Genesis

1:1

In the beginning God created the heaven and the earth. (KJB)

í byrjanini skapaði Guð himinin og jørðina. (FKJ1)

Í upphavi skapti Gud himmal og jørð. (VD)

Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina. (JD)

Genesis

1:2

And the earth was without form, and void; and darkness was upon the face of the deep. And the Spirit of God moved upon the face of the waters. (KJB)

Og jørðin var uttan form, og tóm; og myrkur var uppiá ásjónini á djúpinum. Og Guðs Andi rørdist uppiá ásjónini á vøtnunum. (FKJ1)

Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum. (VD)

Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. (JD)

Genesis

1:21

And God created great whales, and every living creature that moveth, which the waters brought forth abundantly, after their kind, and every winged fowl after his kind: and God saw that it was good. (KJB)

Og Guð skapti miklar hvalir, og hvørja livandi skepnu sum rørist, hvørjar vøtnini bóru fram ríkiliga, eftir slagi teirra, og hvønn veingjaðan fugl eftir slagi sínum: og Guð sá, at tað var gott. (FKJ1)

Gud skapti tey stóru sjódýrini og alla ta nøgd av livandi skapningum, sum sjógvurin er fullur av, hvørt eftir tess slagi, eisini allar fuglar við veingjum, hvønn eftir hansara slagi. Og Gud sá, at tað var gott. (VD)

Og Guð skapaði hini stóru havdjórini og allar hinar yðjandi nøgdir av livandi skepnum, sum vøtnini yðja í, eftir teirra kyni og allar floygdar fuglar eftir teirra kyni. Og Guð sá, at tað var gott. (JD)

Genesis

1:26

And God said, Let us make man in our image, after our likeness: and let them have dominion over the fish of the sea, and over the fowl of the air, and over the cattle, and over all the earth, and over every creeping thing that creepeth upon the earth. (KJB)

Og Guð segði, latum oss gera mann í vári mynd, eftir líkleika várum : og lat teir hava harradømi yvir fiski havsins, og yvir fugli luftarinnar, og yvir fenaðinum, og yvir allari jørðini, og yvir hvørjum skriðkykti sum skríður uppiá jørðini. (FKJ1)

So segði Gud: »Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.« (VD)

Og Guð segði: »Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!« (JD)

Genesis

1:27

So God created man in his own image, in the image of God created he him; male and female created he them. (KJB)

So Guð skapti mann í síni egnu mynd, í Guðs mynd skapti hann hann; kallkyn og kvennkyn skapti hann tey. (FKJ1)

So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey. (VD)

Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey, (JD)

Genesis

2:5

And every plant of the field before it was in the earth, and every herb of the field before it grew: for the LORD God had not caused it to rain upon the earth, and there was not a man to till the ground.

Og hvørja plantu akursins, áðrenn hon var á jørðini ; og hvørja urt akursins, áðrenn hon vaks: tí at HARRIN Guð hevði ikki elvt tí at regna uppá jørðina, og tað var ikki maður at pløga lendið. (FKJ1)

Enn var á jørðini eingin runnur á markini, og ongar urtir vóru enn vaksnar upp á markini; tí Gud HARRIN hevði ikki latið regna á jørðini, og einki menniskja var at dýrka jørðina. (VD)

Tá ið Harrin Guð skapaði jørð og himin - men á vøllum jarðar var enn als eingin runnur til; og ongar urtir vuksu enn á markini, av tí at Harrin Guð enn ikki hevði latið tað regna á jørðina, og eingir menn vóru til at dyrka jørðina; (JD)

Genesis

2:7


Mat 16:26

And the LORD God formed man of the dust of the ground, and breathed into his nostrils the breath of life; and man became a living soul. (KJB)

Og HARRIN Guð myndaði mann av støvi jarðarinnar, og andaði inn í hansara nasar lívsandan; og maður gjørdist ein livandi sál. (FKJ1)

Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál. (VD)

tá myndaði Harrin Guð mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu. (JD)

