Numbers

4:6

And shall put thereon the covering of badgers' skins, and shall spread over it a cloth wholly of blue, and shall put in the staves thereof. (KJV)

Og skulu seta hará dekkingina av grevlingaskinnum, og skulu breiða yvir hana eitt áklæði heil veg is av bláum, og skulu seta í stavir tess. (FKJ1)

Oman yvir tað skulu teir leggja yvirklæði av sjókúskinni, og uppaftur oman yvir tað klæði, ið er blátt, alt sum tað er; síðani skulu teir stinga beristengurnar í. (VD)

og oman yvir tað skulu teir leggja áklæði av sækúgvaskinni og aftur oman yvir tað breiða klæði, sum alt er av bláum purpuri, og síðan seta stengurnar í. (JD)

Numbers

4:8

And they shall spread upon them a cloth of scarlet, and cover the same with a covering of badgers' skins, and shall put in the staves thereof. (KJV)

Og teir skulu breiða uppá tey eitt áklæði av skarlaks reyðum, og dekka tað sama við eini dekking av grevlingaskinnum, og skulu seta í stavir tess. (FKJ1)

Oman yvir alt hetta skulu teir breiða skarlaksklæði og leggja oman á tað yvirklæði av sjókúskinni; síðani skulu teir stinga beristengurnar í. (VD)

Oman yvir alt hetta skulu teir breiða skarlaksklæði og aftur oman yvir tað leggja áklæði av sækúgvaskinni og seta síðan stengurnar í. (JD)

Numbers

4:10

And they shall put it and all the vessels thereof within a covering of badgers' skins, and shall put it upon a bar. (KJV)

Og teir skulu seta hann og øll reiðini harav innanfyri eina dekking av grevlingaskinnum, og skulu seta hann uppá eitt tvørtræ. (FKJ1)

Hann og alt, ið til hoyrir, skulu teir balla inn í yvirklæði av sjókúskinni og leggja tað á eina børu. (VD)

og teir skulu sveipa hann og øll amboð hans í áklæði av sækúgvaskinni og leggja tað á børur; (JD)

Numbers

4:11

And upon the golden altar they shall spread a cloth of blue, and cover it with a covering of badgers' skins, and shall put to the staves thereof: (KJV)

Og uppá hitt gylta altarið skulu teir breiða eitt áklæði av bláum, og dekka tað við eini dekking av grevlingaskinnum, og skulu seta til stavirnar hjá tí: (FKJ1)

Út yvir gullaltarið skulu teir somuleiðis breiða blátt klæði og leggja oman á tað yvirklæði av sjókúskinni; síðani skulu teir stinga beristengurnar í. (VD)

yvir gullaltarið skulu teir somuleiðis breiða klæði av bláum purpuri og aftur oman yvir tað leggja áklæði av sækúgvaskinni og síðan seta stengurnar í; (JD)

Numbers

4:12

And they shall take all the instruments of ministry, wherewith they minister in the sanctuary, and put them in a cloth of blue, and cover them with a covering of badgers' skins, and shall put them on a bar: (KJV)

Og teir skulu taka øll tænastu amboðini, við hvørjum teir tæna í halgidóminum, og koyra tey í eitt klæði av bláum, og dekka tey við eini dekking av grevlingaskinnum, og skulu koyra tey á eina stong: (FKJ1)

So skulu teir taka øll amboðini, ið nýtt verða til tænastuna í halgidóminum, leggja tey í blátt klæði, breiða oman yvir tey yvirklæði av sjókúskinni og leggja tey á eina børu. (VD)

og teir skulu taka øll amboð, sum nýtt verða til tænastuna í halgidóminum, sveipa tey í klæði av bláum purpuri og oman yvir tað leggja áklæði av sækúgvaskinni og síðan leggja tað á børurnar. (JD)

Numbers

4:14

And they shall put upon it all the vessels thereof, wherewith they minister about it, even the censers, the fleshhooks, and the shovels, and the basons, all the vessels of the altar; and they shall spread upon it a covering of badgers' skins, and put to the staves of it. (KJV)

Og teir skulu seta uppá tað øll reiðini harav, við hvørjum teir tæna um tað, enntá roykilsis-pannurnar, kjøtkrókarnar, og skuplurnar, og kørini, øll reiðini hjá altarinum; og teir skulu breiða uppá tað eina dekking av grevlingaskinnum, og seta til stavirnar hjá tí. (FKJ1)

og leggja á tað øll amboðini, ið nýtt verða til tænastuna við altarið, eldpannurnar, gaflarnar, eldspakarnar og offurskálirnar - øll altaramboðini; út yvir hetta skulu teir breiða yvirklæði av sjókúskinni og stinga beristengurnar í. (VD)

og á tað leggja øll amboð tess, ið nýtt verða á tí við tænastuna, eldpannurnar, soðkrókarnar, eldspakarnar og offurbollarnar, øll amboð altarsins, og leggja yvir tað áklæði av sækúgvaskinni og síðan seta stengurnar í. (JD)

Numbers

4:25

And they shall bear the curtains of the tabernacle, and the tabernacle of the congregation, his covering, and the covering of the badgers' skins that is above upon it, and the hanging for the door of the tabernacle of the congregation, (KJV)

Og teir skulu bera tjalddúkar tabernakkulsins, og samkomu-tabernaklið, dekking hans, og dekkingina av grevlingaskinnunum sum er uppiyvir uppiá tí, og tjaldváðina til dyrnar á samkomu-tabernaklinum, (FKJ1)

Teir skulu bera tabernakulteppini, samkomutjaldið við takinum og hinum ytra takinum av sjókúskinni, forhangið fyri durum samkomutjaldsins, (VD)

Teir skulu bera tjalddúkar tjaldtempulsins, samfundartjaldið og tak tess og takið av sækúgvaskinnum, sum er oman á tí, og fortjaldið fyri durum samfundartjaldsins; (JD)

Numbers

23:21

He hath not beheld iniquity in Jacob, neither hath he seen perverseness in Israel: the LORD his God is with him, and the shout of a king is among them. (KJV)

Hann hevur ikki skoðað misgerð í Jákobi, eiheldur hevur hann í Ísrael sæð spillusemi: HARRIN Guð hans er við honum, og rópið av einum kongi er teirra millum. (FKJ1)

Ei skoðar Hann órætt í Jákupi, ei sær Hann mein við Ísrael - HARRIN Gud hansara er við honum, og fagnaðarróp sum fyri kongi ljóða har. (VD)

Eingin neyð sæst í Jákupi, ongar treytir í Ísrael. Harrin, Guð hans, er við honum; hjá honum ljóðar kongsfagnaður. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Gen Exo Lev Num Deu 1Sá 2Sá 1Ko 2Ko 1Ch Job Psá Orð Esa Jer Har Eze Dán Hós Mik Hag Zec

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen