saman við tykkum! (VD)

Tit eru longu vorðnir mettir; tit eru longu vorðnir ríkir; uttan okkum eru tit vorðnir kongar; ja, gævi satt, at tit vóru vorðnir kongar, so at vit eisini kundu vera kongar saman við tykkum! (JD)

Fyrri

Corintharar

6:15

Know ye not that your bodies are the members of Christ? shall I then take the members of Christ, and make them the members of an harlot? God forbid. (KJB)

Vita tit ikki, at tykkara likam eru limir Christs? skal eg tá taka limir Christs, og gera teir til limirnar hjá eini skøkju? Guð sýti fyri. (FKJ)

Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Kristusar? Skal eg tá taka limir Kristusar og gera teir til skøkjulimir! Minni enn so! (VD)

Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Krists? Skal eg tá taka limir Krists og gera teir til skøkju-limir? Á ongum sinni! (JD)

Fyrri

Corintharar

16:2

Upon the first day of the week let every one of you lay by him in store, as God hath prospered him, that there be no gatherings when I come. (KJB)

Á fyrsta degnum av vikuni lat ein og hvønn av tykkum leggja niðurfyri hjá sær sjálvum í goymslu, so sum Guð hevur blómað hann, at tað verði ongar innsavningar tá ið eg komi. (FKJ)

Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør tykkara heima hjá sær sjálvum leggja nakað burturav - sum honum nú ber til - so samanskotið ikki tá fyrsta skal verða, táið eg komi. (VD)

Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør av tykkum heima hjá sær sjálvum leggja eitt sindur burturav og hava tað niðurfyri, sum tað kann bera til hjá honum eftir førimuni, so at tað ikki tá fyrsta verður farið undir samanskotið, tá ið eg komi. (JD)

Annar

Corintharar

11:1

Would to God ye could bear with me a little in my folly: and indeed bear with me. (KJB)

GÆVI Guð, tit kundu borið yvir við mær eitt sindur í mínum dárskapi: og víst berið yvir við mær. (FKJ)

Høvdu tit viljað tolt mær eitt sindur av dárskapi! Jú, tit skulu tola meg! (VD)

Gævi, at tit vildu tola eitt sindur av fávitsku av mær! Jú, ivaleyst hava tit tol við mær. (JD)

Galatarar

2:17

But if, while we seek to be justified by Christ, we ourselves also are found sinners, is therefore Christ the minister of sin? God forbid. (KJB)

Men um, meðan vit søkja at verða rættvísgjørdir við Christi, vit sjálvir eisini verða funnir at vera syndarar, er tí Christus tænarin hjá synd? Guð sýti fyri. (FKJ)

Men um vit, táið vit royndu at verða rættvísgjørdir í Kristusi, sjálvir eisini funnust at vera syndarar, er Kristus fyri tað tænari syndarinnar! Minni enn so! (VD)

Men um vit, tá ið vit royndu at verða rættvísgjørdir í Kristi, eisini sjálvir royndust at vera syndarar, er tá Kristus vorðin tænari fyri synd? Á ongum sinni! (JD)

Galatarar

6:14

But God forbid that I should glory, save in the cross of our Lord Jesus Christ, by whom the world is crucified unto me, and I unto the world. (KJB)

Men Guð sýti fyri, at eg skuldi rósað mær, uttan í krossi várs Harra Jesu Christs, við hvørjum heimurin er krossfestur fyri mær, og eg fyri heiminum. (FKJ)

Men eg - langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum! (VD)

Men tað veri langt frá mær at rósa mær av øðrum enn av krossi várs harra Jesu Krists; tí at fyri hansara skuld er heimurin krossfestur fyri mær og eg fyri heiminum. (JD)

Ephesarar

5:21

Submitting yourselves one to another in the fear of God. (KJB)

Og undirgevið tykkum hvør fyri øðrum í ótta Guðs. (FKJ)

Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar! (VD)

og eru hvør øðrum undirgivnir í ótta Krists! (JD)

Colossensarar

3:15

And let the peace of God rule in your hearts, to the which also ye are called in one body; and be ye thankful. (KJB)

Og latið Guðs frið ráða í tykkara hjørtum, til hvat eisini tit eru kallaðir í einum likami; og verið takksamir. (FKJ)

Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami - og verðið takksom! (VD)

Og latið frið Krists ráða í hjørtum tykkara, sum tit eisini vórðu kallaðir til í einum likami, og verðið takksamir! (JD)

Colossensarar

3:22

Servants, obey in all things your masters according to the flesh; not with eyeservice, as menpleasers; but in singleness of heart, fearing God: (KJB)