Genesis

2:8

And the LORD God planted a garden eastward in Eden; and there he put the man whom he had formed. (KJB)

Og HARRIN Guð plantaði ein aldingarð eystanvert í Eden; og har setti hann mannin sum hann hevði myndað. (FKJ1)

Síðani plantaði Gud HARRIN urtagarð í Eden, úti eysturi, og har setti Hann menniskjað, sum Hann hevði myndað. (VD)

Síðan plantaði Harrin Guð aldingarð í Eden í eysturlandi; og har setti hann mannin, sum hann hevði myndað. (JD)

Genesis

2:18

And the LORD God said, It is not good that the man should be alone; I will make him an help meet for him. (KJB)

Og HARRIN Guð segði, Tað er ikki gott, at maðurin skuldi verið einsamallur ; eg vil gera honum eina hjálp, hóskilig til hansara. (FKJ1)

Gud HARRIN segði nú: »Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.« (VD)

Harrin Guð segði nú: »Ikki er gott, at maðurin er einsamallur; eg vil gera honum medhjálp, sum hóskar honum.« (JD)

Genesis

2:20

And Adam gave names to all cattle, and to the fowl of the air, and to every beast of the field; but for Adam there was not found an help meet for him. (KJB)

Og Adam gav nøvn til allan fenað, og til fugl luftarinnar, og til hvørt villdjór markarinnar; men til Adams varð ikki funnin hjálp, hóskilig til hansara. (FKJ1)

Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin hjálp at finna, slík, sum hóskaði honum. (VD)

Ádam gav øllum fenaðinum og fuglum himinsins og øllum djórum á markini nøvn - men til sín sjálvs fann Ádam onga hóskandi medhjálp. (JD)

Genesis

3:5

For God doth know that in the day ye eat thereof, then your eyes shall be opened, and ye shall be as gods, knowing good and evil. (KJB)

Tí at Guð veit, at á tí degi tit eta harav, tá skulu eygu tykkara verða upplatin, og tit skulu verða sum gudar, skynandi á góðum og illum. (FKJ1)

Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!« (VD)

Men Guð veit, at so skjótt sum tit eta av tí trænum, munnu eygu tykkara verða upplatin, og tit munnu verða eins og Guð og duga at skyna á illum og góðum.« (JD)

Genesis

3:8

And they heard the voice of the LORD God walking in the garden in the cool of the day: and Adam and his wife hid themselves from the presence of the LORD God amongst the trees of the garden. (KJB)

Og tey hoyrdu rødd HARRANS Guðs, gangandi í aldingarðinum í svala dagsins: og Adam og kona hansara fjaldu seg frá nærveru HARRANS Guðs millum træa aldingarðsins. (FKJ1)

Tey hoyrdu ljóðið av Gudi HARRANUM, sum gekk í urtagarðinum, táið dagurin var vorðin svalur, og Ádam og kona hansara krógvaðu seg fyri ásjón Guds HARRANS millum trøini í urtagarðinum. (VD)

Men tá ið Ádam og kona hans í kvøldarlotinum hoyrdu Harran Guð koma gangandi gjøgnum aldingarðin, royndu tey at krógva seg fyri honum millum trøini í aldingarðinum. (JD)

Genesis

3:22

And the LORD God said, Behold, the man is become as one of us, to know good and evil: and now, lest he put forth his hand, and take also of the tree of life, and eat, and live for ever: (KJB)

Og HARRIN Guð segði, Sí, maðurin er vorðin sum ein av okkum, til at skyna á góðum og illum: og nú, bara ikki hann rætti út sína hond, og taki eisini av lívsins træi, og eti, og livi um ævir: (FKJ1)

Gud HARRIN segði: »Hygg, menniskjan er vorðin sum ein av Okkum, so at hon kennir gott og ilt! Bert hon nú ikki rættir út hondina og tekur av træi lívsins við og etur - og livir í allar ævir!« (VD)

