2. Thess.

1:8

In flaming fire taking vengeance on them that know not God, and that obey not the gospel of our Lord Jesus Christ: (KJB)

Í logandi eldi takandi hevnd yvir teir sum kenna ikki Guð, og sum lýða ikki gleðiboðskap várs Harra Jesu Christs: (FKJ1)

við logandi eldi, táið Hann letur koma hevnd yvir tey, sum ikki kenna Gud, og yvir tey, sum ikki eru evangelii Harra okkara Jesu Krists lýðin. (VD)

í logandi eldi, tá ið hann letur hevnd koma yvir teir, sum ikki kenna Guð, og yvir teir, sum ikki eru lýdnir móti gleðiboðskapinum um váran harra, Jesus, (JD)

2. Thess.

1:10

When he shall come to be glorified in his saints, and to be admired in all them that believe (because our testimony among you was believed) in that day. (KJB)

Tá ið hann skal koma fyri at verða dýrðmettur í sínum heilagu, og at verða eygleiddur í undran í øllum teimum sum trúgva, (av tí at okkara vitnisburði tykkara millum varð trúð), á tí degi. (FKJ1)

táið Hann kemur hin dag at vísa Seg dýrmætan í øllum hinum heiløgu Sínum og verða undranarhávirdur í øllum, sum trúð hava - tí trúgvin varð vitnisburður okkara til tykkara. (VD)

tá ið hann kemur á tí degi til at sýna seg dýrmætan í sínum heilagu og undursaman í øllum teimum, sum trúð hava; tí at vitnisburði okkara til tykkara hevur verið trúð. (JD)

2. Thess.

1:12

That the name of our Lord Jesus Christ may be glorified in you, and ye in him, according to the grace of our God and the Lord Jesus Christ. (KJB)

At navn várs Harra Jesu Christs má verða dýrðmett í tykkum, og tit í honum, samsvarandi við náði Guðs várs og Harrans Jesu Christs. (FKJ1)

fyri at navn Harra okkara Jesusar kann dýrmetast í tykkum, og tit í Honum, eftir náði Guds okkara og Harrans Jesu Krists. (VD)

fyri at várs harra Jesu navn má verða dýrmett í tykkum og tit í honum eftir náði Guðs várs og Harrans Jesu Krists. (JD)

2. Thess.

2:2


That ye be not soon shaken in mind, or be troubled, neither by spirit, nor by word, nor by letter as from us, as that the day of Christ is at hand. (KJB)

At tit verði ikki skjótt skakaðir í sinni, ella verði órógvaðir, hvørki við anda, ella við orði, ella við brævi sum frá okkum, sum at dagur Christs er fyri hond. (FKJ1)

ikki at vera skjótar at lata tykkum gera í ørviti ella ræða, hvørki við nøkrum anda, nakrari talu ella nøkrum brævi - sum skal vera frá okkum - eins og dagur Harrans stóð fyri durunum. (VD)

at tit ikki mega vera so skjótir at lata tykkum vika burtur frá skili ella lata tykkum ræða, hvørki við nøkrum anda ella við nakrari talu ella við nøkrum brævi, sum skuldi tað verið frá okkum, sum at Harrans dagur longu var í hondum. (JD)

2. Thess.

2:4

Who opposeth and exalteth himself above all that is called God, or that is worshipped; so that he as God sitteth in the temple of God, shewing himself that he is God. (KJB)

Sum stendur ímóti og hevjar seg sjálvan uppum alt sum verður kallað Guð, ella sum verður tilbiðið; so at hann sum Guð situr í templi Guðs, lýsandi seg sjálvan, at hann er Guð. (FKJ1)

hann, sum setur seg ímóti øllum og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so at hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud. (VD)

hann sum setir seg ímót og hevjar seg upp yvir alt, sum kallast Guð ella halgidómur, so at hann setir seg í Guðs tempul og sigur seg sjálvan vera Guð. (JD)