Tit tænarar, aktið í øllum tingum tykkara meistarar eftir kjøtinum; ikki við eygnatænastu, sum manntoknarar; men í einfaldni hjartans, óttandi Guð: (FKJ)

Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans! (VD)

Tit tænarar, lýðið í øllum lutum húsbóndum tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu eins og teir, sum vilja toknast monnum, men í einfaldi hjartans, so sum teir, sum óttast Guð. (JD)

Annar

Timotheus

4:16

At my first answer no man stood with me, but all men forsook me: I pray God that it may not be laid to their charge. (KJB)

Við mítt fyrsta [rættar]svar stóð eingin hjá mær, men allir yvirgóvu meg: eg biði Guð, at tað má ikki verða lagt teimum til skuld. (FKJ)

Fyrstu ferð eg vardi meg, kom eingin mær til hjálpar, nei, øll sviku meg - hevði tað ikki verðið teimum tilroknað! (VD)

Í fyrstu málsvørn míni kom eingin mær til hjálpar, men allir fóru frá mær. Gævi, at tað ikki má verða teimum tilroknað! (JD)

Hebrearar

8:5

Who serve unto the example and shadow of heavenly things, as Moses was admonished of God when he was about to make the tabernacle: for, See, saith he, that thou make all things according to the pattern shewed to thee in the mount. (KJB)

Sum tæna at fyridøminum og skugganum av himinskum tingum, eins og Mósesi varð lagt eina við av Guði, tá ið hann var um at gera tabernaklið: tí at, Síggj til, sigur hann, at tú gert øll ting eftir tí mynstri sum tær varð sýnt á fjallinum. (FKJ)

teir, ið tæna við mynd og skugga hins himmalska, eftir fyriskipanini, ið Móses fekk, táið hann skuldi gera tabernaklið. »Síggj til,« segði Hann, »at tú gert alt eftir fyrimyndini, ið víst tær varð á fjallinum!« (VD)

teir sum veita tænastu fyri eini avmynd og einum skugga av hinum himmalska, eftir teirri ávísing, sum Móses fekk frá Guði, tá ið hann ætlaði sær at skipa tjaldbúðina; tí at hann sigur: »Gáa eftir, at tú gert alt eftir fyrimynd, sum tær varð sýnd á fjallinum!« (JD)

Hebrearar

9:6

Now when these things were thus ordained, the priests went always into the first tabernacle, accomplishing the service of God. (KJB)

Tá ið nú hesi tingini vórðu soleiðis fyriskipaði, so fóru prestarnir altíð inn í fyrsta tabernaklið, og fullførdu tænastu Guðs. (FKJ)

Á tann hátt var hetta gjørt. Inn í hitt fremra tjaldið fara prestarnir altíð, táið teir gera tænastu sína; (VD)

Tá ið nú hetta er soleiðis skipað, tá ganga prestarnir støðugt inn í hina fremru tjaldbúðina, tá ið teir gera tænastuna. (JD)

Hebrearar

10:9

Then said he, Lo, I come to do thy will, O God. He taketh away the first, that he may establish the second. (KJB)


Segði hann síðani, Sí, eg komi at gera tín vilja, O Guð. Hann tekur burtur hitt fyrsta, at hann má grundleggja hitt annað. (FKJ)

so hevur Hann harnæst sagt: »Hygg, Eg komi at gera vilja Tín!« - Hann tekur hitt fyrra burtur fyri at seta hitt seinna í staðin - (VD)

hevur hann tínæst sagt: »Sí, eg eri komin til at gera vilja tín.« Hann tekur hitt fyrra av, fyri at staðfesta hitt seinna. (JD)

Fyrri

Pætur

3:15

But sanctify the Lord God in your hearts: and be ready always to give an answer to every man that asketh you a reason of the hope that is in you with meekness and fear: (KJB)

Men halgið Harran Guð í tykkara hjørtum: og verið altíð klárir at geva eitt svar til hvønn mann ið biður tykkum um frágreiðing fyri ta vón sum í tykkum er, við eyðmýkt og ótta: (FKJ)

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er - tó við spakføri og ótta (VD)

men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta, (JD)

Fyrsti

Jóhannes

3:16

Hereby perceive we the love of God, because he laid down his life for us: and we ought to lay down our lives for the brethren. (KJB)

Herav varnast vit kærleika Guðs, av tí at hann legði niður lív sítt fyri okkum : og vit áttu at leggja niður lív okkara fyri brøðurnar. (F)

Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar. (VD)