Tá segði Harrin Guð: »Sí, Ádam er vorðin sum ein av okkum til at skyna á illum og góðum! Nú má hann ikki rætta út hond sína og taka eisini av lívsins træi og eta og liva um allar ævir!« (JD)

Genesis

3:24

So he drove out the man; and he placed at the east of the garden of Eden Cherubims, and a flaming sword which turned every way, to keep the way of the tree of life. (KJB)

So hann rak út mannin; og hann setti eystanfyri Edens aldingarð Cherubimar, og eitt logandi svørð sum snaraði hvønn ein veg, at varða veg lívstræsins. (FKJ1)

Hann rak menniskjuna út, og eystan fyri urtagarðin Eden setti Hann kerúbarnar við hinum logandi svørði, sum vendir sær í allar ættir at halda vakt yvir vegnum til lívsins træ. (VD)

Og hann rak Ádam út; og fyri eystan Edens aldingarð setti hann kerúbarnar við hinum glampandi logasvørði til at verja vegin til lívsins træ. (JD)

Genesis

5:1

This is the book of the generations of Adam. In the day that God created man, in the likeness of God made he him; (KJB)

Hetta er bók Adams ætta. Á tí degi sum Guð skapti mann, í líkleika Guðs gjørdi hann hann; (FKJ1)

Hetta er ættarbók Ádams. Tann dagin Gud skapti menniskjuna, skapti Hann hana í bílæti Guds. (VD)

Hetta er ættartal Ádams. Tá ið Guð skapaði Ádam, skapaði Guð hann sær líkan. (JD)

Genesis

5:2

Male and female created he them; and blessed them, and called their name Adam, in the day when they were created. (KJB)

Kallkyn og kvennkyn skapti hann tey; og vælsignaði tey, og kallaði navn teirra Adam, á tí degi tá tey vórðu skapað. (FKJ1)

Sum mann og kvinnu skapti Hann tey; Hann signaði tey og gav teimum navnið menniskja, tann dagin tey vórðu skapt. (VD)

Sum kall og konu skapaði hann tey; og hann vælsignaði tey og nevndi tey »menniskjur«, tá ið tey vórðu skapað. (JD)

Genesis

6:3

And the LORD said, My spirit shall not always strive with man, for that he also is flesh: yet his days shall be an hundred and twenty years. (KJB)

Og HARRIN segði, Mín andi skal ikki altíð stríðast við mannin, tí at hann eisini er hold: tó skulu dagar hansara vera eitt hundrað og tjúgu ár. (FKJ1)

Tá segði HARRIN: »Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár.« (VD)

Tá segði Harrin: »Andi mín skal ikki allar ævir búgva í menniskjuni, tí at hon er jú hold; og ævidagar hennara skulu vera eitt hundrað og tjúgu ár.« (JD)

Genesis

8:2

The fountains also of the deep and the windows of heaven were stopped, and the rain from heaven was restrained; (KJB)

Keldur eisini djúpsins og gluggar himins vórðu tipt, og regnið frá himni varð hildið aftur; (FKJ1)

keldurnar í tí stóra djúpinum og lúkurnar á himli lótust aftur, og regnið av himli sleit í. (VD)

keldur frumhavsins og lúkur himinsins lótust aftur, og glopraregnið av himni lætti av. (JD)

Genesis

8:4

And the ark rested in the seventh month, on the seventeenth day of the month, upon the mountains of Ararat. (KJB)

Og ørkin hvíldi í tí sjeynda mánaðinum, á hinum seytjanda degi mánaðarins, uppiá Ararats fjøllum. (FKJ1)

Tann seytjanda í sjeynda mánaði stóð ørkin, á Áraratsfjøllum. (VD)

Seytjanda dagin hins sjeynda mánaðar stóð ørkin á Árarats fjalli. (JD)

Genesis

8:21

And the LORD smelled a sweet savour; and the LORD said in his heart, I will not again curse the ground any more for man's sake; for the imagination of man's heart is evil from his youth; neither will I again smite any more every thing living, as I have done. (KJB)