2. Thess.

2:8

And then shall that Wicked be revealed, whom the Lord shall consume with the spirit of his mouth, and shall destroy with the brightness of his coming: (KJB)

Og tá skal hasin Vondi verða opinberaður, hvønn Harrin skal upptæra við andanum av munni sínum, og skal oyða við bjartleikanum av komu síni: (FKJ1)

og tá skal hin lógleysi stíga fram, hann, sum Harrin Jesus skal drepa við anda muns Síns og gera til einkis við opinbering komu Sínar. (VD)

og tá skal lógloysingurin verða opinberaður, - hann sum Harrin Jesus skal týna við anda muns síns og forkoma við opinbering komu sínar - (JD)

2. Thess.

2:10

And with all deceivableness of unrighteousness in them that perish; because they received not the love of the truth, that they might be saved. (KJB)

Og við allari villleiðiligsemi av órættvísi í teimum sum glatast; av tí at teir tóku ikki ímóti kærleikanum til sannleikan, at teir máttu verðið frelstir. (FKJ1)

og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast, aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst. (VD)

og við alskyns svikum av órættvísini fyri tey, sum glatast, av tí at tey ikki tóku við kærleikanum til sannleikan, so at tey kundu verða frelst. (JD)

2. Thess.

2:12

That they all might be damned who believed not the truth, but had pleasure in unrighteousness. (KJB)

At teir allir máttu verða heldømdir sum trúðu ikki sannleikanum, men høvdu hugnað í órættvísi. (FKJ1)

fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men havt tokka til órættvísina. (VD)

fyri at øll tey skulu verða dømd, sum ikki hava trúð sannleikanum, men hava havt hugnað í órættvísini. (JD)

2. Thess.

3:3

But the Lord is faithful, who shall stablish you, and keep you from evil. (KJB)

Men Harrin er trúfastur, sum skal grundfesta tykkum, og varðveita tykkum frá illum. (FKJ1)

Men trúfastur er Harrin - Hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá tí, sum ilt er. (VD)

Men trúfastur er Harrin, hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá hinum illa. (JD)

2. Thess.

3:6

Now we command you, brethren, in the name of our Lord Jesus Christ, that ye withdraw yourselves from every brother that walketh disorderly, and not after the tradition which he received of us. (KJB)

Nú, vit ábjóða tykkum, brøður, í navni várs Harra Jesu Christs, at tit taki tykkum aftur frá hvørjum bróðuri sum gongur óreglusamligani, og ikki eftir teirri siðvenju sum hann móttók frá okkum. (FKJ1)

Men tað boð geva vit tykkum, brøður, í navni Harra okkara Jesu Krists, at tit skulu halda tykkum burtur frá hvørjum bróður, sum livir óregluliga og ikki eftir lærdóminum, ið hann fekk frá okkum. (VD)

Men vit bjóða tykkum, brøður, í navni várs harra Jesu Krists, at tit halda tykkum burtur frá hvørjum tí bróður, sum hevur óryggjuliga atferð, og ikki eftir tí lærdómi, sum teir hava fingið frá okkum. (JD)

2. Thess.

3:9

Not because we have not power, but to make ourselves an ensample unto you to follow us. (KJB)

Ikki av tí at vit hava ikki mátt, men fyri at gera okkum sjálvar til eitt fyridømi fyri tykkum, til at fylgja okkum. (FKJ1)

- Ikki tí vit ikki hava rætt til tað; men vit vildu geva tykkum fyridømi í okkum sjálvum, fyri at tit skuldu fylgja okkum eftir. (VD)

Ikki fyri tað, at vit ikki hava rætt til tess, men fyri at vit kundu geva tykkum okkum sjálvar sum fyridømi, so at tit skuldu fylgja okkum eftir. (JD)

2. Thess.

3:18

The grace of our Lord Jesus Christ be with you all. Amen. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum. Amen. (FKJ1)

Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum øllum! (VD)

Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen
Skriftin.com