Av hesum kenna vit kærleikan, at hann læt lívið fyri okkum; so eiga vit eisini at lata lívið fyri brøðurnar. (JD)

Annar

Jóhannes

1:10

If there come any unto you, and bring not this doctrine, receive him not into your house, neither bid him God speed: (KJB)

Um tað kemur onkur til tykkara, og kemur ikki við hesi doktrinu, takið ikki ímóti honum í hús tykkara, eiheldur bjóðið honum Guðs byr: (FKJ)

Kemur onkur til tykkara og lærir ikki hesa læru, so takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan! (VD)

Um einhvør kemur til tykkara, og ikki kemur við hesi læruni, tá skulu tit ikki geva honum hús og ikki biðja hann vera vælkomnan. (JD)

Annar

Jóhannes

1:11

For he that biddeth him God speed is partaker of his evil deeds. (KJB)

Tí hann, ið býður honum Guðs byr, er luttakari í hans illu gerðum. (FKJ)

Tí tann, ið biður hann vera vælkomnan, fær lut við honum í óndu verkum hansara. (VD)

Tí at tann, sum biður hann vera vælkomnan, kemur upp í part við honum í hansara illu gerningum. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

11:4

These are the two olive trees, and the two candlesticks standing before the God of the earth. (KJB)

Hesir eru tey bæði olivintrøini, og teir báðir ljósastakarnir, sum standa frammi fyri Guði jarðarinnar. (FKJ)

Teir eru hini bæði oljutrøini og hinir báðir ljósastakarnir, ið standa fyri Harra jarðarinnar. (VD)

Hetta eru hini tvey oljutrøini og hinir tveir ljósastakarnir, sum standa frammi fyri harra jarðarinnar. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

14:5

And in their mouth was found no guile: for they are without fault before the throne of God. (KJB)

Og í teirra munni fanst einkið fals: tí at teir eru uttan feil frammanfyri hásæti Guðs. (FKJ)

Í munni teirra er eingin lygn funnin - teir eru ólastandi. (VD)

Og í munni teirra var eingin lygn at finna; tí at teir eru lýtaleysir. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

20:9

And they went up on the breadth of the earth, and compassed the camp of the saints about, and the beloved city: and fire came down from God out of heaven, and devoured them. (KJB)

Og teir fóru niðan á breidd jarðarinnar, og umringaðu leirin hjá teimum heilagu íkring, og hin elskaða stað: og eldur kom niður frá Guði úr himni, og slúkaði teir upp. (FKJ)

Teir komu eftir jørðini, so víð sum hon var, og kringsettu tilhald hinna heilagra og hin elskaða stað. - Men eldur fall niður av himli og oyddi teir. (VD)

Og teir hildu niðan á jarðarinnar víða vøll og kringsettu herbúðir teirra heilagu og staðin hin elskaða. Og eldur fell niður av himni og oyddi teir. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

20:12

And I saw the dead, small and great, stand before God; and the books were opened: and another book was opened, which is the book of life: and the dead were judged out of those things which were written in the books, according to their works. (KJB)

Og eg sá hinar deyðu, smáar og miklar, standa frammanfyri Guði; og bøkurnar vórðu latnar upp: og ein onnur bók varð latin upp, sum er lívsins bók: og hinir deyðu vórðu dømdir út frá teim tingunum sum vóru skrivaði í bókunum, eftir teirra verkum. (FKJ)

Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum. (VD)

Og eg sá teir deyðu, stórar og smáar, standa framman fyri hásætinum, og bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, og tað er lívsins bók, og hinir deyðu vórðu dømdir eftir tí, sum skrivað var í bókunum, samsvarandi gerningum teirra. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

21:3

And I heard a great voice out of heaven saying, Behold, the tabernacle of God is with men, and he will dwell with them, and they shall be his people, and God himself shall be with them, and be their God. (KJB)

Og eg hoyrdi mikla rødd úr himni siga, Sí, tabernakkul Guðs er hjá monnum, og hann vil búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara, og Guð sjálvur skal vera hjá teimum, og vera Guð teirra. (FKJ)

Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: »Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra. (VD)

Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: »Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

21:4

And God shall wipe away all tears from their eyes; and there shall be no more death, neither sorrow, nor crying, neither shall there be any more pain: for the former things are passed away. (KJB)

Og Guð skal turka burtur øll tár frá eygum teirra; og eingin deyði skal vera meira, eiheldur sorg, ella grátur, eiheldur skal nøkur pína vera meira: tí hinir fyrru lutir eru gingnir undir. (FKJ)

Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur - tí hitt fyrra er farið.« (VD)

Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.« (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen
Skriftin.com