Og HARRIN kendi søtan royk; og HARRIN segði í hjarta sínum, Eg vil ikki aftur banna jørðina meira fyri mansins skuld; tí at ímyndan hjarta mans er ónd frá ungdómi hans; eiheldur vil eg aftur sláa meira alt livandi, eins og eg havi gjørt. (FKJ1)

Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: »Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú. (VD)

Men tá ið Harrin kendi góðan royk, segði hann við sjálvan seg: »Eg vil ikki aftur banna jørðina mannanna vegna; tí at hjarta mansins stundar á tað illa alt frá ungdómi hans; eg vil ongantíð aftur deyða alt, sum livir, eins og eg nú havi gjørt. (JD)

Genesis

12:7


Gal 3:16

And the LORD appeared unto Abram, and said, Unto thy seed will I give this land: and there builded he an altar unto the LORD, who appeared unto him. (KJB)

Og HARRIN birtist Ábrami, og segði, Tínum sáði vil eg geva hetta landið: og har bygdi hann eitt altar at HARRANUM, sum birtist honum. (FKJ1)

Men HARRIN opinberaði Seg fyri Ábrami og segði: »Avkomi tínum gevi Eg hetta landið!« Tá reisti hann har HARRANUM altar, Honum, sum hevði opinberað Seg fyri honum. (VD)

Tá birtist Harrin fyri honum og segði: »Eftirkomarum tínum vil eg geva hetta landið.« Hann reisti tá Harranum altar, har sum hann hevði birtst fyri honum. (JD)

Genesis

12:19

Why saidst thou, She is my sister? so I might have taken her to me to wife: now therefore behold thy wife, take her, and go thy way. (KJV)

Hví segðirt tú, Hon er systir mín? so eg mátti havt tikið hana til mín til konu: nú tessvegna, sí konu tína, tak hana, og far tín veg. (FKJ1)

Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Hygg, her hevur tú konu tína! Tak hana og far!« (VD)

Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Her hevur tú nú konu tína! Far við henni!« (JD)

Genesis

13:15


Gal 3:16

For all the land which thou seest, to thee will I give it, and to thy seed for ever. (KJB)

Tí at alt landið sum tú sært, til tín vil eg geva tað, og til sáð títt um ævir. (FKJ1)

Alt landið, ið tú sært, gevi Eg tær og avkomi tínum til ævigar tíðir. (VD)

tí at alt landið, sum tú sært, skal eg geva tær og eftirkomarum tínum um allar ævir. (JD)

Genesis

14:3

All these were joined together in the vale of Siddim, which is the salt sea. (KJB)

Allir hesir vóru sameintir saman í Siddims dalinum, sum er salta havið. (FKJ1)

Allir hesir tóku seg saman og fóru til Siddimdal, har sum nú Salthav er. (VD)

Allir hesir hittust á Siddims vøllum, tað er Salthavið. (JD)

Genesis

14:8

And there went out the king of Sodom, and the king of Gomorrah, and the king of Admah, and the king of Zeboiim, and the king of Bela (the same is Zoar;) and they joined battle with them in the vale of Siddim; (KJB)

Og tað fóru út kongurin av Sodomu, og kongurin av Gomorruh, og kongurin av Admuh, og kongurin av Zeboiim, og kongurin av Bela, (tað sama er Zoar;) og teir sameintu bardaga við teir í Siddms dalinum; (FKJ1)

Tá fóru teir út, kongarnir í Sodoma, Gomorra, Adma, Zebojim og Bela, tað er Zoar, og í Siddimdali fylktu teir seg til bardaga (VD)

Kongarnir av Sódomu og Gómorru, av Adma, Zeboim og av Bela, tað er Zoar, løgdu tá út og fylktu seg á Siddims vøllum til bardaga (JD)

Genesis

14:10

And the vale of Siddim was full of slimepits; and the kings of Sodom and Gomorrah fled, and fell there; and they that remained fled to the mountain. (KJB)

