Job 1:1 |
There was a man in the land of Uz, whose name was Job; and that man was perfect and upright, and one that feared God, and eschewed evil. (KJB) |
Tað var ein maður í Uz landi, hvørs navn var Job; og tann maðurin var fullkomin og rættiligur, og ein sum óttaðist Guð, og skýggjaði ilt. (FKJ1) |
Í Uzlandi búði maður, ið æt Job. Hann var ólastandi og rættsintur maður, ið óttaðist Gud og helt seg frá tí, sum ónt var. (VD) |
Einaferð búði maður í Uz-landi, sum æt Job. Hann var sakleysur og rættiligur maður, sum óttaðist Guð og varnaðist hitt illa. (JD) |
Job 3:1 |
After this opened Job his mouth, and cursed his day. (KJB) |
Eftir hetta opnaði Job munn sín, og bannaði dag sín. (FKJ1) |
Tá læt Job upp munnin og bannaði føðingardegi sínum. (VD) |
Síðan læt Job upp munn sín og bannaði degi sínum. (JD) |
Job 3:7 |
Lo, let that night be solitary, let no joyful voice come therein. (KJB) |
Sí, lat ta nátt vera einliga, lat onga frødliga rødd koma harí. (FKJ1) |
Ja, ófruktbør verði tann nátt, aldri hoyrist gleðiróp á henni! (VD) |
Ja, oyðin og ber verði henda nátt, eingin fagnaður ljóði á henni! (JD) |
Job 3:8 |
Let them curse it that curse the day, who are ready to raise up their mourning. (KJB) |
Lat teir banna hana sum banna dagin, sum eru tilreiðar at reisa upp harman sína. (FKJ1) |
Teir, ið banna døgum, biði ilt yvir hana, teir, sum kønir eru at mana upp Livjatan! (VD) |
Teir, ið banna døgum, banna henni, teir, ið kønir eru í at mana upp Livjatan! (JD) |
Job 13:8 |
Will ye accept his person? will ye contend for God? (KJB) |
Vilja tit taka ímóti persóni hansara? vilja tit træta fyri Guð? (FKJ1) |
Ætla tit at fara í part við Hann, ætla tit at vera málaflutningsmenn Guds? (VD) |
Vilja tit gera mismun við honum ella bera í bøtuflaka fyri Guð? (JD) |
Job 13:15 |
Though he slay me, yet will I trust in him: but I will maintain mine own ways before him. (KJB) |
Hóast hann bani mær, tó vil eg líta á hann: men eg vil halda uppi mínum egnu vegum frammi fyri honum. (FKJ1) |
Hann drepur meg - eg vænti mær einki annað! - Tó skal eg leggja vegir mínar fram fyri Hann. (VD) |
Sí, hann vil meg drepa, eg bíði honum, tó skal eg verja atferð mína fyri andliti hans. (JD) |
Job 16:20 |
My friends scorn me: but mine eye poureth out tears unto God. (KJB) |
Mínir vinir háða meg: men mítt eyga hellir út tárum at Guði. (FKJ1) |
Vinmenn speireka meg - grátandi skoðar eyga mítt til Gud! (VD) |
Gævi, at vinur mín var at hitta! Grátandi lítur eyga mítt til Guðs, (JD) |
Job 23:10 |
But he knoweth the way that I take: when he hath tried me, I shall come forth as gold. (KJB) |
Men hann kennir vegin sum eg taki: tá ið hann hevur roynt meg, skal eg koma fram sum gull. (FKJ1) |
Tí Hann kennir leið mína og atburð mín; roynir Hann meg, skal eg ganga út sum gull úr royndini. (VD) |
Tí at hann veit vegin, eg fari; um hann royndi meg, eg skuldi roynst sum gull. (JD) |
Job 30:29 |
I am a brother to dragons, and a companion to owls. (KJB) |
Eg eri ein bróðir hjá drekum, og ein felagi hjá uglum. (FKJ1) |
Eg eri vorðin bróðir sjakalanna og felagi strutsanna. (VD) |
Eg eri vorðin bróðir sjákálanna og lagsbróðir strutsanna; (JD) |
Job 42:6 |
Wherefore I abhor myself, and repent in dust and ashes. (KJB) |
Hvørsvegna mær stendst við meg sjálvan, og vendi um í støvi og øskum. (FKJ1) |
Eg taki tí alt aftur og angri í dusti og øsku!« (VD) |
tí taki eg orð míni aftur og beri angur í mold og øsku!« (JD) |
|
|
|
|
|
Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35 |
||||
|
|
|
|
|
|
|
© Oddur Berg |
|
|
|
|
|
|
|
|
King James Bible Holy Bible |
Føroyska King James S. Højgaard |
Týðing V. Danielsen 49/74 |
Týðing J. Dahl / K.O. Viderø |
KJB MAINLY |
|
COMPARE |
|
NOT IN KJB |