Og Siddims dalurin var fullur av jarðbiks-díkjum; og kongarnir av Sodomu og Gomorruh flýddu, og fullu har; og teir, sum vóru eftir, flýddu til fjallsins. (FKJ1)

Men Siddimdalur var fullur av jarðbiksholum, og kongarnir í Sodoma og Gomorra, sum noyddust at halda undan, duttu í tey, men teir, ið eftir vóru, flýddu til fjals. (VD)

Men á Siddims vøllum vóru jarðbiksgryvjur hvør við aðra; og tá ið kongarnir av Sódomu og Gómorru løgdu á flótta, duttu teir í tær, men teir, ið eftir vóru, hildu til fjals. (JD)

Genesis

15:2

And Abram said, Lord GOD, what wilt thou give me, seeing I go childless, and the steward of my house is this Eliezer of Damascus? (KJB)

Og Ábram segði, Harri GUÐ, hvat vilt tú geva mær, við tað at eg gangi barnleysur, og bústjórin av mínum húsi er hesin Eliezer úr Damascus ? (FKJ1)

Men Ábram svaraði: »Harri HARRI, hvat ætlar Tú at geva mær! Eg fari jú barnleysur burtur, og hesin Eliezer úr Damaskus skal arva hús mítt!« (VD)

Men Ábram svaraði: »Harri drottin, hvat skalt tú geva mær, tá ið eg kortini má fara barnleysur burtur, og Eliezar, maður úr Dámaskus, fer at arva meg?« (JD)

Genesis

18:3

And said, My Lord, if now I have found favour in thy sight, pass not away, I pray thee, from thy servant: (KJB)

Og segði, Mín Harri, um nú eg havi funnið yndi í eygum tínum, far ikki burtur, eg biði teg, frá tænara tínum: (FKJ1)

og segði: »Harri, havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so far ikki um tænara tín! (VD)

og mælti: »Harri, havi eg funnið náði í eygum tínum, tá far ikki um træl tín! (JD)

Genesis

19:14

And Lot went out, and spake unto his sons in law, which married his daughters, and said, Up, get you out of this place; for the LORD will destroy this city. But he seemed as one that mocked unto his sons in law. KJB)

Og Lot fór út, og talaði við sínar versynir, sum giftu seg við døtrum hansara, og segði, Upp, sleppið tykkum út úr hesum plássi; tí at HARRIN vil oyða henda stað. Men hann tóktist sum ein sum spottaði yvirfyri versonum sínum. (FKJ1)

Lot fór tá út og tosaði við dótturmenn sínar, teir, skuldu giftast við døtrum hansara, og segði: »Reisist, farið av hesum plássi! Tí HARRIN fer at oyða býin!« Men dótturmenn hansara hildu hann narrast. (VD)

Tá fór Lot út at tala við mágar sínar, skuldu fáa døtur hansara, og mælti: »Standið upp og rýmið hiðan, tí at Harrin ætlar at oyða staðin!« Men mágar hansara tóku hetta upp fyri gjøldur. (VD)

Genesis

24:26

And the man bowed down his head, and worshipped the LORD. (KJB)

Og maðurin boygdi niður høvur sítt, og tilbað HARRAN. (FKJ1)

Tá boygdi maðurin seg niður og tilbað HARRAN (VD)

Tá lútaði maðurin djúpt og tilbað Harran (JD)

Genesis

27:39

And Isaac his father answered and said unto him, Behold, thy dwelling shall be the fatness of the earth, and of the dew of heaven from above; (KJB)

Og Ísaakur, faðir hansara, svaraði og segði við hann, Sí, tín bústaður skal vera fiti jarðarinnar, og av døggi himins úr erva; (FKJ1)

Tá tók Ísakur, faðir hansara, aftur til orða og segði við hann: »Uttan fiti jarðarinnar skal bústaður tín vera, og uttan døgg himmalsins úr erva! (VD)

Tá svaraði Ísakur, faðir hansara, og segði við hann: »Fjart frá fiti jarðarinnar skal bústaður tín verða og uttan døgg av himni! (JD)

Genesis

30:27

And Laban said unto him, I pray thee, if I have found favour in thine eyes, tarry: for I have learned by experience that the LORD hath blessed me for thy sake. (KJB)

Og Lában segði við hann, Eg biði teg, um eg havi funnið yndi í eygum tínum, dvøl: tí at eg havi lært av roynslu, at HARRIN hevur vælsignað meg fyri tína skyld. (FKJ1)

Men Laban svaraði honum: »Hevði eg tó funnið náði fyri eygum tínum! Eg eri komin eftir, at HARRIN hevur signað meg fyri tína skuld.« (VD)

Men Lában svaraði honum: »Mátti eg funnið náði í eygum tínum! Eg havi fingið varhugan av, at Harrin hevur vælsignað meg tín vegna.« (JD)

Genesis

32:28

And he said, Thy name shall be called no more Jacob, but Israel: for as a prince hast thou power with God and with men, and hast prevailed. (KJB)

Og hann segði, Títt navn skal ei meira verða kallað Jákob, men Ísrael: tí at sum ein prinsur hevurt tú mátt hjá Guði og hjá monnum, og hevurt havt yvirvág. (FKJ1)

Men Hann segði: »Tú skalt ikki eita Jákup longur; tú skalt eita Ísrael, tí tú hevur barst við Gud og menniskju, og vunnið!« (VD)

Tá segði hann: »Ikki skalt tú longur eita Jákup, men Ísrael; tí at tú hevur barst við Guð og menn og hevur vunnið sigur!« (JD)

Genesis

33:5

And he lifted up his eyes, and saw the women and the children; and said, Who are those with thee? And he said, The children which God hath graciously given thy servant. (KJB)

Og hann lyfti upp eygum sínum, og sá kvinnurnar og børnini; og segði, Hvørji eru hasi við tær? Og hann segði, tey børnini, sum Guð hevur náðisamligani givið tænara tínum.

Táið hann nú hugdi upp og fekk at síggja kvinnurnar og børnini, segði hann: »Hvørji eru hesi, ið tú hevur her?« Hann svaraði: »Hetta eru børnini, ið Gud hevur unt tænara tínum!« (VD)

Og tá ið hann hugdi upp og sá konurnar og børnini, spurdi hann: »Hvørji eru hasi, sum eru við tær?« Hann svaraði: »Hatta eru tey børn, ið Guð náðiliga hevur givið tænara tínum.« (JD)

Genesis

37:35

And all his sons and all his daughters rose up to comfort him; but he refused to be comforted; and he said, For I will go down into the grave unto my son mourning. Thus his father wept for him. (KJB)

Og allir synir hansara og all-ar døtur hansara risu upp at ugga hann; men hann sýtti at verða uggaður; og hann segði, Tí at eg vil fara niður í grøvina til sonar míns harmandi. Soleiðis græt faðir hansara um hann. (FKJ1)

Tóat allir synir hansara og allar døtur hansara komu at troysta hann, vildi hann ikki lata seg troysta, men segði: »Í sorg skal eg fara niður í deyðaríkið til son mín!« Faðir hansara græt um hann. (VD)

Og tó at allir synir hans og allar døtur hans komu at ugga hann, vildi hann ikki lata seg ugga, men segði: »Við sorg fari eg niður í helheim til son mín!« Og faðir hansara syrgdi hann. (JD)

Genesis

39:23

The keeper of the prison looked not to any thing that was under his hand; because the LORD was with him, and that which he did, the LORD made it to prosper. (KJB)

Fongsulsvørðurin hugdi ikki eftir nøkrum sum var undir hond hansara; av tí at HARRIN var við honum, og tað, sum hann gjørdi, HARRIN fekk tað at framganga. (FKJ1)

Fyristøðumaður fanga-hússins hevði ikki eyguni eftir nøkrum, ið Jósefi var litið upp í hendur; tí HARRIN var við honum og læt alt eydnast, sum hann tók sær fyri. (VD)

Fangavørðurin hugdi ikki eftir nøkrum av tí, sum Jósef hevði fingið litið til; tí at Harrin var við honum; og alt, sum hann fekst við, læt Harrin hepnast honum. (JD)

Genesis

42:38

And he said, My son shall not go down with you; for his brother is dead, and he is left alone: if mischief befall him by the way in the which ye go, then shall ye bring down my gray hairs with sorrow to the grave. (KJB)

Og hann segði, Sonur mín skal ikki fara niður við tykkum; tí at bróðir hansara er deyður, og hann er einsamallur eftir: um mein viðurfari honum eftir veginum, á hvørjum tit fara, tá skulu tit føra niður míni gráu hár við sorg til gravarinnar. (FKJ1)

Men hann svaraði: »Sonur mín fer ikki hagar við tykkum! Bróðir hansara er deyður, og hann er einsamallur eftir; hendir nú ein vanlukka hann á ferðini, ið tit fara, so gera tit, at gráu hár míni fara við sorg niður í deyðaríkið!« (VD)

Men Jákup svaraði: »Ikki skal sonur mín fara við tykkum; tí at Jósef er deyður, og hann er eina eftir. Verður hann fyri óhappi á tí ferð, sum tit fara, so leggja tit meg á gamalsaldri av harmi í grøvina!« (JD)

Genesis

44:29

And if ye take this also from me, and mischief befall him, ye shall bring down my gray hairs with sorrow to the grave. (KJB)

Og um tit taki hendan eisini frá mær, og mein viðurfari honum, skulu tit føra niður míni gráu hár við sorg til grøvina. (FKJ1)

Taka tit nú eisini henda frá mær, og ein vanlukka hendir hann, so gera tit, at gráu hár míni fara við sorg niður í deyðaríkið!« (VD)

Taka tit nú eisini henda frá mær, og ógæva verður honum fyri, tá leggja tit meg á gamalsaldri av harmi í grøvina! (JD)

Genesis

44:31

It shall come to pass, when he seeth that the lad is not with us, that he will die: and thy servants shall bring down the gray hairs of thy servant our father with sorrow to the grave. (KJB)

Skal tað bera á, tá ið hann sær at pilturin er ikki við okkum, at hann vil doyggja: og tænarar tínir skulu føra niður gráu hárini hjá tænara tínum, faðir okkara, við sorg til grøvina. (FKJ1)

so verður tað deyði hansara, við tað sama sum hann sær, at drongurin er ikki við, og tænarar tínir gera tá, at gráu hár faðirs okkara - tænara tíns - við sorg fara niður í deyðaríkið. (VD)

tá man tað elva deyða hans at síggja, at sveinurin ikki er við, og vit trælir tínir verða atvoldin til, at trælur tín, faðir okkara, á gamalsaldri av harmi fer í grøvina! (JD)

Genesis

49:10

The sceptre shall not depart from Judah, nor a lawgiver from between his feet, until Shiloh come; and unto him shall the gathering of the people be. (KJB)

Veldissprotin skal ikki víkja frá Judah, ella ein lóggevari frá ímillum hansara føtur, inntil Sjiloh komi; og innat honum skal savnan fólksins verða. (FKJ1)

Ikki skal kongastavurin víkja frá Juda, ei høvdinga-stavur frá fótum hansara, inntil Hann kemur, sum stavin eigur - Honum skulu fólkini vera lýðin. (VD)

Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







 

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Gen Exo Lev Num Deu 1Sá 2Sá 1Ko 2Ko 1Ch Job Psá Orð Esa Jer Har Eze Dán Hós Mik Hag Zec

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Heim Nýggja Testamenti Gamla Testamenti Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár sodomi fótnotur gjørt umvendingar føsta Amen